Serfrøðingur í vindorku: - Politiskur vilji skal til

Einasti máti at tryggja vindorkuni ein møguleika at koma ístaðin fyri oljuna, tað er at smíða landsins lógir soleiðis, at privatar fyritøkur verða eggjaðar at gera íløgur innan vindorkuna. Tað sigur Preben Maegaard, forseti í Heimsins Vindorku Felagsskapinum

Norðurlandahúsið varð hósdagin karmur um tiltak, ið setti fokus á orkupolitikk við atliti til umhvørvið. Trý høvuðsupplegg vóru á fundinum, nevniliga uppleggini hjá landsstýrismanninum í orkumálum, Bjarna Djurholm; Klæminti Weihe, stjóra í SEV; og Preben Maegaard, forseta í Heimsins Vindorku Felagsskapin.
Preben Maegaard helt fyrilestur um møguleikarnar fyri og fyrimunirnar við vindorku. Preben er ikki í iva um, at vindorka hevur stóra týdning fyri samfelagið, umhvørvið, og búskapin sum heild. Hann sigur, at tær ikki-varandi orkukeldurnar, so sum olja, fara at verða ein mangulvøra, og innanfyri eitt ávíst áramál fer ongin olja at verða eftir.
 - Eg skal ikki standa her og ljóða sum ein dómadagsprofetur, men avleiðingarnar kunnu gerast sera álvarsligar, um vit ikki royna at menna tær varandi orkukeldurnar, sigur Preben Maegaard.
Preben Maegaard sipar til, at tá framførslan av olju minkar og fer at minka meir, so fer prísurin av olju rúkandi uppeftir, um ikki eftirspurningurin eftir olju er farin niður til ta tíð. Samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av einum sera høgum oljuprísi eru altíð sera umfatandi og álvarsligar, soleiðis sum verðin eisini hevur sæð tað fyrr.
Preben Maegaard sigur, at til tess at sleppa undan hesum búskaparliga trupulleika, er tað neyðugt útbyggja tær varandi orkukeldurnar, soleiðis at tær so við og við kunnu koma ístaðin fyri steinolju-orkuna. Her sigur Preben Maegaard aftur, at vindorka er ein gongd leið.
Hann vísur á, at einasti máti at tryggja vindorkuni ein møguleika at koma ístaðin fyri oljuna, tað er at smíða landsins lógir soleiðis, at privatar fyritøkur verða eggjaðar at gera íløgur innan vindorkuna.
 - Tað eru nøkur ting, sum skulu uppfyllast til tess at tryggja vindorkuni livandi umstøður. Tað fyrsta er, at øll skulu hava atgongd til el-netið. Harumframt skulu íleggjarar í vindorkuvinnuna fáa ein fastan og rímiligan prís fyri teirra orkuframleiðslu. Og aftrat tí skulu teir fáa stuðul til at gjalda byrjunarkostnaðin, sigur Preben Maegaard.
Í Føroyum er tað SEV, sum eigur rættin til at brúka el-netið. SEV hevur givið smápartafelagnum Røkt í Vestmanna loyvi at nýta netið til ta orkuna, sum teir framleiða við teimum trimum vindmyllunum, sum teir hava. SEV keypir eisini orkuna frá Røkt fyri ein ávísan fastan prís.
Men hetta merkir ikki, at umstøðurnar í Føroyum at framleiða vindorku eru góðar hjá smápartafeløgum. Vit hoyra í Degi og Viku hóskvøldið, at nú SEV fer at seta fleiri vindmyllur upp, so er ikki pláss fyri fleiri vindmyllum á netinum hjá SEV. Tað vil við øðrum orðum siga, at smápartafelagið Røkt ikki hevur møguleika fyri at vaksa um sítt virksemi.
Preben Maegaad sigur, at tað er politiski mynduleikin, sum eigur at tryggja hesar umstøðurnar.
Men tað verður ikki gjørt í Føroyum í løtuni, tí vit hava ongan yvirordnaðan umhvørvispolitkk. Og Jóhann í Niðristovu, ein av monnunum aftanfyri smápartafelagið Røkt, sigur við Dag og Viku hóskvøldið, at um tað er hetta, man vil frá politiskari síðu, so kunnu teir í Røkt bara gevast, tí verkætlanin er ikki meira enn hálvliðin.
Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í vinnumálum, og hann situr eisini við orkumálum. Hann segði á fundinum í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, at arbeitt verður við at stinga út í kortið ein føroyskan orkupolitikk. Landsstýrismaðurin væntar, at miðskeiðis í mai mánaði er ein nevnd sett at arbeiða við hesum.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur í sambandi við vindorkuna og grundgevingarnar hjá Preben Maegaard, at vindorka er ein óstøðug orkukelda, og tískil mugu vit í Føroyum ansa eftir, at vit ikki enda við eini vánaligari el-góðsku.
 - Eg eri stjóri í SEV og havi ábyrgdina av, at føroyingar fáa eitt gott produkt fyri teir pengarnar, sum teir gjalda fyri orku frá SEV. Trupulleikin við vindorkuni er, at hon varierar ógvuliga nógv, og hvørja ferð vindorku-framleiðslan fer niður um eitt ávíst mark, so skal onkur onnur orkukelda verða klár at taka yvir beinanvegin. Og tú skalt ikki merkja tað heima hjá tær sjálvum, at ein onnur orkukelda júst hevur tikið yvir. Men hetta er sera trupult í praksis, og tað er okkara stóri trupulleiki at dragast við í sambandi við vindorku, sigur Klæming Weihe, stjóri í SEV.
Tað eru fýra vindmyllur í Føroyum í løtuni, og tær framleiða knapt átta milliónir kilowatt-tímar.