Løgreglan: Nógv olja á hesum vegum í Havn

Vegirnir í Havn eru fullir í olju nú seinnapartin og tað hevur elvt til vandamikla støður, hóast einki er hent.

Vegirnir í Havn eru fullir í olju nú seinnapartin og tað hevur elvt til vandamikla støður, hóast einki er hent.

 

Løgreglan fekk um 14 tíðina fráboðan um, at olja var við Varðagøtu í Havn og fór tí út at kanna málið. Tá vísti tað seg, at tað var rímiliga nógv olja á vegnum. Vakthavandi greiðir frá, at oljan var heilt frá Vestaru bryggju, fram við ljóskurvunum á Jóannes Patursonargøtu, forbí Herbergið, eftir Heygsbreyt og niðan á Sjúrðagøtu og endar so á Varðagøtu. 

 

Eisini eru fráboðanir komnar um, at olja var á Smyrilsvegnum og út á Hoyvíksvegin og yvir ímóti ringvegnum. Løgreglan kennir enn ikki orsøkina til lekan, men tað verður kannað nú. 

 

 

Orsøkin til, at fólk ringdu inn at boða frá var, at ymsa staðni í býnum upplivdu bilførarar, at bilarnir ikki reageraðu sum teir plagdu. Onkur fekk als ikki bremsa, ein annar ikki snara sum vant, og onnur upplivdu at spola í býnum. 

 

 

Løgreglan sigur, at tá ið tað eru so stórar nøgdir av olju á vegnum er tað vandamikið, tí tað er skjótt, at bilarnir fara á glið ella ikki megna at bremsa. Sløkkiliðið fór út um 14.00 tíðina at taka oljuna upp, men tað tekur rúma tíð at fáa alt upp.