Føroyskt skip sakk eftir stuttari løtu

Samanstoytur ímillum Vesturbúgvan og Eysturbúgvan á gullaksaveiðu

Beint fyri klokkan fimm í morgun stoyttu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman suðuri móti markinum sunnan fyri Føroyar.

 

MRCC sigur, at Eysturbúgvin sakk eftir eini stuttari løtu.

 

Sjey mans vóru við Eysturbúgvanum, og teir vórðu allir bjargaðir Vesturbúgvan beinanvegin. 

 

Allir mans hava tað gott eftir umstøðunum, og Vesturbúgvin er á veg heim, sigur MRCC í eini stuttari fráboðan í morgun.

 

Nú verða tað Vørn og Sjóvinnustýrið, sum fara at kanna hendingina og úrslitið av tí fer so at vísa, hvat víðari hendur.

 

Løgreglan sigur, at menninir fáa tilboð um sálarliga kreppuhjálp, tá ið teir koma heim.

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd: Eysturbúgvin og Vesturbúgvin á skipasmiðjuni hjá Mest í Havn