Javnaðarflokkurin snýtti Heina

Føroyski parturin av fólkatingsvalinum gjørdist eins spennandi og væntandi var frammanundan. Tjóðveldisflokkurin, sum undan valinum var spáddur at fáa uml. 24% av atkvøðunum, misti stevið í valstríðnum, og har eru óivað farnar nakað nógvar atkvøður niður í millum. Fólkaflokkurin gjørdist vinnarin, og serliga Óli Breckmann, sum fekk meiri enn 71% av atkvøðunum hjá flokkinum

Fólkatingsvalið er av og teir báðir fólkatingsmenninir hava fingið navn.

Annað navnið er tað sama, sum undan valinum, meðan hitt er nýtt.

Óli Breckmann gjørdist tann heilt sróri stemmuslúkarin við hetta valið. Hann fekk ikki færri enn 3961 atkvøður av teimum 5561 flokkurin fekk. Hetta svarar til 71,2% av atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum.

Av samlaðu atkvøðum fekk Óli Breckmann 19,2%. Og tað er ikki so lítið.

Allir flokkar gingu fram til hetta valið, men tað er ikki so løgið, tí tríggir flokkar, sum stillaðu upp til seinasta val, stillaðu ikki upp hesaferð.

Teirra atkvøður skuldu tí býtast millum hinar flokkarnar, og tær vóru ikki so fáar. Næstan 5000 atkvøður.

Fólkaflokkurin fiskaði óført, í seinasta umfarinum av orðaskiftinum í útvarpshøllini, og tað er onki at ivast í, at nógv hava bitið á.

Til fólkatingsvalið í 1994 fekk Fólkaflokkurin 4156, meðan teir hesaferð fingu 5561 atkvøður.

Tjóðveldisflokkurin fekk til seinasta val 1798 atkvøður, men til hetta valið meira enn tvífaldaði flokkurin atkvøðutalið til 4316.

Men tað var hóast alt Javnaðarflokkurin, sum var mest effektivur.

Hóast framgongdin hjá flokkinum, í atkvøðum, ikki var so stór, sum hjá Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, so var tað nóg mikið, til at vinna annan mannin.


Gott val fyri Jóannes

Hóast tað var Fólkaflokkurin sum fekk fyrst valda mannin, so er tað Javnaðarflokkurin, sum má metast sum vinnarin av valinum hesaferð.

Veljarakanningar undan valinum vístu, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fóru at verða størstu flokkar, um løgtingsval var fyrr í ár.

Men so hvørt valið nærkaðist, sást at Javnaðarflokkurin var í holt við at taka Tjóðveldisflokkin aftur.

Javnaðarflokkurin hevur lagt dent á sjálvsstýrislógina til hetta fólkatingsvalið, og tað sær út til, at føroyingar eru samdir við Javnaðarflokkinum í hesum.

Til hetta valið hevur Javnaðarflokkurin eisini fingið stóran part av teimum atkvøðum, flokkurin misti í 1994, aftur.

Verkamannafylkingin, sum tá fekk 3111 atkvøður, stillaði ikki upp hesaferð og ongin ivi er um, at nógvar av burturvendu atkvøðunum, nú eru komnar aftur í rætt.

Harafturat kemur so, at Javnaðarflokkurin, í hesum valstríðnum hevur lagt dent á, at flokkurin ikki fer at luta seg inn í danskan tingbólk.

Eftir støðuna, sum kom í eftir bankamálið, so bøtir tað nógv um umdømi floksins.

Fyri Jóannes Eidesgaard, var valið ein persónligur stórsigur.

Til seinasta fólkatingsval í 1994 fekk hann 257 atkvøður, men hesaferð fekk hann ikki færri enn 1895.

Og hetta má metast sum gott herðaklapp frá veljarunum fyri arbeiði hann hevur gjørt.


Tjóðveldisvalið

burtur í kjakinum

Allir fjølmiðlar hava sett kikaran á Tjóðveldisflokkin til hetta valið.

Veljarakanningin, sum varð gjørd fyrr í ár, er ein av orsøkunum, men styrkiroyndin millum teir báðar Heina O. Heinesen og Finnboga Ísakson, hevur eisini sína ávirkan.

Lagt varð upp til, at Tjóðveldisflokkurin skuldi fáa eitt rimmar val, og okkurt av valevnunum kallaði hetta valið fyri eitt tjóðveldisval.

Men tað var so sum so við tí.

Flokkurin fekk eina rimmar framgong og meiri enn tvífaldaði atkvøðutalið, men kom ongantíð í nánd av tí veljarakanningin segði og tað var heldur ongantíð útlit til, at Tjóðveldisflokkurin fór at fáa annan mannin.

Og nú veljararnir hava talað, so sæst at teir hava givið Heina O. Heinesen uppbakning, sum floksleiðara.

Heini fekk 1199 atkvøður ímóti 672 seinast.

Finnbogi Ísakson, sum við seinsata val var nummar tvey, hevði eisini framgongd, men hann er ikki nummar tvey á listanum longur. Nú er hann nummar fýra.

Tað, sum kanska er mest áhugavert, er, at Anita á Fríðriksmørk gjørdist nummar tvey við 608 atkvøðum.


Undirsjóvartunnilin gav atkvøður

Tá Sámal Petur í Grund sat sum landsstýrismaður í samferðslumálum, gav hann løgmanni grá hár í høvdið við sínum undirsjóvarætlanum. So nógv, at løgmaður valdi at siga hann úr starvi.

Men valkvøldið segði Sámal Petur takk fyri síðst, og so í einari av háborgunum hjá Sambandsflokkinum - í Vágoynni.

Til valið í 1994 fekk Sjálvstýrisflokkurin 7 atkvøður í Vágoynni.

Til hetta valið fekk hann 333 atkvøður og Sámal Petur fekk nógv tann størsta partin av teimum.

Sambandflokkurin misti harafturímóti atkvøður í Vágum.

Var alt, sum tað var í gomlum døgum, so kundi fólkatingsmaðurin verði fluttur við atkvøðunum í Vágum.

Sjálvsstýriflokkurin fekk eitt gott val, men heldur ikki hann kom nakrantíð nærhendis fólkatingsumboðan, og tí høvdu tey neyvan roknað við frammanundan.


Stavnamaður styrktur

Sum nevnt var Óli Breckmann stóri stemmuslúkarin hesaferð, og tað má viðgangast má, at hann kemur styrktur úr hesum valstríðnum.

Flokkurin stillaði nógv valevni upp, men tað er spurningur um tað yvirhøvur var neyðugt, tí Óli fór við øllum sum var.

Óli sigur alment, at hann stuðlar teimum borgarligu í Danmark, og hesum fer hann at halda fram við.

Nú fær hann so fýra afturat.

Hann hevur verið tiltikin fyri at blandað seg í danskan innanríkispolitikk, men tað sær út til, at veljarin hevur góðtikið hetta.

Men Óli kemur niðuraftur til ein flokk í upploysn. Tað er vorðið rúmligari í fundarrúminum hjá teimum konservativu, eftir lúsingin valkvøldið.


Sambandflokkurin bukaður

Edmund Joensen hevur eisini fingið greið boð frá sínum veljarum.

Teir eru ikki nøgdir við tað arbeiði flokkurin hevur gjørt, og tí vórðu teir skiftir út.

Hvørki Jóannes Martin Olsen ella Edmund vórðu mettir góðir nokk, og flokkurin misti mannin.

Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta fær á løgtingsvalið, sum í seinasta lagið skal verða í juli.

Velur Edmund at bíða sum longst, so at hann nær at rætta upp á tað skrantutu støðuna, ella fer hann at útskriva væl áðrenn tíð.

Bankamálið liggur í buktini. Tað er longu útsett einaferð orsakað av fólkatingsvalinum. Ætlar hann kanska at útseta tað enn einaferð, tí hann fer at útskriva løgtingsval?

Sambandsflokkurin fekk fleiri atkvøður hesaferð, treyðugt so, men bert tvey hundrað, og tað var ikki nóg mikið til ein fólkatingsmann.

Atkvøðurnar sum restaðu í, lógu kanska undir Vestmannasundi. Og har var Edmund ov seinur at fiska tær uppaftur, tí Sámal Petur í Grund hevði longu verið á miðinum.