hart ímóti, og hann tvíheldur um, at ikki ein bókstavur ella eitt komma í heimastýrislógini skal broytast, hóast hann veit, at hon á nógvum økjum er ónýtilig. Og í sansaloysi skýrir hann allar hinar flokkarnar [...] flokkarnar - eisini javnaðarflokkin - fyri loysingarflokkar, hóast hann eisini veit, um hann ikki er komin í barndømi, at hann sigur ósatt! Úr Danmørk hava vit fingið at vita, at heimastýrislógin kann setast [...] størri sjálvræði. Hann ynskir eina lóg, har danir viðurkenna, at Føroyar eru eitt land, og at føroyingar eru ein tjóð - ikki einans eitt fólkasamfelag í danska ríkinum búsitandi í Føroyum. Hann ynskir eina lóg
skal hann vera dómaraeygleiðari í returdystinum í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar millum Atletico Madrid og Chelsea. Í Føroyum kundi hann taka sær eitt sindur meira av løttum, og Andreas Poulsen [...] dómara, og Andreas Poulsen ásannar eisini, at hetta hevur verið ein trupulleiki. ? Vit hava tosað saman um linjuna og fara at royna at halda somu linju hjá øllum dómarunum, sigur hann. Andreas sigur, at [...] verið fyrr, men tað kann í øllum førum ikki skaða at hava hann, og ivaleyst hevði okkurt skilagott eisini komið burturúr, heldur Andreas Poulsen. Hann heldur eisini, at føroyskir dómarar tosa ov lítið saman
»áttu« nevndirnar í báðum bankunum. Nú skattgjaldarin gjøgnum Fíggingargrunnin bjargaði bankanum, hevur hann í trý ár goldið aftur góðar 200 milliónir til skattgjaldaran. Eitt fólkatingsumboð fyri Fólkaflokkin [...] danir, og við hjálp frá eini borgarligari stjórn, at lata bankan aftur til teir somu, sum Edmund Joensen so mangan hevur nevnt. Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum greitt hevur boðað frá, at áðrenn
Jonesen, sigur Alan Bower. Hann hevur ikki sæð filmin »Barbara« tí hesin ikki er komin upp í USA enn. Alan Bower er hálvur dani, og fer um tvær vikur til Danmarkar, har hann m.a. ætlar sær í biohøllina [...] tey søguligt støðini,sum eru í hendingagongdini. Tað hevur Alan Bower havt møguleika fyri, av tí at hann hevur lisið íslendskt fornmál. Martin Jonesen er sera fegin um at hansara útgávu er tikin fram um [...] forlagið í USA um. Skaldsøgan verður at fáa í bókabúðunum í USA um einar tríggjar vikur. Martin Joensen upplýsir um permuna annars, at tað var ein mynd hjá myndamanninum á Sosialinum, Jens Kr. Vang, sum
meining um, men vísir til útalilsini hjá nýggja fólkatingsumboðnum, at hann fer at tosa við sín flokk um hetta. Hann segði eisini, at hann ikki vildi geva seg út í politiska prostitutión, og at tað ikki var [...] verður, at ein ikki kann standa uttan fyri. Ein sannleiki er í orðunum hjá Søren Kirkegaard, tá hann sigur, at við ikki at velja, hevur tú longu valt! Hvørt Jóannes Eidesgaard av hesum kann seta donsku [...] at fara undir samráðingar við danir? Eftir hvat skilst, so eigur útspælið at koma frá Edmundi Joensen. Eg veit einki um, hvussu gongur við tí, men bert, at danir bíða spentir, men tað er eitt politiskt
seinasta fólkatingsval í 1994 fekk hann 257 atkvøður, men hesaferð fekk hann ikki færri enn 1895. Og hetta má metast sum gott herðaklapp frá veljarunum fyri arbeiði hann hevur gjørt. Tjóðveldisvalið burtur [...] stuðlar teimum borgarligu í Danmark, og hesum fer hann at halda fram við. Nú fær hann so fýra afturat. Hann hevur verið tiltikin fyri at blandað seg í danskan innanríkispolitikk, men tað sær út til, at veljarin [...] so at hann nær at rætta upp á tað skrantutu støðuna, ella fer hann at útskriva væl áðrenn tíð. Bankamálið liggur í buktini. Tað er longu útsett einaferð orsakað av fólkatingsvalinum. Ætlar hann kanska
elting, at tað ber til at fáa hann at klinga á føroyskari tungu. Vit kunnu eisini spyrja okkum, hvat tað er, sum ger henda 434 ára gamla gandakallin ódeyðiligan, so hann er eins áhugaverdur í dag, sum [...] sunnudagar kl. 16.00. Atgongumerki eru at fáa í húsinum og á Kunningarstovuni. Brot úr ummælum: Dagny Joensen skrivar í Sosialinum: »Í Dreymur Jóansøkunátt« verða leiklistargreinar av ymsum slag tiknar fram
Bogi Kristiansen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 6. mars fingu Tanya E. Joensen, Vági, og Áslakur F. Hansen, Æðuvík, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4300 gr [...] Erla og Rasmus Petur Tróndheim, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100 gr. 7. mars fingu Berit og Bjarni Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100 gr. 8. mars fingu [...] Matzen og Petur Skeel Dahl, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr. 8. mars fingu Tine H. Wilsøe og Jens Severinsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr. 9. mars
Sunnukvøldið kl. 19: Møti. KFUM & KFUK, Tórshavn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman v/ Hans Jacob Joensen, bispi. Várgleði (børn 4-12 ár) er hvønn týsdag í KFUK frá kl. 18-18.30. Teen-klub (13-16 ár) [...] og uppbyggingarmøti. Lívsins Orð Í dag kl. 17: Barnamøti. Sunnumorgunin kl. 10.30 møti við Einar Joensen. Missiónshúsið í Æðuvík Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 verður fundur við luttøku av Toftum [...] Sunnudagin kl. 11 er gudstænasta við Jónsvein Bech og um kvøldið kl. 18 er fundur við luttøku úr Rituvík, Hans Pauli Højgaard leggur fyri. Innsavnan verður til húsið. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14:
aftur at húsum« hjá Martini Joensen fyri, og hon heldur fram: »Á sjónum var hann eitt satt Guds barn«. Men so títt og knapt sum Tístram setir fótin á land, umskiftist hann: »Tá var tað, sum kom ein illur [...] maður. Og tá ið hann á seinastu síðu er ávegis heim til Anniku at arbeiða við einari skúlauppgávu, er hann á kósini: »Beint fram gekk Niklas Símun. Við ørmunum sveiggjandi við liðina. Hann skundaði sær. [...] men hvørki framhald ella endi eru sum í søguni hjá Martini Joensen. Klovningurin hjá Niklasi speglast ikki á sama máta í umhvørvinum, og hann kann tískil ikki sum Tístram leita sær friðskjól á havinum