Húsavíkar kommuna fær ongan almennan stuðul á hesum sinni

Men landsstýrismaðurin á økinum verður nú biðin um at loysa hetta álvarsmál sum skjótast

Tvær ferðir upp á stutta tíð, er stórur skaði hendur í Húsavík og í Dali av brimi. Men tað er nú greitt, at tey skulu ikki dúva upp á stuðul frá tí almenna til at gera skaðarnar aftur. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Húsavíkar kommunu tvær milliónir í almennum stuðuli til at umvæla skaðarnar fyri.

 

Men nú fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er tað greitt, at tað eru hvørki tey í samgonguni, ella tingmaðurin fyri. Sjálvstýri, sinnað til.

 

Húsavíkar kommuna er ein av minstu kommununum í landinum við 111 íbúgvum og smáar kommunu hava lítla fíggjarliga orku at umvæla skaðar ið standast av slíkum náttúruvanlukkum, sum tær ið raktu Húsavík og Dal. Og tað er eisini javnan at slík mál enda í Løgtinginum.

 

Annars hevur verið tosað um at gera ein kommunalan vanlukkugrunn, sum allar kommunur rinda í og sum skal hjálpa til at fíggja umvælingar, sum hesar. Tað er einki komið burtur ýr hesum, men samgongan og Sjálvstýrið halda tí, at nú eigur landsstýrismaðurin á økinum at taka hetta mál, sum tey kalla eitt álvarsmál, upp við kommunurnar fyri at tryggja eina loysn. Tí heita tey nú á landsstýrismannin um at fremja hetta skjótast gjørligt tí tey halda, at slíkar stuðulsskiparnir eiga at verða ein heildarloysn og at tær ikki eiga at taka støði í einstøkum hendingum.

 

Men tað er greitt, at hetta verður ein avbjóðing hjá landsstýrismanninum, tí orsøkin til, at vanlukkugrunnurin ikki er veruleiki, hóast tosað hevur verið um hann í minst 10 ár, er, at kommunurnar eru ikki samdar um tað og at tað eru nógvar kommunur, sum ikki vilja rinda í ein slíkan grunn.