eyguni mala í heysinum á honum, er kanska stuttligt ta løtuna, men tá hann gerst í øðini triðja dag, tí at leikuhandilin er stongdur vegna vøruteljing, hevði kanska verið upp á sítt pláss, at ávaringa [...] høvdið, kemur mær til hugs, at ikki verða jólini hjá teimum vaksnu løgd til rættis á ein meira skynsamiligan hátt. Ein endaleys tuskan úr handli í handil at keypa tílíkt, sum antin verður til ovát ella [...] ávaringarlúðrarnir hjá foreldrunum fóru at ýla. Tað fara teir kanska eisini, men teir verða skjótt slóktir aftur og eru í øllum førum gloymdir næstu jól. Og alt meðan hesir lítið hugaligu tankar um jólini hjá
søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera. Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dyljast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast sum ein samanhangandi og livandi frásøgn [...] tikin fram í bókini og í hvørjari raðfylgju. Tað sæst beinanvegin, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hesari stødd. Tað er gott, at lesarar straks møta navninum Herodot [...] Herodot, sum fyri hálvtriðja túsund árum legði grundarsteinarnar. Um endamálið við søgu høvdu kanska ikki allir verið samdir við orðingini um, at søgan hevur týdning fyri fatanina av fortíðini og nútíðini
traditión hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turrisligari stíl. Javnvigast má kortini millum tað, sum kann [...] rin er her meira ein partur av ævisøguni, enn hann er skaldskapur, sum fyri sína egnu skyld verður settur í miðjuna og kannaður. ÆVISØGAN Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein persón, sum hevur [...] størri vevnaði, hvørs høvuðseyðkenni ella hægri merking ein kann hava ilt við at hóma. Aðrastaðni í bókini vísir Hanus á, hvussu tað ber til at síggja ein felags bygnað í øllum hesum søgunum um skaldið J. H
-Tað er ikki líkamikið. Ein loysn, sum veitir føroyingum endurgjald, tí partabrøvini høvdu eitt annað virði, enn Den Danske Bank helt, er ikki ein virðilig loysn. Einasta loysn er ein politisk avtalað loysn [...] Ein av høvuðspersónunum í føroyskum politikki í mong mong ár, Atli Dam, og ein teirra, sum hevur verið mest drigin uppí bankamálið og onnur mál, ið hava havt tilknýti til kreppurnar, sum verið hava seinastu [...] veruligar samrøður við eftirfylgjandi samráðingum kanska, so vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí, sum sera tungligt bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga,
at verða gjørdur um Vestmannasund -einaferð. Men spurningurin er, um hetta er rætta tíðin. Tað er ein sannroynd, at hesi seinastu seks árini eru alt ov lítlar íløgur gjørdar í at útbyggja og halda samfelagið [...] eitt turt stað. Jóannes Eidesgaard heldur tí, at tað er sera trupult at geva fólkið tann boðskap, at ein íløga í fast samband um Vestmannasund er tann mest átrokandi, og tann alt avgerandi, beint nú. Hann [...] einasta sáliggerandi beint nú, samstundis sum ferðasambandið til Suðuroyar er so vánaligt, at verður tú ein minutt ov seinur til Smyril, skalt tú í flestu førum bíða eitt heilt samdøgur, áðrenn tú fært kansin
koma víðari fram. Jóannes bóndi, var ein av hesum monnum - og enn ikki heilt útkoyrdir av at stríðast fyri sjálvstýrið Føroya - segði í 1946, tá áttati ára gamal, við ein tá ungan mann, sum fekst eitt sindur [...] hava føroyingar ikki kunna tikið seg saman, og tikið róður í hond fyri at stýra egnum landi. Hyggur ein aftur í tíðina, sæst at føroyingar mangan hava gjørt ferðir til Danmarkar at tala við kong og stjórn [...] ikki upplivdi. Hann andaðist skamma stund undan, yrkti hann hesa yrking, sum eg haldi er líka, og kanska meira sannleikin í dag enn tá. Danski boðskapurin 27. mars 1946. Lag: Billu Símun Tey boð vit hava
góðum innliti í tí herligu forrætning ein banki er, tevjaði hann møguleikan at tjena eitt sindur meira av peningi enn tær krónur, ein pylsuvognur ella kanska ein kiosk kasta av sær. Okkara neyðars tjóð [...] fjølmiðlunum, er tað bara ein spurningur um tíð, so er tann farleiðin inn á meginlandið farin í søguna. Postverkið skal eisini privatiserast. Til hvat? Fyri aftur at reisa ein gravstein yvir eina almenna [...] og fremst skrivaðar fyri at háða. Eg havi m.a. tað felags við ein stóran part av føroysku tjóðini, at eg líði av eini djúpari indignasjón, ein kensla, sum í summum førum hevur útvilkað seg til reint hatur
partar. Hetta gevur verkinum ein frískan dám, men kanska eisini eitt sindur av »stílórógv«, og tú verður kanska eitt sindur skakkur, tá kórið knappliga tekur tráðin upp, ið kanska ikka var við hondina! Løgini [...] nøvnini á satsunum. Ein satsur nevndist: »flugt«, men hvussu eg royndi, kundi eg við mín besta vilja ikki hoyra nakra flýggjan í tónunum. Ein mynd sýndi Barbu og Pál í hvanngarðinum ein góðan summardag: blómuangi [...] eisini eina góða mynd, har smálutir koma undan kavi, ið tú valla varnast í høllini. Væleyðnað konsert Kanska besta í røðini ? um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv positivt at
Eisini vísir blaðið á, at líka so nátúrlig sum sjálvstýristrongdin hjá føroyingum og grønlendingum er, eins neyðug eru búskaparligu bondini við Danmark fyribils. Um 10 dagar verður tann 2500 síður stóra ba [...] kjakast um málini á demokratiskan hátt. Hvat er galið við tí, at forsætisráðharrin fer til Føroya til ein langtsíðani planlagdan ríkisfund og nýtir høvi - innan bankakanningina - at lurta eftir hvat føroyingar [...] og Grønland verði hansara persónliga territorinum óansæð, hvønn forsætisráðharra, vit hava havt. Kanska er tað tað, ið nívur hann. Hann vil hava tað at síggja út sum um Nyrup er bangin fyri at fara til
hundrað árum síðani stóð ein nývaldur Sambandsmaður á røðarapalli í danska ríkisdegnum og lovaðaði dønum av hjarta, at »vi færinger føler os ganske som danske«. Í 1998 boðar ein annar Sambandsmaður, Føroya [...] betri fólk at stýra? Men kanska er hann føddur hálva øld ov seint. Koloniirnar eru flestar burtur, so skal hann spæla danskur guvernørur nú á gáttini til 21. øld, so er kanska líka frægt hjá honum at hann [...] forsætisráðharran. Ivaleyst er ymiskt hvat fólk halda um tílíkar demonstratiónir, og helst er hetta ein orsøkin til at summir løgtingslimir hava takka ja til at koma á fund við forsætisráðharran. Men soleiðis