Borgarstjórin skilir væl fólk í Saksun

- Eg trúgvi, at hevur tú greiða kunning og leiðbeining um, hvar fólk kunnu koyra, venda ella ganga, vilja tey flestu halda seg til karmarnar, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum eisini fevnir um Saksun

- Eg havi varhugan av, at nøkur skelti, sum vit hava sett upp í bygdini í Saksun, hava havt sína góðu ávirkan, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri

- Sum kommuna vilja vit altíð fyrst taka atlit til tey, sum búgva og virka á staðnum. Síðan kemur ferðavinnan í aðru ella triðju røð, men vit viðurkenna, at ferðavinnan er her, og at hon er komin fyri at vera.

 

Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Hann vísir á, at síðan hann gjørdist borgarstjóri, hevur hann ongar sum helst trupulleikar havt av Saksun, tó at bygdin í ferðavinnuhøpi hevur verið nógv frammi seinnu árini.

 

Eitt, sum hevur sett Saksun í serligt fokus, er gjaldsportrið, sum ferðandi hava noyðst at farið ígjøgnum, um tey ætlaðu sær ein túr oman á lónna. Men, hetta portrið er nú ikki gjaldsportur longur, verður sagt.

 

- Mínar royndir eru, at fert tú væl við fólkinum í Saksun, fara tey eisini væl við tær. Tað merkir tó ikki, at vit neyðturviliga eru samd í øllum, og vit hava eitt nú ongantíð tikið undir við, at gjaldsportur verða sett upp.

 

Jógvan Kruse vísir á, at hann á nógvan hátt skilir fólk í Saksun sera væl. 

 

- Vit skulu ikki gloyma, at Saksun eisini er eitt arbeiðspláss, tá ræður um seyðahald og tað arbeiði, sum her skal fáast frá hondini. Tað kann ikki vera stuttligt, tá tú hoyggjar og skalt koyra hoyggið inn, at tú møtir einari ørgrynnu av mótkoyrandi bilum. Tá kann ein túrur eftir nøkrum hoyballum gerast rættiliga drúgvur, og tú noyðist at halda av fyri hvørjum bili á smala vegnum, sigur hann.

 

Tað er í góðum veðri, og fólk hoyggja, og tað er oftast í góðum veðri, at ferðslan í Saksunardali er størst.

 

 

 

Skelti við vegin

 

Borgarstjórin sigur, at vegurin gjøgnum Saksunardal bæði er smalur og drúgvur.

 

- Kemur tú, sum búgvandi í Saksun – antin av bygdini á veg til arbeiðis ella á veg heim aftur í bygdina – at koyra aftan fyri bilar, sum ikki duga so væl at koyra um hesar leiðir, kann túrurin gjøgnum Dalin skjótt gerast væl drúgvari, enn hann annars hevði verið.

 

Jógvan Kruse vísir á, at kanska hava slíkar hendingar ikki so stóran týdning í tí stóra og heila, tí hetta snýr seg hóast alt ikki um so nógvar minuttir, men tá slíkt hendir ofta, og tú kanska onkuntíð hevur tørv á at skunda tær eitt sindur, kann hetta kennast strævið.

 

- Eftir vegnum gjøgnum Saksunardal er eingin vegøksl, og her kann vera skjótt at fara út av vegnum, um tú ikki ert ansin og árvakin, og her eru fleiri bilar farnir út av millum ár og dag.  

 

Eftir vegnum í Saksunardali eru fleiri steðgipláss, men hjá einum bilførara, sum er ókendur á leiðini, kann vera trupult at meta um, hvussu langt tú kanst koyra, áðrenn tú skalt steðga, tí mótkoyrandi bilur er á veg.

 

- Vit kundu hugsað okkum, at Landsverk setti skelti upp, sum týðiliga vísa, hvar steðgiplássini eru. Hetta er ikki størsta íløgan, men eg haldi, at hetta kundi verið ógvuliga hent og hevði givið eitt enn betri rensl eftir vegnum, heldur borgarstjórin.

 

 

 

Góð vegleiðing

 

Jógvan Kruse ásannar, at samferðslukervið til smáu bygdirnar í kommununi, eitt nú Saksun, Tjørnuvík og Gjógv, er undir stórum trýsti í summarhálvuni, tí hesir vegir eru upprunaliga ikki bygdir til ferðavinnukoyring.

 

Í Saksun komu nøkur parkeringspláss fyri nøkrum árum síðan – nøkur Svartá-megin, og nøkur oman fyri kirkjuna í Saksun og soleiðis niðan fyri Dúvugarðar, har einir 5-6 bussar kunnu parkera í senn.

 

- Eg havi eisini varhugan av, at nøkur skelti, sum vit hava sett upp í bygdini í Saksun, hava havt sína góðu ávirkan. Soleiðis eru skelti eitt nú við Svartá og Kvíggjarhamar, sum siga, at vegurin ikki er ætlaður almenninginum, men teimum, sum búleikast her.

 

Borgarstjórin heldur, at tað eigur at bera til við góðari og neyvari kunning at vísa ferðafólki á, hvussu tey eiga at fyrihalda sær inni í bygdini.

 

- Eg trúgvi, at hevur tú greiða kunning um, hvar fólk kunnu koyra, venda ella ganga, vilja tey flestu halda seg til karmarnar. Hinvegin vilja tað altíð vera undantøk, soleiðis at onkur ikki ger eftir leiðbeiningini, leggur Jógvan Kruse aftrat.

 


 

 

- Eg havi varhugan av, at nøkur skelti, sum vit hava sett upp í bygdini í Saksun, hava havt sína góðu ávirkan, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri