Tórsvøllur royndur av álvara

TÓRSVØLLUR stóð sína fyrstu veruligu roynd, tá føroyska landsliðið í fótbólti tók ímóti tí danska mikukvøldið. Áhugin var stórur. Øll atgongumerkini vórðu seld, og hóast eini 6000 fólk vóru í Gundadali hetta kvøldið, gekk alt væl. Bæði Fótbóltssambandið og Tórsvøllur megnaðu sína uppgávu til fulnar.

MIKUKVØLDIÐ prógvaði, at tað er rætt, at vit hava eitt veruligt landsstadion í høvuðsstaðnum, og at teir týðandi dystirnir verða spældir har. Tað skerst ikki burtur, at í høvuðsstaðnum er besti møguleikin at fáa so nógv fólk til dystir. Nú var áhugin fyri hesum dystinum serstakliga stórur, og nógv høvdu óivað farið inn á Svangaskarð, men neyvan hevði borið til at fáa so nógvar áskoðarar.


B68 tók eitt djarvt sig, og skjótir vóru teir í vendingini, tá toftamenn fingu í lag at gera fótbóltsstadion við grasvølli á Svangaskarði. Hesin vøllurin hevur havt stóran týdning og hevur verið við til at menna landsliðsfótbóltin í Føroyum. Vit kunnu kanska siga, at tað var gott, at havnarmenn vóru eitt sindur seinir í vendingini tá. Høvdu vit ikki fingið eitt fótbóltsstadion á Svangaskarði tá, og eitt varð gjørt í Havnini, høvdu vit neyvan fingið nakað annað í bræði. Og neyðugt og gott er at hava tveir grasvøllir, tá kappingar ella stevnur við fleiri liðum verða fyriskipaðar.


TÓKU toftamenn og kanska eysturoyingar dyggiliga undir við ætlanini á Svangaskarði tá fyrst í 90-unum, so kann ikki sigast annað enn, at havnarmenn hava tikið dyggiliga undir við Tórsvølli. Tá hann varð gjørdur í fjør, varð eitt stórt sjálvboðið arbeiði gjørt, og eisini seinni hava fólk tikið eina hond í.


HÓAST alt verður meira og meira professionelt og goldið verður fyri alt, er kortini gott, at nakað av tí gamla er eftir í Føroyum ? tað at taka eina hond í, hjálpa til, uttan júst at fáa nakað aftur fyri, men bara kunna gleðast við at hava hjálpt til. Ofta verður sagt, at tey ungu fáa bara alt í dag. Tey gera einki sjálvi fyri at fáa nakað. Hetta er kanska ikki heilt rætt, tí tey royna eisini, tá tey fáa høvi. Men í sambandi við Tórsvøll hava tað helst verið meiri pápar og abbar, sum hava tikið eina hond í.


TÁ hetta er sagt, so skal kortini viðmerkjast, at vónandi fær Tórsvøllur borið tað soleiðis í bandi, at útsjóndin ? serliga omaneftir og vestureftir ? verður fríðkað. Í dag er áskoðarapallurin einki prýði fyri Gundadal. Tvørturímóti. Tað at fara at hugsa um, hvussu útsjóndin kann betrast aftaná, er tann øvugta gongd. Men tað er gjørt so nógv øvugt í hesum máli, at hetta mugu vit taka við eisini. Fóru menn ikki til verka tá, høvdu vit ikki nakað fótbóltsstadion í dag. Bara spell, at rennibreytin ikki varð løgd rundan um vøllin. Men sum fótbóltsvøllur hevur hann av álvara staðið sína roynd!