í landinum við 111 íbúgvum og smáar kommunu hava lítla fíggjarliga orku at umvæla skaðar ið standast av slíkum náttúruvanlukkum, sum tær ið raktu Húsavík og Dal. Og tað er eisini javnan at slík mál [...] Tvær ferðir upp á stutta tíð, er stórur skaði hendur í Húsavík og í Dali av brimi. Men tað er nú greitt, at tey skulu ikki dúva upp á stuðul frá tí almenna til at gera skaðarnar aftur. Páll á Reynatúgvu [...] kommunalan vanlukkugrunn, sum allar kommunur rinda í og sum skal hjálpa til at fíggja umvælingar, sum hesar. Tað er einki komið burtur ýr hesum, men samgongan og Sjálvstýrið halda tí, at nú eigur landsstýrismaðurin
Útlendsk ferðafólk í Føroyum eru fyrst og fremst úr norðanlondum og úr Evropa, og so letur til at m.a. tann amerikanski marknaðurin eisini veksur skjótt. Tað sigur Jóhan Pauli Helgason á, mennin [...] eitt eksklusivt og fjarskotið ferðamál. Tað er lutfalsliga dýrt at ferðast til og at vera í Føroyum, so útgangsstøði er longu, at tað eru fólk við pengum, sum velja Føroyar sum ferðamál. Og tað er gott. [...] sum vit ikki fáa hagtøl frá og sum hevur við sær, at partur av vinninginum fer av landinum. Trupulleikin við Airbnb og bústaðarpolitikki kenna vit eisini aðrastaðni frá, og tað órógvar eisini eitt nú
tað gott eftir umstøðunum, og Vesturbúgvin er á veg heim, sigur MRCC í eini stuttari fráboðan í morgun. Nú verða tað Vørn og Sjóvinnustýrið, sum fara at kanna hendingina og úrslitið av tí fer so at vísa [...] stoyttu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman suðuri móti markinum sunnan fyri Føroyar. MRCC sigur, at Eysturbúgvin sakk eftir eini stuttari løtu. Sjey mans vóru við Eysturbúgvanum, og teir vórðu allir bjargaðir [...] vísa, hvat víðari hendur. Løgreglan sigur, at menninir fáa tilboð um sálarliga kreppuhjálp, tá ið teir koma heim. ##med2##
av russiskum herdeildum í vikur og er undir stórum trýsti. Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. - Hava vit stríðsflogfør, nóg mikið av hernaðarakførum og spreingiløðingar megna vit at bjarga [...] ukrainski herurin fær næstan alt, sum teimum tørvar, men tíð má ikki fara til spillis. Lív verða mist, og hetta eru lív, sum Ukraina ikki fær aftur, legði Volodymyr Zelenskyj aftrat. Loysingarfólk í Donetsk [...] i havnabýurin, sum liggur við Azovhavið í landsynningspartinum av Ukraina, er fallin í russiskar hendur. Men, høgtstandandi herleiðari í ukrainsku verjuni segði í gjár, at sambandið við ukrainsku herdeildirnar
ikki at gevast á hondum og bara sita og hyggja at, uttan at gera okkurt. Tí tað ber enn til at tryggja eitt minstamát av skili og rættvísi á ávísum økjum í fiskivinnupolitikkinum, og fram eftir má tryggjast [...] nakrar fáar reiðarar, sum á privatum uppboðssølum og við útlendskum ognarlutum í rygginum kunnu keypa og selja rættindini sínamillum – tað er at keypa og selja atgongdina til fiskiríkidømið, sum sambært [...] enn at nógvir aktørar eru, og ongin klárar seg. Eisini skulu aðrir lívfrøðiliga og umhvørvisliga meira skynsamir hættir at fiska upsan roynast. Fiskiskapurin hjá línuflotanum og teimum størru útróðrarbátunum
eisini fáa kvalma og spýggja. Sjúkan kann vara frá fáðum døgum til fleiri vikur. Tey, sum verða illa sjúk, ella tey, sum liggja leingi, eiga at seta seg í samband við lækna. Tað hendur seg av og á, at salmonella [...] ímóti at eta tey vælkebdu Kinder-eggini, tí børn og vaksin kunnu verða illa sjúk av tí. Tað er nevninga vandi fyri at fáa salmonella av at eta hesi eggini – og salmonella í sjokulátu er serliga vandamikil
smoltstøðir og við at viðgera vatn og reinsa slamm, og teir arbeiddu eisini nógv fyri okkum í Skotlandi. Fyritøkan ger ymiskt til alivinnuna, og her verður eisini arbeitt við nýmenning, eins og arbeitt verður [...] stýringar, sensorar og forrit, soleiðis at alarin bæði sær fiskin niðri í ringunum, sær ringin oman á vatnskorpuni og kann regulera fóðurnøgdir, eins og alarin eisini kann avlesa bæði ilt og hita í sjónum. [...] aliringi, og endmálið við hesum ljósum er at halda kynsbúningini hjá laksinum, sum gongur í ringunum, aftur. - Okkara aliljós eru bara blivin betur og betur, og tey eru eisini vorðin sterkari og meira u
viðgerðar í Løgtinginum og kjakið og brikslið bleiv endurtøka og eins og undanfarnu árini. Samd við Bill Justinussen um at orðaskiftið má skifta skap, orðaskiftið má strukturerast og orðaskiftið má verða [...] landinum, eggjar fleiri til nýhugsan og framdrift og fremur tann felagsskap og skattainntøkur, sum meira náttúrliga fella til landið. Tí yvirskotini verða ikki so risastór. Og sum nú er bilar tað ikki um tey [...] . Fiskivinna er so sera nógv og viðkemur so nógvum aktørum og nógum eindum í samfelagnum. Vit kunnu royna at bólka hetta í evni. -- Gøgn, - veiðufør, reiðskap, manning og vitan Úrtøka, - rund, meirvirkjan
Tjaldrið varð bygt í 1976, og tí slepst ikki undan tekniskum trupulleikum og eitt nú er tað onkuntíð trupult at fáa fatur á. Tað hevur til tíðir verið trupult at fáa hendur á eykalutum; hetta ger, at [...] í gjár. Í gjár hevði Løgtingið aðalorðaskifti um fiskivinnuna og har varð upplýst, at fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn er avmarkað og ikki so gott, sum tað átti at verið. Ein orsøk til tað, er, at Tjaldrið [...] endamálið. Og í Løgtinginum í gjár var landsstýrismaðurin spurdur um ætlanin er at taka av tilboðnum úr Noregi. Men hann gjørdi greitt, at sum støðan er nú, verður einki nýtt skip útvegað. Tað er rætt og slætt
kommunalu reglugerðina. Afturat hesum vaskar okkara umhvørvismyndugleiki hendur og gevur ábyrgdina til kommunurnar at avgreiða og umsita, skrivar felagið, sum endar við at siga soleiðis: – Landsstýrismaðurin [...] felagnum, skrivar, at seinastu vikurnar hevur felagið fingið fleiri klagur úr Ánunum, Kollafirði, Tórshavn og Runavík um skip, sum halda ov nógvan gang. – Fólk livdu í vónini um at fáa frið í egnum heimi, men [...] innan fyri markið. Kontakta tey umhvørvisstovuna, fáa tey at vita, at kommunan er kærumyndugleiki, og at kommunala reglugerðin er galdandi. Sambært kommunalu reglugerðini skulu ljóðmátingar gerast, um