- LGBT Føroyar fegnast um, at eitt alment forlag sum Nám, hevur dirvi at taka um rótina á einum ofta viðkvomum evni, sum vit samkyndu enn tykjast at vera, og viðgera okkara drúgva stríð at vinna rættin til at giftast borgarliga í Føroyum.
Tað skrivar LGBT Føroyar í tíðindaskrivi í dag, í kjalarvørrinum av, at Nám hevur útgivið eina bók, Kroppur, kenslur og kynslív, og gjørt eina temasíðu, Samkynd giftast, um evnir, ið hava við samkynd at gera.
Í tíðindaskrivinum vil LGBT vera við, at LGBT viðurskiftir higartil hava verið tagd burtur í føroyska skúlanum, men nýggja tilfarið er eitt stig á røttu leið.
- LGBT viðurskifti hava í alt ov stóran mun verið tagd burtur í føroyska skúlanum. Hetta hevur LGBT Føroyar eisini víst á, og løgdu vit fram alment ynski um at fáa hetta broytt í fjør. Í einum modernaðum demokratiskum samfelag skulu øll fólk hava innivist – eisini í skúlanum. At taka LGBT viðurskifti upp í undirvísingini er tí at brynja okkara ungu til at gerast rúmligir og væl upplýstir samfelagsborgarar eins og núverandi løgtingslóg longu áleggur fólkaskúlanum at gera. Hetta hevur Nám nú gjørt.
Til ber at lesa alt tíðindaskrivi frá LGBT Føroyar við at trýsta á her.