Orðaskiftið í Fólkatinginum vísti, at málið er vorðið eitt innanríkispolitiskt mál.
Tað havi eg onga viðmerking til sum so.
Tað verður val í Danmark í ár, og tað sást týðuliga, at valstríðið er byrjað.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard í einari stuttari viðmerking, til orðaskiftið á Fólkatingið týsdagin
Eftir hansara metan hevur forsætisráðharrin skift støðu, í mun til tað tíðindaskriv sum kom frá honum beint eftir at bankakanningin var almannakunngjørd.
Tá segði hann, at stjórnin saman við Landsstýrinum skuldi tosa saman, um røttu mannagongdina fyri at áseta eitt passandi endurgjald til Landsstýrið, herundir eisini hvørji stig skuldu takast mótvegis Den Danske Bank.
Nú tosar hann um nýggjar samráðingar um, hvussu skuldin skal afturgjaldast, sigur Jóannes Eidesgaard, og hann heldur fram:
Hann royndi eisini at síðustilla stjórnina og Landsstýrið í bankamálinum viðvíkjandi upplýsingum um støðuna hjá bankanum.
Hetta er púra burturvið. Føroyingar hava ongantíð havt teir upplýsingar sum stjórnin hevði.
Jóannes Eidesgaard metir eisini, at Nyrup er hvassari í orðum, enn hann var, tá hann var í Føroyum.
Hann veit, at hann politiskt vinnur við at verða hvassur ímóti føroyingum.
Annars sigur Jóannes Eidesgaard, at teir nú bíða eftir upplegginum frá Landsstýrinum til eitt felags føroyskt útspæl.
Eg haldi, at uppskotið um, at eitt umboð úr hvørjum flokki skal arbeiða víðari við málinum er eitt gott uppskot, sum vit skulu halda fast við.
Hann vil tó ikki tosa um, hvørjar tankar Javnaðarflokkurin hevur gjørt sær um støðuna.
Eg haldi, at tað er skeivt, at koma inn á tað nú. Í fyrsta umfari bíða vit eftir útspælinum frá Landsstýrinum, sigur hann.