Seta á stovn Kommunalt Arbeiðsgevarafelag

Tann 5. oktober er settur at vera stovningardagurin fyri nýggja kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum er tikið framaftur eftir at hava ligið í eini skuffu síðani miðskeiðis í áttatiárunum. ? Vit gera tað fyri at halda eitt javnt hóskandi lønarlag, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Kommunufelagnum, sum er stigtakari

Sveinur Tróndarson


Seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at t. d. Starvsmannafelagið ferðast frá kommunu til kommunu at gera sáttmálar, og tað er m. a. fyri at sleppa undan at sáttmálarnir víkja ov nógv frá hvørjum øðrum, at nýggja felagið verður stovnað.

- Í løtuni gongur rákið tann vegin, at lønarlagið verður eins líkamikið hvar í landinum tú er, og tað er fyri at halda eitt javnt hóskandi lønarlag, vit seta á stovn eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur Jógvan K. Mørkøre.

Kortini viðgongur Jógvan, at hann ikki hevur tosað við Starvsmannafelagið um hvussu arbeiðast skal frameftir.

- Nei, tað havi eg ikki. Og eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at gera tað enn. Lat okkum fyrst fáa felagið upp á beinini, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.


Gomul ætlan

Ætlanirnar um at seta á stovn eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag eru ikki nýggjar. Minni enn so. Miðskeiðis í áttatiárunum varð gjørd ein roynd, men hon datt niðurfyri. Tá var ætlanin komin rættiliga langt, men so kom kreppan, og tey næstu árini máttu kommunurnar brúka alla orku upp á kreppuloysnir.

- Men vit høvdu gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiðið, so vit vóru rættiliga væl fyri tá, sigur Jógvan.

Hóast fyrireikingararbeiðið bert var gjørt frá kommunalari síðu, so er Jógvan vísur í, at grundarlagið var gott til at byrja eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, men tað skuldu altso ganga umleið 15 ár, áðrenn tað veruliga kom.

Formaðurin í Kommunufelagnum sær einki løgið í at gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Hann heldur tað verða eins náttúrligt og tað er fyri privat feløg, at gera eitt landsdekkandi arbeiðsgevarafelag, sum hevur samráðingarrætt. Og tá kommunur ikki hava loyvið til at gerast limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, so er hetta tann skilabesta loysnin.

- Tankin og endamálið við okkara felag er tann sami. Men fyri at kommunurnar kunnu geva frá sær samráðingarrætt, so mugu tær hava loyvið frá landsstýrinum fyrst, sigur hann.


Helmingurin er málið

Jógvan Mørkøre leggur eina við, at kommunala arbeiðsgevarafelagið verður stovnað hesaferð. Seinast gekk tað eitt sindur seint fyri seg, og tað vil hann ikki skal henda hesaferð.

- Vit hava longu fingið fráboðan frá 12 kommunum, sum vilja vera við, men málið er, at helmingurin av kommununum í Føroya Kommunufelag, skulu gerast limir. Men felagið verður stovnað undir øllum umstøðum, sigur Jógvan K. Mørkøre.

Tað er hansara fatan, at tað í fyrsta umfari ikki hevur so stóran týdning at allar eru við at stovna felagið, tí tær kunnu koma upp í aftaná.

- Føroya Kommunufelag stendur sum stigtakari av felagnum, men tað merkir ikki, at felagið bara er ætlaður limakommununum í Kommunufelagnum. Allar kommunur í landinum eru vælkomnar at gerast limir í felagnum, og tað vóna vit eisini at tær gerast, sigur Jógvan.


Limagjald eftir lønarútgjaldingum

Sum vanligt er, tá eitt felag verður stovnað, so eru tað limirnir, sum skulu gjalda tað, sum tað kostar at reka felagið. Her hugsar Jógvan sær, at eitt fólk verður sett at taka sær av rakstrinum, fyri at talan ikki skal gerast um vinstrahondsarbeiði, sum hann tekur til.

- Tað er neyðugt, tí talan er um eitt stórt og tungt øki. Tì er neyðugt at seta fólk at taka sær av tí. Um tað verður í hálvum ella fullum starvi er ov tíðliga at siga nakað um enn.

Kostnaðin av felagnum hugsar hann sær, at limirnir í felagnum skulu bera, og hann verður býttur eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar hjá kommununi eru.

- Eg hugsi, at tað er tann rættasta loysnin, sigur Jógvan K. Mørkøre.

- Tað er sami leistur, sum verður brúktur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Og formaðurin í Kommunufelagnum er helst á rættari leið, tí umframt tær kommunur, sum hava boðað frá, at tær taka undir við uppskotinum, so er ikki óhugsandi, at tær stóru kommunurnar taka undir við uppskotinum um eitt felags kommunalt arbeiðsgevarafelag.