Tað skrivar felagið Heimafriður í skrivi til miðlarnar í morgun.
Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum, skrivar, at seinastu vikurnar hevur felagið fingið fleiri klagur úr Ánunum, Kollafirði, Tórshavn og Runavík um skip, sum halda ov nógvan gang.
– Fólk livdu í vónini um at fáa frið í egnum heimi, men kommunala reglugerðin, sum kom í gildi 1. januar 2022, hevur víst í verki, at hon er sett í gildi fyri at rættvísgera larmin við havnaløgini, skrivar felagið.
– Í grundini hevur reglugerðin gjørt tað verri fyri borgarar nær havnaløgunum, tí tá tey nú klaga, so fáa tey bara at vita, at larmurin er innan fyri markið. Kontakta tey umhvørvisstovuna, fáa tey at vita, at kommunan er kærumyndugleiki, og at kommunala reglugerðin er galdandi.
Sambært kommunalu reglugerðini skulu ljóðmátingar gerast, um skipið, sum verður klagað um fyri síðani at meta um, hvørt skipið skal gera ábøtur til næstu ferð skipið kemur til bryggju.
– Í praksis merkir hetta, at fólk skulu bíða eftir friði út í endaloysi, tí tað eru fleiri hundratals skip, sum potentielt koma til bryggju í Føroyum. Harafturat eru ongar avleiðingar ella revsing fyri at bróta kommunalu reglugerðina. Afturat hesum vaskar okkara umhvørvismyndugleiki hendur og gevur ábyrgdina til kommunurnar at avgreiða og umsita, skrivar felagið, sum endar við at siga soleiðis:
– Landsstýrismaðurin skal vita, at fólk, sum hava sett sítt álit á, at okkurt fór at batna, hava sæð, at kunngerðin hevur gjørt meira skaða enn gagn.











