Formaðurin í Javnaðarflokkinum kann fegnast um, at limirnir í Javnaðarflokkinum eru vælnøgd við hansara arbeiðið og rikna politikkin hjá samgonguni.
Limirnir í lokalfeløgnum takkaðu fyri røðuna hjá formanninum og sum heild vóru tey nøgd við tað, sum er hent síðani Javnaðarflokkurin eftir valið í september fór í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, segði, at alt gekk skjótt eftir valið og tí eydnaðist ikki nóg væl at samskifta við veljararnar. Hon nevndi serliga hetta við at grundupphæddin á fólkapensjónini lækkaði, men at útgjaldið úr Samhaldsfasta er størri.
-Vit arbeða við einari nýggjari pensjónsskipan og mítt mál er, at hendan skipanin ikki skal økja um stættarmunin, segði Eyðgunn Samuelsen.
Umboð fyri Javnaðarfelagið í Eysturoynni helt, at landsins leiðsla eigur at ansa eftir, at búskapurin ikki verður hitaður ov nógv.
Umboðið fyri Sosialistisk Ungmannafelag segði, at tað er gott, at ung sum lesa og fáa sálartrupulleikar, nú fáa hjálp, men hetta eigur at útbyggjast.
Bergur Dam, umboð fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, segði, at størsta mál heilt greitt er nýskipan av fiskivinnupolitikkinum.
-Hetta er eitt líka stórt mál, sum tey mál Allende setgi sær fyria t loysa í Kili í sínari tíð. Mótstøðan er ógvuslig, tí summir samfelagsbólkar fara at missa privilegiir. Tað noyðist bæði Javnaðarflokkurin og samgongan at brynja seg til, segði Bergur Dam.