- Ukraina hevur ikki neyðugu vápnini til at loysa havnabýin, Mariupol, úr russiskum hafti. Býurin hevur verið kringsettur av russiskum herdeildum í vikur og er undir stórum trýsti.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
- Hava vit stríðsflogfør, nóg mikið av hernaðarakførum og spreingiløðingar megna vit at bjarga býnum, segði forsetin í einari video-røðu í gjár.
Hann segði seg vera fullvísan í, at ukrainski herurin fær næstan alt, sum teimum tørvar, men tíð má ikki fara til spillis. Lív verða mist, og hetta eru lív, sum Ukraina ikki fær aftur, legði Volodymyr Zelenskyj aftrat.
Loysingarfólk í Donetsk søgdu sambært russiskum tíðindastovum gjáramorgunin, at strategiskt týdningarmikli havnabýurin, sum liggur við Azovhavið í landsynningspartinum av Ukraina, er fallin í russiskar hendur.
Men, høgtstandandi herleiðari í ukrainsku verjuni segði í gjár, at sambandið við ukrainsku herdeildirnar í býnum, sum verja Mariupol, er ikki brotið.
Útlendskir miðlar vísa í morgun til eitt uppslag á síðuni hjá 36. marinubrigaduni hjá Ukraina, sum er deildin í Mariupol. Her verður sagt, at hermenninir eru kringsettir, og at fangilsi ella deyði bíðar teimum.
Men, myndugleikarnir í Ukraina vísa aftur, at tað er støðan í Mariupol í løtuni. Serfrøðingar eru ivingarsamir um, hvørt uppslagið er veruligt - ella, um tað eru teldusníkar, sum hava gjørt seg inn á síðuna.
##med2##












