Treiski stríðsmaðurin

Petur Jacobsen er høvuðsmaðurin aftanfyri Rás 2. Hann er avgjørdur og bersøgin, og hevur hann fingið eitt hugskot, er hann ómetaliga treiskur í royndini at fáa tað at bera til.

Ein stórur svartur Mercedes stendur í túninum, men gongdin upp gjøgnum trappurnar í bygninginum við Hoyvíksvegin boðar ikki frá marglæti.

Og týska motorundrið skal heldur ikki takast sum eitt súmbol upp á støðuna hjá útvarpsrásini Rás 2.

- Hatta er ein gamal bilur, sum vit hava fingið okkum, og hann sigur einki um, hvussu vit hava tað her á Rás 2, sigur Petur Jacobsen, stjóri á alternativu útvarpsrásini í Føroyum.

102 og 107. Okay.

Frekvensurin hjá Rás 2 verður uttan iva væl vitjaður av føroyingum, sum hava hug at flyta av almennu útvarpsrásini, og á nýggju rásini stórtrívist spontaniteturin, prátið og tónleikurin. Tað er lætt og stílar ímóti eini breiðari lurtarafjøld, men soleiðis skal tað eisini vera.

- Fyri Rás 2 er gott útvarp tað, sum nógv fólk tíma at lurta eftir. Vit hava einki lurtaragjalda at dúva upp á, og tí er tað umráðandi hjá okkum, at nógv fólk lurta eftir okkara rás, sigur Petur Jacobsen.

Hann hevur sett seg á ein stól á skrivstovuni, har hann og Randi - konan og trúgvur samstarvsfelagi í gerandisdegnum - halda til.

- Útvarp Føroya hevur nakrar skyldur, sum vit ikki hava, og tí nýtist okkum ikki at senda útvarp til minnilutar. Vit skulu hugsa um at røkka so breiðari fjøld sum gjørligt, tí tað er á tann hátt, at vit kunnu fáa okkara lýsingainntøkur, sigur Petur Jacobsen.


Byrjaði við konsertum

Stutt fyri jól í fjør fór Rás 2 í luftina fyri fyrstu ferð, og eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, hevur Rás 2 ment seg til at verða ein verulig útvarpsstøð, sum bjóðar alskyns útvarpstilfar.

Stjórin í felagnum er eisini maðurin, sum stendur aftanfyri rásina. Gjøgnum felagið ADJ Sound eigur hann meirilutan í Rás 2, og tað er hann, sum saman við sínum nærmastu hevur avgerandi orðið at siga.

47 ára gamli Petur Jacobsen er uppvaksin í Havn, Klaksvík og í Søldafirði. Pápi hansara var byggimeistari, og virksemið hjá honum hevði við sær, at familjan flutti eitt sindur í landinum. Hetta hevði eisini við sær, at Petur Jacobsen tíðliga gjørdist virkin í virkinum hjá pápa sínum. Hann koyrdi ella arbeiddi upp á maskinir, og longu sum 17 ára gamal átti hann sín fyrsta lastbil.

Petur Jacobsen fór í læru sum bilmekanikari, tá hann sum 14 ára gamal flutti úr Klaksvík til Søldafirðar, og mesta av tíðini eftir tað hevur hann brúkt til ymiskt handverk.

Men fyrst í 90'unum fór hann at takast meira við at skipa fyri konsertum, og serliga vóru tað tær tiltiknu gospelkonsertirnar, sum vóru í ítróttarhøllini í Runavík fimm ár á rað. Tað vóru risakonsertir, sum eisini kravdu nógv av Peturi og familjuni.

- Vit hildu so at siga ikki jól hesi árini, tí tað fór so nógv tíð til at leggja konsertirnar til rættis, og vit gjørdu rættiliga nógv burturúr, minnist Petur Jacobsen.

Í 1995 gjørdi Petur og konan bart, tá tey fóru til Svøríki fyri at fáa tað kenda Oslo Gospel Choir til Føroya at syngja. Hetta eydnaðist teimum, og tá Petur skuldi leiga eitt ljóðannlegg til hesar konsertir, helt hann, at prísurin var órímiliga høgur. Men ráð vóru fyri tí. Hann keypti sítt egna annlegg.

- Tað kostaði okkum eina hálva millión at fáa Oslo Gospel Choir til Føroya, men tá vit avgjørdu at keypa okkara egna anlegg til konsertirnar vóru vit alt í einum farin í holt við eitt projekt, sum samanlagt kostaði eina millión krónur, greiðir Petur frá.


Ætlaði sær ikki so langt

Hetta var byrjanin til ADJ Sound, sum síðani hevur leigað ljóðannlegg út til størri og smærri konsertir og dansir. ADJ Sound keypti í desember mánaði í 1997 kappingarneytan CAL, og síðani hevur felagið havt eina monopollíknandi støðu, tá tað umræður ljóðannlegg til størri tónleikatiltøk í høllum og dansistøðum kring landið.

Tað var eisini við fleiri leiguinntøkum í huga, at Petur Jacobsen av fyrstan tíð kom í samband við fólk, sum gjørd útvarp. Petur var boðin við til ein fund, har ætlanin var at bjarga Atlantic Radio. Hetta gjørdist ikki til nakað, og tá ætlanin síðani var at fara undir eina nýggja útvarpsrás, var ADJ Sound við í ætlanini.

- Eg kom eitt sindur eftir liðini inn í Rás 2. Eg hugsaði í fyrstu syftu bara um, at eg kundi leigað útvarpinum útgerð og harvið fáa fleiri leiguinntøkur. Tað var eisini tí, at eg var biðin um at koma við. Men so við og við vaks áhugin fyri útvarpsrásini, og tá valið í mars mánaði stóð ímillum at gevast ella at yvirtaka rásina, valdu vit at yvirtaka meirilutan í Rás 2, sigur Petur Jacobsen.

- Tá avgjørdu vit, at vit skuldu gera eina seriøsa roynd at gera eitt alternativ til Útvarp Føroya. Og hendan royndin kemur at halda fram. Nú seta vit ikki longur pengar til, men vit skulu hava fleiri inntøkur, so vit kunnu fáa virksemi í eina fastu legu og kunna bjóða fólki meira løn.

- Eg trúgvi, at tað ber til at hava eina slíka útvarpsrás, tí tað verða brúktir nógvir pengar til lýsingar í Føroyum, og kundu vit bara fingið ein lítlan part av hesum, so hevði tað borið til hjá okkum.


Ein treiskur enthusiast

Petur Jacobsen hevur tað avgerandi orðið at siga í Rás 2, og hann er høvuðsorsøkin til, at Rás 2 er blivið til tað, sum tað er í dag. Sjálvandi hevur hann dugnalig starvsfólk afturat sær, men tað er Petur, sum satsar pengar, og sum veruliga trýr upp á eina handilsliga rikna útvarpsrás í Føroyum.

Ein av teimum, sum hevur kent Petur Jacobsen í nógv ár, er Óla Jákup Rólantsson. Hann er programleiðari á Rás 2, og hevur arbeitt tætt saman við Peturi seinastu mánaðirnar.

- Petur er entusiastur. Fær hann eitt hugskot, so skal og má tað roynast. Og tað skal roynast ordiligt, einki er hálvgjørt. Riggar tað, so er tað bara fínt - riggar tað ikki, so smæðist hann heldur ikki fyri at viðurkenna tað, sigur Óla Jákup Rólantsson.

Hann hevur kent Petur, síðani Petur sum hálvvaksin flutti úr Klaksvík og til Søldafirðar at búgva.

- Vit eru bæði vinmenn og skyldmenn, og vit hildu nógv saman eitt tíðarskeið sum ungir, men tú klárar avgjørt ikki at lokka meg út við nøkrum frá teirri tíðini, sigur ein argandi Óla Jákup Rólantsson.

Hóast Petur Jacobsen er stjóri á Rás 2, og gjøgnum felag sítt, ADJ Sound, eigur útvarpsrásina, er hann ikki einaræðisharri á støðini. Hann fylgir væl við, men blandar seg lítið uppí beinleiðis programarbeiðið. Hinvegin

smæðist hann ikki fyri at traðka til, um onkrum berst frá at gera onkra sending.

- Sum stjóri á Rás 2 hevur hann higartil klárað væl at útdelegera tað, sum hann ikki dugir ella ikki vil duga, men hann er ikki bangin fyri at hjálpa til at gera sendingar, sjálvt um tað ikki akkurát er tað, hann tímir best.

Hann hevur yvirhøvur ikki skil fyri at gera útvarp, men er farin í holt við útvarpsstøðina, bara tí hann heldur tað verða eitt spennandi hugskot, metir Óla Jákup Rólantsson.


Kontantan stíl

Petur Jacobsen hevur altíð familjuna hjá sær við í tí, sum hann fæst við, og soleiðis hevur eisini verið í Rás 2.

Konan og tey fimm børnini hava øll havt ein fingur við í spælinum á Rás 2, og Petur heldur sjálvur, at tað er so upplagt at arbeiða saman við familjuni.

- Arbeiðir tú saman við Peturi, so arbeiðir tú eisini saman við tí mesta av familjuni hjá honum. Hann er sera familjukærur, og familjan er altíð uppi í, sigur Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2.

- Vit hava havt sovorðin arbeiði, sum hava gjørt, at vit hava verið sjónlig. Tí halda fólk, at vit eru so nógv saman, men eg trúgvi at soleiðis er tað í so nógvum føroyskum familjum, heldur Petur Jacobsen.

Petur er lættur av lindi, men tey, sum kenna hann, siga, at hann er treiskur og avgjørdur.

- Hann er bersøgin, kontantur, sera avgjørdur og heilt ófatiliga tvørur, og tað skulu sera góð argument til at fáa hann at broyta hugsan. Og kanska riggar tað ikki álíkavæl. Men afturfyri veitst tú altíð, hvar tú hevur hann. Hann er sera arbeiðssamur, og tað tykist ikki at nerva hann at arbeiða, tá onnur fólk hava frí. Tað mugu øll hini bara laga seg eftir, sigur Óla Jákup Rólantsson.

Bersøgni og kontanti stílurin hjá Peturi Jacobsen hevur eisini við sær, at hann við hvørt traðkar fólk yvir tærnar.

- Eg sigi við hvørt ov nógv við fólk, men tað kemst helst av tí, at eg havi ikki agg til nakran, fyri tað um vit eru ella hava verið ósamdir. Eg tími ikki at ganga og hugsa um, hvønn eg nú eri fornermaður við, tí tú rennir teg altíð inn í fólk, sum tú hevur havt onkran dyst við, og tí dugi eg onga meining at síggja í at verða fornermaður, sigur Petur Jacobsen.


Valmøguleikin umráðandi

Rás 2 er einki gullnám hjá Peturi Jacobsen ella Rás 2, men hann vónar, at tað verður útvarpsrásin, sum í framtíðini fer at geva dagligt breyð.

- Eg verði ikki ríkur av Rás 2, men eg vóni, at vit kunnu liva av tí framyvir. Tað er so nógv, sum eg kundi hugsa mær at gjørt, men kroppurin klárar ikki alt, og í so máta er Rás 2 eitt gott arbeiði hjá mær, sigur Petur Jacobsen.

- Eg dugi ikki enn at siga, um Rás 2 fer at bera seg, men eg trúgvi uppá tað, og tað er ein spurningur, um vit duga at gera tað á rættan hátt.

Og í royndini at fáa Rás 2 at bera til, er alneyðugt hjá Rás 2 at lokka lurtarar frá Útvarpi Føroya og at fáa tey at skrúva fram við Lindini.

- Í grundini kunnu vit ikki kappast við Útvarp Føroya, tí tað er eingin rættvís kapping. ÚF hevur ein umsetning, sum er meira enn 10 ferðir so stórur sum okkara. Teir hava eina rúgvu av fólki í føstum starvi, og teir hava verið til í nógv ár, men eg trúgvi framvegis, at vit kunnu vera eitt alternativ við síðuna av ÚF, sigur Petur Jacobsen.

- Eg síggi tað heilt stóra í, at fólk hava eitt val. At tey kunnu flyta av ÚF, tá tey ikki tíma at lurta har, og at tey kunnu flyta av Rás 2, tá tey ikki tíma at lurta har. Valmøguleikin er umráðandi.

Meðan Útvarp Føroya er tann stóra almenna, public-service støðin, er Rás 2 tann lítla handilsligt rikna støðin, og munur er á rásunum, heldur stjórin á Rás 2.

- Útvarp Føroya hevur eina langa traditión aftanfyri seg, meðan Rás 2 er nýggj og spontan, og vit kunnu arbeiða skjótt.

- Men um Rás 2 skal kunna halda fram, er tað alneyðugt, at føroyingar eru góðir við rásina. Uttan vælvild frá føroyingum ber tað ikki til, sigur Petur Jacobsen.

Og at ein heilhjartað roynd verður gjørd at fáa Rás 2 at bera til, er tann treiski Petur Jacobsen ein trygd fyri.