royndi at fáa gongd í, meðan álopsspælið koyrdi heilt hampuligt. Um tað var tað vánaliga spælið hjá Fleyr í fyrsta setti, sum gjørdi tað, ella okkurt annað, skal verða ósagt, men í øðrum setti var Mjø [...] sermerki í ár, var burtur sum døgg fyri sól. Hjá Fleyr gekk harafturímóti munandi betri. Verjuspælið var munandi betri nú, og álopsspælið kom eisini fyri seg. Við hesum kom eisini bardagaandin aftur í teir [...] kortini. Hinar deildirnar Tað varð eisini kappast í fyrstu og aðru deild, bæði hjá monnum og kvinnum. Í fyrstu deild hjá monnum hevur SÍ gjørt bart. Í landskappingini liggja teir klárt á odda, og tað man
loysnum uppá alt. Eg havi fyrst og fremst í hyggju at eggja føringum til at hugsa um annað og meiri enn bankakanningina. Hana leggja danir í veruleikanum so lítið í, at tá atkvøðast skal um nýggja ES-sáttmálan [...] og ES vilja hava føroysku oljuna. Oljan í stó-rum parti av Norðsjónum er uppi um eini 20 ár, og ES fer at mangla olju aðrastaðni frá um somu tíð. Annar logikkur er ? soleiðis hugsi eg ? ikki í hesum. Men [...] framvegis at lata fiskin vera berandi grundarlagið? Hava vit einki lært av, at hvørja ferð ein hørð ódn rakar landið, so hvørvur stórur partur av fiskinum í nøkur ár. Soleiðis hevur tað verið líka síðani onglendingar
høgt. Johan K. Joensen, fyrrverandi sparikassastjóri, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum í 18 ár og fyrrverandi nevndarlimur í fíggingargrunninum, heldur, at tað verður eitt sera fløkt og torgreitt r [...] Gera teir ikki tað taka teir alt annað við sær í fallinum. Johan K. Joensen sigur, at fyri peningastovnarnar er tað alt avgerandi, at fólk hava álit á bankunum. Hava tey ikki tað, flyta tey pengarnar [...] djúpt, at bankin skuldi verða bjargaður í einum. Tí tað vísir seg nevniliga, at oftast fara bankar tvær ferðir, táið teir fyrst fara, tí tað, sum verður gjørt í fyrstu syftu, er ikki nóg mikið. Eg haldi
fram álit um arbeiðsrætt. Í álitinum var millum annað eisini eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. Uppskotið varð tó ongatíð borið niðan í løgtingið. Hjálagda uppskot byggir í stóran mun á álitið frá [...] Flest lond í heiminum hava ein arbeiðsrætt til at taka sær av sáttmálabrotum á arbeiðsmarknaðinum. Nú tá oljuvinnan stendur fyri durum, og útlendingar hava áhuga at stovna arbeiðspláss í Føroyum, er [...] Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir báðir løgtingsmenninir: Á sumri í 1989 samtykti tásitandi landsstýri at seta eina nevnd, hvørs setningur skuldi vera at fyrireika uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt
stig til at fáa ein nýggjan fund. Fundir í juli og september Gongdin í málinum var annars tann, at eftir ein steðg í meira enn eitt ár tóku bretar seg loksins í juli í fjør saman og bóðu um fund. Sosialurin [...] samráðingarnir eru í trúnaði, men váttar kortini, at bretar hava lagt sær í geyma orðini hjá danska forsætisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum. -Vit hava við stórum áhuga fylgt við í tí, sum Poul Nyrup [...] útbjóðing verður fyrr enn um nøkur ár. Tá kann vera, at nógv av oljufeløgunum hava mist áhugan fyri Føroyum. Eisini kann vera, at vit tá hava vunnið eina sak í Haag og harvið hava eitt nógv betri útgangsstøði
sam ár, sum tað kom út. Yrkingar eftir Carl Jóhan hava verið prentaðar í svenska bókmentatíðarritinum Café existens, og í 1995 kom út savn av yrkingum hansara á íslendskum undir heitinum Hvoruskyn í týðingum [...] nútíð og tátíð); í tersettunum verður flugan, sum er uttanfyri men kortini í myndini, eitt samanfatandi tekin fyri tíð og tíðarmót. Í yrkingini ?við bláari flugu? er flugan í tersettini sett í samband við tað [...] sum hann eigur rót sína í; tað strikar eisini undir form og formkynstur sum ómissandi lut í yrking eins væl og í aðrari list. Tær fýra rammuyrkingarnar hava tí fyrimynd sína í tí formstrangasta, sum ofta
Føroyingar fara ár 2.000 at hátíðarhalda, at vit hava havt kristna trúgv í Føroyum í umleið 1.000 ár. Hetta boðaði ein fyrireikingarbólkur frá á tíðindafundi í Havn mikudagin. Endamálið við tíðindafundinum [...] da hesa hending ár 2.000 og siga, at tá eru 1.000 ár liðin, síðan fyrsti missionerurin steig á land í Føroyum. Men vit vita, at írskir munkar, sum helst hava verið kristnir, hava búð í Føroyum, áðrenn [...] Tað sigur Dicuil, ein írskur munkur í Fraklandi, í bók, hann skrivaði í árinum 825. Vísindarligar kanningar av plantuleivdum siga okkum, at fólk hevur búð í Føroyum í fyrra helmingi av sjeyndu øld. Og møguleiki
gjørt í hvussu er. Hesum var Kirsten Jacobsen als ikki samd við honum í. Hon helt, at tað hevði verið mundandi betri at bíða til fólkatingið hevur gjøgnumgingið øll skjølini, sum eru løgd fram í sambandi [...] olitikarar og embætismenn. Fyri stuttari tíð síðani tók mál seg upp í sambandi við nýggja hýruvognslóg í Danmark. Í einari kunngerð sum Ferðslumálaráðið hevði sent út, varð sett forboð fyri at útlendingar [...] Hetta vakti mikla øsing í Danmark, og málið endaði við, at Bjørn Westh tók aftur kunngerðina. Men málið endaði ikki har. Tveir embætismenn í "Trafikdepartementet" eru settir niður í tign og harvið fluttir
Orðaskiftið í Fólkatinginum vísti, at málið er vorðið eitt innanríkispolitiskt mál. Tað havi eg onga viðmerking til sum so. Tað verður val í Danmark í ár, og tað sást týðuliga, at valstríðið er byrjað [...] Nyrup er hvassari í orðum, enn hann var, tá hann var í Føroyum. Hann veit, at hann politiskt vinnur við at verða hvassur ímóti føroyingum. Annars sigur Jóannes Eidesgaard, at teir nú bíða eftir upplegginum [...] byrjað. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard í einari stuttari viðmerking, til orðaskiftið á Fólkatingið týsdagin Eftir hansara metan hevur forsætisráðharrin skift støðu, í mun til tað tíðindaskriv sum kom frá
hevur fjalt út yvir, at tey seinnu árini hava pengarnar havt alt meiri at siga í føroyskum fótbólti. Millum annað hevur hugflogið verið stórt, tá feløgini hava roynt at knýta spælarar afturat sær. Ókeypis [...] feløgunum frá ásetingunum í rundskrivi. Í hinum førinum er tað eitt uppskot um reglugerð fyri góðkenning av leikarasáttmálum, sum tað er orðað í skránni til aðalfundin. FSF hevur í hesum sambandi bæði sent [...] er lokið. Í avtaluni skal standa, nær á árinum tað skal verða loyvt spælaranum at gera nýggja avtalu við annað felag. Spælarin og felagið skulu hava loyvi til at gera avtalu um, at spælarin í sáttmálat