di politikarum og ikki minst frá formonnum í flokkum, sum hava týðandi leiklut í teimum avgerðum, sum verða tiknar. VIT hava í seinastu bitið merki í, at formaðurin í CD-flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen [...] síni hjartamál í gjøgnum. Nyrup eigur at vara seg fyri, at Mimi Jacobsen ikki í veruleikanum er ein borgarligur trojanskur hestur, plantaður av høgravonginum í donskum politikki. Man CD ikki bara bíða eftir [...] eitt sera hent amboð. Við ikki at stuðla Nyrup stjórnini í at seta Birthe Weis til formann í fólkatinginum - løgið, tí nettup CD hevur fingið fleiri av týðandi nevndarformenn í tinginum - kundi CD harvið
Í ár eru 10 ár liðin, síðan Havnar Sjónleiakrfelag á fysta sinni framførdi Leikhús Jól. Hesin fasti jólasiður verður ikki niðurlagdur í bræði, tí børnini flokkast um at sleppa at spæla við, og ikki plagar [...] at fáa áskoðarar. Í ár eru tað Hjørdis Johansen og Katarina Nolsøe, sum stjórna. Hjørdis var eisini við í fyrstu Leikhús Jólum fyri 10 árum síðan. Tað eru tveir leikir í Leikhús Jólum í ár. Annar er ein [...] áður verið við í Leihús Jólum og er sloppin við aftur nú, men søgan er ikki heilt tann sama sum í upprunaligu søguni um jólaeingilin og Lílta Gutta. Umstøðurnar at venja Leikhús Jól hava ikki verið tær bestu
portrið er nú ikki gjaldsportur longur, verður sagt. - Mínar royndir eru, at fert tú væl við fólkinum í Saksun, fara tey eisini væl við tær. Tað merkir tó ikki, at vit neyðturviliga eru samd í øllum, og vit [...] ið til smáu bygdirnar í kommununi, eitt nú Saksun, Tjørnuvík og Gjógv, er undir stórum trýsti í summarhálvuni, tí hesir vegir eru upprunaliga ikki bygdir til ferðavinnukoyring. Í Saksun komu nøkur par [...] oman fyri kirkjuna í Saksun og soleiðis niðan fyri Dúvugarðar, har einir 5-6 bussar kunnu parkera í senn. - Eg havi eisini varhugan av, at nøkur skelti, sum vit hava sett upp í bygdini í Saksun, hava havt
Løgmanni í, at tað ber ikki til at gera sum sambandsflokkurin vil og biðja um samráðingar. - Men avleiðingin av hesum er, at nú Løgmaður fer út í Evropa, er tað ikki við eini løgtingssamtykt í rygginum [...] viljin í veruleikanum er - um løgtingið vil, at vit skulu samráðast um limaskap í ES, í EFTA ella ongastaðni. - Samstundis minnast vit rokið um íslandssáttmálan og alt í alt er onki at ivast í, at okkara [...] gerast fullgyldugur limur í EFTA, sum eisini hevur nógv samstarv við ES. Flokkurin er samdur, at vit skulu ikki vera limur í ES, sum støðan er nú. - Samstundis hava vit ikki ráð at vera uttanfyri og tí
sagt í hesum seinasta mótmælinum. Hetta mótmælisskrivið varð eisini sent løgmansskrivstovuni, flokkunum í samgonguni og til løgtingsmenninar í Vágum. Stúra ella ikki stúra At fólk í Sandavági nú í veruleikanum [...] Tað eru ikki øll sum eiga nútímans tøkni. Og tí er tað ófatiligt fyri okkum, at eitt so stórt afturstig skal henda í 2006, sigur fólkið. Dýr afturlating Posthúsið í Sandavági heldur í dag til í hølum, har [...] bygd, verður sagt. FAKTA Í 1918 lat upp brævstøð í Sandavági Í bygdini búgva nú 766 fólk. Bara í fjør vaks íbúgvaratalið við 28 fólkum 21 nýggj hús eru bygd ella verða bygd í næstum. Ein størri útstykking
teir hava víst fyrr í ár, og sum hevði lyft teir upp á ovastu rók. Skála vann fyri fyrstu ferð nakrantíð í Runavík. John Petersen hevði potað mót og dirvið inn í sínar menn. Teir vóru ikki farnir um fjørðin [...] Bárður Danielsen, sum settu dagsskránna, og verjan var væl skipað. Í hinari leguni var tað ikki so nógv, sum gekk eftir vild. Eitt stórt korter í 2. hálvleiki sást farri av spæli, sum kann vera orsøk til to [...] Runavík. Soleiðis endaði tað tó ikki. Jens Martin Knudsen helt seg eiga fríspark, men gloymdi at bíða eftir bríkslinum, áðrenn hann í orðsins sanna týdningi tók søkina í egnar hendur. Hann fór óregluliga
mál, men tað eydnaðist ikki. Seinni hevði Palli Augustinussen ein góðan møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga væl. Órudduligt Henda vitjanin hjá VB í Klaksvík fer ikki í søguna sum ein av teimum [...] Uppspælið hjá KÍ var ikki nógv øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar í ár. Í onkrum førum hava teir verið meiri ágangandi, enn teir hava verið aðrar ferðir. Hesa ferð vóru teir ikki so ágangandi, [...] fegnir um javnleikin. Hjá klaksvíkingum er tað ikki sørt møtimikið og lítið kveikjandi, at teir eru meistarar í javnleikum. Í uppteljingini telur tað ikki nógv, og KÍ er framvegis nærri botninum, enn teir
hetta merkir ikki, at umstøðurnar í Føroyum at framleiða vindorku eru góðar hjá smápartafeløgum. Vit hoyra í Degi og Viku hóskvøldið, at nú SEV fer at seta fleiri vindmyllur upp, so er ikki pláss fyri fleiri [...] ð Røkt ikki hevur møguleika fyri at vaksa um sítt virksemi. Preben Maegaad sigur, at tað er politiski mynduleikin, sum eigur at tryggja hesar umstøðurnar. Men tað verður ikki gjørt í Føroyum í løtuni, [...] við at stinga út í kortið ein føroyskan orkupolitikk. Landsstýrismaðurin væntar, at miðskeiðis í mai mánaði er ein nevnd sett at arbeiða við hesum. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur í sambandi við vindorkuna
verið skerdur ella ikki. - Annars er núverandi hall eftir mínum tykki ikki eitt úrslit av einum fullveldisarbeiði, men heldur av eini gongd í føroysku vinnuni, sum gongur nógv ár aftur í tíðina, heldur Herman [...] milliard. - Uppskotið um útbygging í almannaverkinum, sum varð samtykt í tinginum eftir kreppuna við Norman Christensen og Edmundi Joensen á odda, er ikki framt fyrrenn í undanfarnu samgongu, og tískil hava [...] er als ikki nøgdur við generella kjakið um fíggjarlógir sum heild. Hann metir, at bæði fjølmiðlar og politikarar stara seg blindar eftir endaligum úrslitum í staðin fyri at kanna, hvat peningurin í veruleikanum
helt fram, tá tjóðveldistingmaður í fjør summar leyp á løgmann og setti samgonguna í vanda,« stendur millum annað í brævinum, sum er undirskrivað av Óla Breckmann, formanni í tingbólki Fólkafloksins. Sipað [...] Tórbjørn Jacobsen legði Anfinn Kallsberg undir ikki at kenna mun á mínum og tínum í sambandi við hansara fortíð sum bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Í tíðindaskrivi um bókina avdúka høvundarnir Grækaris [...] Tað koma nýggj ting fram, sum ikki samsvara við tað, sum áður er komið fram. Annað fari eg ikki at siga enn, sigur Grækaris D. Magnussen. Hann er í løtuni tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya, og tað er sjónvarpið