Seinasti guvernørurin skammast

Viðmerking til útsøgn hjá løgmanni í donskum sjónvarpi.

Viðmerking til útsøgn hjá løgmanni í donskum sjónvarpi.

Mánakvøldið 05. januar 1998 sást Føroya løgmaður, Edmund Joensen, í donskum sjónvarpi. Hetta var í sambandi við at danski forsætisráharrin skal til Føroya á vitjan. Vit, sum hava fylgt við í donskum fjølmiðlum seinastu dagarnar, hava skilt, at stórur partur av løgtingslimunum hava takka nei til at hitta forsætisráðharran. Ivaleyst er ymiskt hvat fólk halda um tílíkar demonstratiónir, og helst er hetta ein orsøkin til at summir løgtingslimir hava takka ja til at koma á fund við forsætisráðharran. Men soleiðis er demokratii: Ymsar hugsanir møtast, stríð standa og tá krútroykurin lættir, ber til at síggja nýggju støðuna á hugsjónarliga vígvøllinum. Á henda hátt eru øll vesturlendskt samfeløg vorðin til.

Spurdur hvørt hann var foyur um avgerðina hjá løgtingslimum, sum ikki ætlaðu sær á fund við Nyrup Rasmussen svaraði Føroya løgmaður Edmund Joensen, at tað var hann. Hann segði seg skammast atburðin hjá løgtingslimunum, og hann dróg saman um við uppgávurødd, at »sådan er politik her på Færøerne«.

Fyri knappliga hundrað árum síðani stóð ein nývaldur Sambandsmaður á røðarapalli í danska ríkisdegnum og lovaðaði dønum av hjarta, at »vi færinger føler os ganske som danske«. Í 1998 boðar ein annar Sambandsmaður, Føroya løgmaður Edmund Joensen, at hann skammast sítt fólk, og atburð tess. Hetta boðar hann í størsta danska fjølmiðlinum, »TV-avisen« hjá Danmarks Radio, og hann dregur saman um, at fólk hansara dugir ikki at bera seg at.

Hugsi at Føroya løgmaður, Edmund Joensen hevur lisið uppá demokratii, sum ein ávísur lesur Halgubók. Eg helt í hvussu var, at tað var fólkið, sum setti leiðaran at tæna sær. Men um Edmund Joensen heldur tað hanga øðrvísi saman, hví fer hann so ikki út og finnir sær eitt betri fólk at stýra?

Men kanska er hann føddur hálva øld ov seint. Koloniirnar eru flestar burtur, so skal hann spæla danskur guvernørur nú á gáttini til 21. øld, so er kanska líka frægt hjá honum at hann roynir hetta í Føroyum. Vónandi lata føroyingar sær ikki lynda.


Keypmannahavn 05.01.1998