Tíðliga í heyst vísti IRF á, at tað, sum dálkar mest at brenna í brenniovninum á Hagaleiti í Leirvík, eru seyðaskinn. Tí heitti felagsskapurin aftur í heyst á fólk, sum fletta seyð, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara.
Men, tá slaktið er fyri, fær IRF eisini nógvar fullar vembur at brenna, og hesar viðføra sjálvsagt eisini dálkandi útlát. Tí er umráðandi fyri umhvørvið, at leivdir frá slakti verða burturbeidar á rættan hátt. Ráðini hjá IRF vóru at lata seyðaskinnini til góðkenda endurnýtslu – og at tøma vembur, sum enda í brenning.
At tað ger mun at lata seyðaskinn til endurnýtslu, kann lýsast við myndini av hesi bingju. Bingjan er 40 fót, og her eru 3.400 seyðaskinn, sum eru saltað til felagið Oikos í Bø.
Siga vit, at felagið keypir eini 34.000-36.000 seyðaskinn um heystið, sum tey plaga at siga, at tey gera, høvdu stívliga 10 bingjur av hesi støddini, fullar við seyðaskinnum, endað í brenniovnininum hjá IRF, um Oikos – ella onkur annar – ikki keypti.
Niðurstøðan er, at tað so sanniliga ger mun – eisini fyri umhvørvi - at lata seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu heldur enn at lata tey enda í brenniovninum á Hagaleiti.