Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir báðir løgtingsmenninir:
Á sumri í 1989 samtykti tásitandi landsstýri at seta eina nevnd, hvørs setningur skuldi vera at fyrireika uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. 18. januar 1990 legði nevndin fram álit um arbeiðsrætt.
Í álitinum var millum annað eisini eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. Uppskotið varð tó ongatíð borið niðan í løgtingið. Hjálagda uppskot byggir í stóran mun á álitið frá 1990.
Endamálið við lógini um arbeiðsrættin er at skapa trygd fyri, at møgulig ósemja á arbeiðsmarknaðinum, sum hildin verður at vera í stríð við galdandi sáttmálar ella avtalur, kann roynast við ein skipaðan rætt og har fáa rímiliga og skjóta viðgerð. Um bíðast skal eftir viðgerð við vanliga dómstóli, tekur tað langa tíð, ofta ár, áðrenn avgerð fellur í málinum. Sambært lógaruppskotinum kunnu hesi mál verða løgd fyri arbeiðsrættin:
1.Brot á sáttmálar um løn og arbeiðsviðurskifti millum løntakarafelag øðrumegin og arbeiðsgevarafelag ella einstakan arbeiðsgevara hinumegin.
2.Um fráboðað felags stríðsstig eru lólig.
3.Um felags sáttmáli fyriliggur.
4.Um loyvt er at nýta felags stríðsstig til stuðul fyri krav um sáttmálaøki, har felags sáttmáli ikki er gjørdur.
5.Ósemja millum løntakarafeløg ella millum arbeiðsgevarafeløg um yrkisøki teirra.
6.Ósemja um tulking av sáttmálanum.
Sambært lógaruppskotinum verða bæði løntakara- og arbeiðsgevarafeløgini javnt umboðað í arbeiðsrættinum.
Skipanin við gerðarrættum í teimum ymisku lønarsáttmálunum taka sær einans av tulkingarspurningum. Mett verður tí, at neyðugt er við einum arbeiðsrætti til tess at avgreiða mál, har spurningurin snýr seg um brot á sáttmálan. Í fakrættarligum viðurskiftum finnast tvey sløg av ósemjum, rættarósemjur og áhugaósemjur.
Rættarósemjurnar snúgva seg um møgulig brot á ein gildugan sáttmála, meðan áhugaósemjur stinga seg upp, tá ein skal samráðast um ein sáttmála. Tá talan er um áhugaósemjur (interessekonflikter), og sáttmálin er farin úr gildi, er loyvt at fara í verkfall/verkbann.
Stingur hinvegin ein rættarósemja seg upp, er friðarskylda millum partarnar, til ósemjan um tulkingina er greidd við ein gerðarrætt. Í sáttmálaskeiðinum er sostatt friðarskylda hjá báðum pørtum. Flest lond í heiminum hava ein arbeiðsrætt til at taka sær av sáttmálabrotum á arbeiðsmarknaðinum. Nú tá oljuvinnan stendur fyri durum, og útlendingar hava áhuga at stovna arbeiðspláss í Føroyum, er bráðneyðugt, at tey fakrættaðu viðurskiftini verða skipað.
Mett verður, at umsitingin av arbeiðsrættinum fer at kosta 1. mió. kr. árliga.
Annars verður víst til viðmerkingarnar til hvørja lógarparagraf sær.
Fyrsta viðgerð av uppskotinum kemur fyri tingið í dag.