um 14 tíðina fráboðan um, at olja var við Varðagøtu í Havn og fór tí út at kanna málið. Tá vísti tað seg, at tað var rímiliga nógv olja á vegnum. Vakthavandi greiðir frá, at oljan var heilt frá Vestaru [...] sigur, at tá ið tað eru so stórar nøgdir av olju á vegnum er tað vandamikið, tí tað er skjótt, at bilarnir fara á glið ella ikki megna at bremsa. Sløkkiliðið fór út um 14.00 tíðina at taka oljuna upp, men [...] komnar um, at olja var á Smyrilsvegnum og út á Hoyvíksvegin og yvir ímóti ringvegnum. Løgreglan kennir enn ikki orsøkina til lekan, men tað verður kannað nú. Orsøkin til, at fólk ringdu inn at boða frá var
í heyst vísti IRF á, at tað, sum dálkar mest at brenna í brenniovninum á Hagaleiti í Leirvík, eru seyðaskinn. Tí heitti felagsskapurin aftur í heyst á fólk, sum fletta seyð, um at lata seyðaskinn til [...] fullar vembur at brenna, og hesar viðføra sjálvsagt eisini dálkandi útlát. Tí er umráðandi fyri umhvørvið, at leivdir frá slakti verða burturbeidar á rættan hátt. Ráðini hjá IRF vóru at lata seyðaskinnini [...] seyðaskinnini til góðkenda endurnýtslu – og at tøma vembur, sum enda í brenning. At tað ger mun at lata seyðaskinn til endurnýtslu, kann lýsast við myndini av hesi bingju. Bingjan er 40 fót, og her eru 3.400 seyðaskinn
kvinna, segði, at alt gekk skjótt eftir valið og tí eydnaðist ikki nóg væl at samskifta við veljararnar. Hon nevndi serliga hetta við at grundupphæddin á fólkapensjónini lækkaði, men at útgjaldið úr S [...] og mítt mál er, at hendan skipanin ikki skal økja um stættarmunin, segði Eyðgunn Samuelsen. Umboð fyri Javnaðarfelagið í Eysturoynni helt, at landsins leiðsla eigur at ansa eftir, at búskapurin ikki verður [...] Ungmannafelag segði, at tað er gott, at ung sum lesa og fáa sálartrupulleikar, nú fáa hjálp, men hetta eigur at útbyggjast. Bergur Dam, umboð fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, segði, at størsta mál heilt
staðfesti í síðstu viku, sigur Paul Watson, at Sea Shepherd kunnu vera stolt av at vera dømd fyri at royna at bjarga hvalum. Annars ætlar felagsskapurin at látast sum luft hvat dóminum viðvíkur, tí tað [...] hevur ongar ætlanir um at rinda tær 75.000 krónurnar, sum felagsskapurin hevur fingið í bót fyri at umboð teirra løgdu upp í grindadrápið í Bø 23. juli í fjør. Paul Watson vísir á, at bygnaðurin hjá fela [...] felagsskapinum er so háttaður, at Sea Shepherd Global, sum hevur fingið bótina, ikki hevur nøkur virði, enn minni 75.000 krónur at rinda bótina við. Enn einaferð vísir hann á, at umboðini fyri Sea Shepherd
ógjørligt at steðga honum. Hjá demokratunum er eisini javnt og hóast Hillary Clinton er stórfavorittur, so roynir Bernie Sanders enn at vísa á, at einki er avgjørt enn. Hann setur sítt álit á, at hann skal [...] forsetavalið verður í Indiana í nátt og tað er væl møguligt, at tá sólin rísur yvir Wabash ánni er væl møguligt, at eingin ivi longur er um, at Donald Trump verður valevni fyri republikanska flokkin. Donald [...] , Ted Cruz, at gera alsamt færri. Ted Cruz má vinna í Indiana í kvøld, helst sannførandi, umframt at hann má vinna meginpartin av hinum níggju statunun, sum eftir eru. Trupulleikin er, at Donald Trump
fegnast um, at eitt alment forlag sum Nám, hevur dirvi at taka um rótina á einum ofta viðkvomum evni, sum vit samkyndu enn tykjast at vera, og viðgera okkara drúgva stríð at vinna rættin til at giftast borgarliga [...] kjalarvørrinum av, at Nám hevur útgivið eina bók, Kroppur, kenslur og kynslív, og gjørt eina temasíðu, Samkynd giftast, um evnir, ið hava við samkynd at gera. Í tíðindaskrivinum vil LGBT vera við, at LGBT viðurskiftir [...] alment ynski um at fáa hetta broytt í fjør. Í einum modernaðum demokratiskum samfelag skulu øll fólk hava innivist – eisini í skúlanum. At taka LGBT viðurskifti upp í undirvísingini er tí at brynja okkara
er í Sosialinum í dag. Har framgongur, at byggiharrin ynskir at tryggja sær, at teir arbeiðstakarar, sum seinni koma at geva tilboð, bæði hava førleikan og megna at átaka sær hetta arbeiðið. – Ætlanin við [...] Í sambandi við ætlanina at útbyggja havnina í Tórshavn, verður lýst til undangóðkenning til at geva tilboð uppá at byggja verkætlanina. Tórshavnar kommuna bjóðar nú til undangóðkenning í sambandi [...] Fyrireiking og projektering av verkætlanini er nú komin so mikið langt, at áhugaðir arbeiðstakarar kunnu søkja um at verða undangóðkendir til at geva tilboð upp á ætlaðu arbeiðstøkuna, sigur Tórshavnar kommuna
væntað. Hann sigur, at kommunurnar eru sinnaðar at lata eykajáttan til eldraøkið. Samstundis eru kommunurnar sinnaðar at seta góðar 70 milliónir av til økið næsta ár, fyri at fáa raksturin at halda. Sostatt [...] Skálafjarðarsamstarvinum, at í ár fer eldraøkið at kosta heilar 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð. Tá ið fíggjarætlanin varð løgd fyri einum ári síðani, varð mett, at eldraøkið fór at kosta 64 milliónir [...] útreiðslurnar higartil í ár, vísa, at tað fer at kosta 5,8 milliónir meir, ella slakar 70 milliónir krónur. Jóhannus Danielsen sigur, at ein orsøk er rætt og slætt, at eldraøkið er dýrari enn almannamálaráðið
stovnsrøkt at fiska smáan svartkjaft, ið ikki er komin í gýtingaraldur. Hann heldur, at Føroyar, sum eitt av stóru svartkjaftalondunum, hava skyldu at gera sítt til, at stovnurin er væl fyri og at sum mest [...] gjørt eftir, at tað í fjør vár og nú aftur í vetur vísir seg, at skipini, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fáa meira enn vanligt av smáum svartkjafti. Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í [...] fiskiskapinum eftir svartkjafti, og at skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur minni enn 23 sentimetrar. Høgni Hoydal sigur, at Vørn kann seta bráðfeingis
Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at avgerðin hjá samgonguni um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini, ger tað nógv verri at finna eina semju. - Tað er ósømiligt, at samgongan trumfar eina rættiliga [...] greitt, at útlitini fyri at finna semju um eina nýggja pensjónsskipan, eru verri nú, enn tær hava verið. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Samgongan hevur sett sær fyri at gera [...] royndunum at finna semju um eina nýggja pensjónsskipan, leggur hann afturat. So onkusvegna fer tað at ávirka samráðingarnar, ivast Bárður á Steig Nielsen ikki í. Hinvegin ger hann greitt, at Sambandsflokkurin