Føroyar og umheimurin
Tað, sum løgmaður roynir at billa okkum inn, er ov bláoygd.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður og framsøgumaður tjóðveldisfloksins í EFTA og ES málum, sigur, at tað fer aldrin at spyrjast nakað gagnligt fyri samfelagið burturúr tí sonevnda evropapolitikkinum hjá Løgmanni.
Hann sigur, at hendan seinasta tíðin hevur prógvað so staðiliga, at samgongan er rúkandi ósamd um, hvørja evropastrategi, vit skulu hava.
Sambandsflokkurin er meiri ES sinnaður og vil hava samráðingar um ES- limaskap. Hinvegin vilja Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin heldur samráðast um limaskap í EFTA og so samstundis royna at fáa betri samstarvsavtalur við ES.
- Hetta er bláoygt. Eg skilji ikki, hvussu løgmaður kann royna at billa fólki inn, at hann kann fara í EFTA og ES og heinta tað besta niður av øllum hyllum, uttan at betala við kassan.
- Tað ber ikki til at bara at samráðast um fyrimunirnar uttan at vera til reiðar at átaka sær onkran vansa eisini, sigur Hergeir Nielsen.
Samgongan saboteraði eini avkláring
Hann sigur, at mótstríðandi útsagnirnar hjá Jørgen Niclasen, Jóannes Eidesgaard og Johan Dahl seinastu dagarnar prógva, at samgongan í veruleikanum ikki hevur hóming av, hvønn evropa politikk, vit skulu føra.
- Fyri at fáa eina avkláring, løgdu vit uppskot fyri Løgtingið um at samráast við EFTA um limaskap og at yvirtaka tey málsøki, sum skulu til.
- Men vit gjørdu eisini púra greitt, at spurningurin um yvirtøkurnar skuldi ikki vera nøkur forðing. Tí játtaðu vit at taka yvirtøkurnar úr uppskotinum kundi tað føra til, at uppskotið varð samtykt.
Men Hergeir Nielsen sigur, at samgongan saboteraði uppskotið við at forða fyri, at tað yvirhøvur kom til viðgerðar og tí datt tað burtur.
- Orsøkin til, at samgongan ikki vildi hava málið til viðgerðar, er, at tað hevði avdúkað tað grundleggjandi ósemjuna í samgonguni.
Tað endaði ístaðin við, at Løgmaður bað uttanlandsnevndina um heimild at samráðast um EFTA-limaskap.
Annars er Hergeir Nielsen púra samdur við Løgmanni í, at tað ber ikki til at gera sum sambandsflokkurin vil og biðja um samráðingar.
- Men avleiðingin av hesum er, at nú Løgmaður fer út í Evropa, er tað ikki við eini løgtingssamtykt í rygginum, men bara við eini heimild frá eini nevnd og tað er sjálvandi munur á.
- Men orðadrátturin seinasta dagarnar ímillum politikarar úr samgonguni, vísir fullvæl, at hemildin frá uttanlandsnevndini er ikki verd tað pappír, hon er skrivað á.
-- Hetta sigur mær eisini tað, at samgongan hevur ongan evropapolitikk, sum hon er samd um.
Tað heldur hann er ómetaliga óheppið, serliga hjá eini samgongu, sum ætlar at Føroyar skulu vera heimsins bestu lond av búgva í.
- Hvat Løgmaður so kann finna uppá at fáa tíðina at ganga við, er ikk igott at vita, men tað harmiliga er tann, at við at sabotera okkara uppskot, mistu vit møguleikan at fáa greiði á, hvat meiriluti er fyri á Løgtingið og hvat tann politiski viljin í veruleikanum er - um løgtingið vil, at vit skulu samráðast um limaskap í ES, í EFTA ella ongastaðni.
- Samstundis minnast vit rokið um íslandssáttmálan og alt í alt er onki at ivast í, at okkara vinnulív er meiri ørkymlað enn nakrantíð um framtíðarmøguleikarnar.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at vit eiga at gerast fullgyldugur limur í EFTA, sum eisini hevur nógv samstarv við ES.
Flokkurin er samdur, at vit skulu ikki vera limur í ES, sum støðan er nú.
- Samstundis hava vit ikki ráð at vera uttanfyri og tí er einasta gongd leiðin at verða limur í EFTA, tí onki land hevur ráð at verða uttanfyri handilsfelagsskapirnar og tað hava vit heldur ikki.
- Sjálvandi kann EFTA fara í søguna, men lat felagsskapin so tá, men tá hava vit eina nýggja støðu.
Yvirtøkurnar
Hetta eru tær yvirtøkurnar, sum tjóðveldisflokkurin skeyt upp at yvirtaka í sambandi við føroyskan EFTA- limaskap
1. Flogferðsla
2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við
hesum
3. Ídnaðarhugverksrættur
4. Upphavsrættur
5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit
6. Ársroknskaparøkið
7. Elektronisk undirritan
8. Felagsskapsrættur og grunsrættur
9. Fíggjarrættur
10. Mát og vekt
11. Sakførarastarvssemi
12. Sjórættur









