Birgit Arge: Sundur og saman. Ungdómsskaldsøga. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1997, 105 s.
»Tað var tvískinningur í sinni Tístrams«. Soleiðis leggur stuttsøgan »Maður kemur aftur at húsum« hjá Martini Joensen fyri, og hon heldur fram: »Á sjónum var hann eitt satt Guds barn«. Men so títt og knapt sum Tístram setir fótin á land, umskiftist hann: »Tá var tað, sum kom ein illur andi at bølast í honum, og einglaflokkurin flýddi«. Eitt sindur fýrakantað kanst tú siga, at Tístram ikki megnar at sameina tað kvinnuliga og tað mansliga, land og hav, og tí er honum ikki lív lagað.
Skaldsøgan »Sundur og saman« eftir Birgit Arge kundi lagt fyri á líknandi hátt: »Tað var tvískinningur í sinni Niklasar«, men hvørki framhald ella endi eru sum í søguni hjá Martini Joensen. Klovningurin hjá Niklasi speglast ikki á sama máta í umhvørvinum, og hann kann tískil ikki sum Tístram leita sær friðskjól á havinum.
»Sundur og saman« sigur frá einum vikuskifti í lívinum hjá tí okkurt um fjúrtan ára gamla dronginum Niklasi. Hann gongur í kommunuskúlanum í Havn, hevur lítið samband við javnaldrarnar og er eitt sindur skotin í floksfelaganum Anniku. Heima hjá Niklasi er mamman, sum gongur heima, pápin, sum er bankamaður og so tær yngru systrarnar upp á fimm og tvey.
Líka frá søgubyrjan gerst tað greitt, at mamman er um at kvala ikki bara sonin, men alt húskið í umsorgan og beinasemi. Hon hevur annars altíð arbeitt úti, men tá ið tey fingu lítlusystur »vildi hon taka sær av familjuni sum ein ordilig kona og mamma og ikki forsøma tey longur«. Tað er bara tað, at familjan vil hava hana til arbeiðis, so tey kunnu sleppa at blíva forsømd.
Niklas hevur ein fylgisneyta, ið eitur Símun. Hesin er herviligur at gera beistagerðir og roynir í heilum at draga Niklas uppí. Niklas kennir seg onkursvegna hóttan av Símuni, og vil vera við, at hesin amast ov nógv upp á hann. Tá ið teir fylgjast, gongur Símun í takt, men hvussu Niklas so roynir at bróta taktina, so fylgir Símun við.
Lesarin fær rættiliga tíðliga varhugan av, at hetta við Niklasi og Símuni ikki er, sum tað eigur at vera millum tveir dreingir. Men Birgit Arge sigur søguna so snildisliga, at lesarin ein fittan tein er í iva um, hvussu hetta hongur saman. Sum frálíður gerst tað greitt, at Niklas og Símun eru sami persónur, og eftir fleiri ábendingar verður tað beinleiðis orðað.
Niklas er tann fitti drongurin, sum hóast hann illneitast innantann, ger sum mamman vil. Heima skal alt vera so pent, har má einki ljótt koma fyri, og úrslitið er, at somikið meira av øllum tí, sum verður hildið niðri brýtur sær leið, tá ið Niklas er uttandura. Tá ið hann er Símun.
Hinvegin hevur Niklas brúk fyri Símuni, tí hann dugir tað, sum Niklas ikki dugir. Símun torir væl og er bæði frekur og stuttligur. Niklas er introvertur, meðan Símun er extrovertur. Hvørgin dugir at laga seg eftir umstøðunum, men tá ið Niklas og Símun gerast Niklas Símun, tá er viðvent í holuni.
Bjargingin eitur Annika, og henni dámar báðar tveir ella beinari: tá ið teir eru ein. Drongurin í kynsbúningaraldri kemur í samband við tað kvinnuliga - mótsett Tístrami - og gerst ein heilur maður. Og tá ið hann á seinastu síðu er ávegis heim til Anniku at arbeiða við einari skúlauppgávu, er hann á kósini: »Beint fram gekk Niklas Símun. Við ørmunum sveiggjandi við liðina. Hann skundaði sær. Niðaneftir. Niðaneftir«. Lesarin hevur hug at halda, at tað ljóðar, sum Niklas Símun er ávegis til himmiríkið.
Í søguni »Skuggin« hjá H.C. Andersen ger skuggin seg leysan av harranum og livir sítt egna lív. Seinni tekur hann yvir og ger harran til skugga og seg sjálvan til harra. Harrin í søguni er ein lærdur maður, ein hampamaður, men veruleikin er ikki bara hampiligur, og dugir tú ikki at sannkenna hetta, verður tað ein galin endi. Í søguni hjá H.C. Andersen vil harrin ikki kennast við sína skuggasíðu, og úrslitið er, at skuggin giftist prinsessuni, og harrin verður avrættaður. Tann lærdi harrin dugdi ikki at sameina tað vakra og tað døkka, og tessvegna verður hann týndur.
Niklas hevur eisini eina døkka síðu, Símun, sum roynir at taka yvir, men óbeinleiðis stuðlaður av Anniku, viðurkennir hann hendan partin av sær sjálvum og gerst Niklas Símun.
Hetta sama vikuskiftið verða viðurskiftini millum foreldrini eisini eitt sindur frægari enn í langa tíð, men við søgulok eru trupulleikarnir minni enn so av. At mamman er heimagangandi verður í fyrstu syftu lýst negativt, og tað er púra greitt, at mamman kann vera ein plága fyri mann og son. Hinvegin heldur Annika, at Niklas er heppin at hava mammuna við hús, og tað fær Niklas at endurskoða sína meting av mammuni. Kortini bara fyri ein part. Um tað er bara ringt, at mamman gongur heima ella kanska eisini eitt sindur gott, letur høvundurin hanga í leysari luft. Ivaleyst er tað eisini støðan hjá teimum flestu av okkum. Á annan bógvin eru tað ikki mong sum halda, at annar hjúnafelagin skal vera við hús allatíðina - tað vil í næstan øllum førum siga kvinnan. Á hin bógvin er tað ikki serliga stuttligt hjá børnum, at foreldrini næstan aldrin eru við hús.
»Sundur og saman« er skrivað eftir tí kenda mynstrinum: ungur drongur í kynsbúningaraldri hevur ilt við at fóta sær, men tá ið ein fitt genta kemur upp í leikin, kemur hann aftur á beint. Tað skal tó sigast, at hóast tað lítið krógvaða mynstrið, so riggar skaldsøgan, tí hon er somikið væl gjørd.