Skómakarin í Fuglafirði níti

Í dag verður Johannus Jacobsen í Fuglafirði níti ár. Millum fuglfirðingar man hann best - og eina mest - verða kendur sum Skómakarin.

Abbi kom til Fuglafirðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen.

Abba

dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20?unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnargøtu - og veit hann okkum nógv at siga um gomlu Havnina, ið tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir.

Í 1930 fór abbi til Fuglafirðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættuliga, men mær er fortalt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari - og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjófólki.

Saman við abbasysti, Magninu, flutti hann til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eisini ommu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936.

Abbi og verkstaðið hava altíð verið ein eind, og enn er verkstaðið ein partur av húsinum. Tá vit vóru børn, var abbi á verkstaðnum allan dagin, og omma helt hús, var í køkinum og vaskaði klæði. Í dag brúkar abbi ikki so nógvar tímar á verkastaðnum. Nú eru tímarnir fleiri í køkinum, har hann bakar og matger.

Stórur saknur var, tá omma í 1977 doyði, men lívið skuldi halda fram, og sum við handverkinum hevur hann evnini at skapa trivna og lív rundan um seg. Hugaligar eru eisini løturnar, tá Malla, systirin úr Funningi vitjar, og nú abbi er 90, og abbasysti 99, verður stuttligt at síggja báðar »nítiáringarnar« í Fuglafirði í dag.

Abbi og omma fingu sjey børn. Tólv eru abbabørnini og 21 eru langabbabørnini. Góði abbi! Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta.


abbabørn