Útlendsk ferðafólk í Føroyum eru fyrst og fremst úr norðanlondum og úr Evropa, og so letur til at m.a. tann amerikanski marknaðurin eisini veksur skjótt.
Tað sigur Jóhan Pauli Helgason á, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.
Hann vísir á, at javnan hoyrist, at vit skulu royna at fáa rík ferðafólk at koma hendavegin. Men so einfalt heldur menningarleiðarin hjá Visit Faroe Islands ikki at tað er.
– Vit eru frammanundan eitt eksklusivt og fjarskotið ferðamál. Tað er lutfalsliga dýrt at ferðast til og at vera í Føroyum, so útgangsstøði er longu, at tað eru fólk við pengum, sum velja Føroyar sum ferðamál. Og tað er gott. Vit skulu royna at sleppa undan hópferðavinnu, vit mugu byggja okkara ferðavinnu á góðskuvørur og upplivingar og vit eiga at gera alt fyri, at ferðavinnan verður verandi á Føroyskum hondum, so vinningurin liggur eftir í landinum.
Ferðaðust í egnum landi
Tá korona gjørdi um seg fór Ferðaráðið undir herferðina um at ferðast í egnum landi.
– Vit gjørdu eina heimasíðu við pakkatilboðum til føroyingar, eftirsum tað er ikki nakað, sum nakar hevur gjørt fyrr. Um tú fert inn á síður, sum selja ferðavinnutilboð, so er mestsum alt á enskum. Vit royndu tað tá sum eitt eingangsfyribrigdi, tí tað er ikki endamálið hjá Visit Faroie Islands at selja vørur og upplivingar. Endamálið var at menna nýggj tilboð, at góðskumenna verandi tilboð við fleiri myndum v.m. og at gera allar teir nýggju møguleikarnar sum ferðavinnan hevur skapt meiri sjónlig fyri føroyska keyparan. Tað haldi eg eydnaðist sera væl. Í ár verður ikki eins nógv gjørt burturúr, eftirsum tað er líkt til at vit fáa eitt meiri ”vanligt” summar, men á sosialum miðlum fara vit at gera ymiskt.
Skuldu røkka einar milliard í umsetningi
Fyri koronu var ætlanin at røkka eina milliard í umsetningi av ferðafólkavinnuni. Í 2019 var komið upp ímóti 800 milliónum og nógv bendir á, at málið um 1 mia. kr. í umsetningi hevði verið rokkið, um korona ikki órógvaði.
– Nú eru nýggj hotel sum hava stóran umsetning, sum koma afturat. So er spurningurin, hvussu støðan verður við airbnb. Higartil er nógv sum bendir á, at privat gisting (sum t.d. airbnb) hevur loyst tann fløskuháls, vit hava havt við vantandi kapasiteti í háárstíðini og vit vita eisini, at nógv valdu airbnb, tí tey ikki fingu hotellkamar. Vit gjørdu kanning í 2018, sum m.a. vísti at heili 38 prosent av teimum spurdu høvdu gist privat.
Hann vísir á, at eitt nú Airbnb og heimablídni er gott hjá fólki kring landið at vinna pening í ferðavinnuni. Saman við skipanum sum Heimablídi ger hetta at gáttin at koma inn í ferðavinnuna er sera lág. Øll sum hava hug og hugflog kunnu nærum fara í gongd í morgin um tey vilja.
Gott høvi hjá fólki kring landið at fáa vinning
Tað eru eisini eyðsæddar avbjóðingar við skipanum sum Airbnb, bæði tí tað er ein útlendsk skipan, sum vit ikki fáa hagtøl frá og sum hevur við sær, at partur av vinninginum fer av landinum. Trupulleikin við Airbnb og bústaðarpolitikki kenna vit eisini aðrastaðni frá, og tað órógvar eisini eitt nú í Havn.
Men kring landið har aðrir gistingarmøguleikar ikki er, er tað í øllum førum gott høvi hjá fólkinum at fáa fatur í vinninginum í ferðavinnuni – slíkar skipanir eru við øðrum orðum við til at spjaða virksemið og inntøkuna frá ferðavinnuni um alt landið.
– Vit eiga tó at vera ansin og til reiðar at regulera skipanir sum airbnb. Tað hava vit lært frá øðrum londum, sum fáa munandi fleiri ferðafólk enn vit, sigur Jóan Pauli Helgason at enda.










