Hetta var rættiliga ósømiligt

Samgongan vildi ikku lurta, og nú verður verri at finna semju

- Tað er púra greitt, at útlitini fyri at finna semju um eina nýggja pensjónsskipan, eru verri nú, enn tær hava verið.

 

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina nýggja pensjónsskipan næsta ár. Men samgongan hevur eisini sett sær fyri at talan skal vera um eina skipan, sum eisini andstøðan kann taka undir við.

 

Tí eru flokkarnir í andstøðuni boðsendir til fundar við samgonguna hálvan januar um eina nýggja pensjónsskipan.

 

Men Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at avgerðin hjá samgonguni um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini, ger tað nógv verri at finna eina semju.

 

- Tað er ósømiligt, at samgongan trumfar eina rættiliga kollveltandi broyting ígjøgnum, og skerjir grundupphæddina, bara tvær vikur áðrenn vit skulu seta okkum við samráðingarborðið, sigur hann.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at hetta er eitt álitisbrot, og tað er alt annað enn fremjandi fyri samráðingarnar.

 

Men nú hevur samgongan so eisini gjørt eina kollveltandi broyting, so nú eru somuleiðis færri møguleikar at viðgera í royndunum at finna semju um eina nýggja pensjónsskipan, leggur hann afturat.

 

So onkusvegna fer tað at ávirka samráðingarnar, ivast Bárður á Steig Nielsen ikki í.

 

Hinvegin ger hann greitt, at Sambandsflokkurin fer til samráðingarnar, og fer at royna at finna eini semju.