Tómt í bygdini um vit missa posthúsið

 Fólkið í Sandavági er sera væl nøgt við ta tænastuna, sum posthúsið veitir. Tað er ikki væntandi, at vit fáa so góða tænastu, um posthúsið verður afturlatið. Væntandi verður tað eisini dýrari at geva tænastu úr aðrari bygd, sigur bygdarráðið í Sandavági.
Tey eru ikki einsamøll um hesa støðutakanina, tí tey allarflestu við valrætti í bygdini hava sagt tað sama.

Sandavágur: Ein unga kvinna er við diskin og heintar ein pakka, sum hon hevur fingið sendandi. Hon er liðug við síni postørindi, og fer út gjøgnum dyrnar.
Tað ganga ikki meiri enn tríggir minuttir, nú er næsti kundi inni. Hesin hevur nakrar spurningar til avgreiðslumannin um, hvussu hann kann senda eitthvørt av landinum.
Hann er ikki meiri enn farin út úr posthúsinum, tá ein bilur steðgar uttanfyri. Ein maður kemur innar við hondin fullari við ymiskum pappírum, hann skal hava avgreitt.
Ein vanligur mikudagur á posthúsinum í Sandavági. Hetta staðið til at avgreiða síni postørindi eru fólk sera fegin um, men spurningurin er bara, hvussu leingi tað verður opið aftrat.
Sjálvt ynskir hvørt einasta sandavágsfólk at hetta posthúsið skal verða varðveitt. Men røddir hava verið og eru enn frammi um, at hetta posthúsið má lúta fyri fíggjarorkuni hjá stovninum.
Hetta veit fólkið, men tey ætla sær kortini ikki bara at standa hendur í lumma, meðan hetta fer fram. Tey valdu at engagera fólkið í einum mótmælisskrivi til myndugleikarnar ímóti hesi afturlating.
Í september mánaði 2004 kundu tí umboð fyri fólkið í Sandavági handa 340 undirskriftir til vinnumálaráðið har heitt varð so staðiliga á myndugleikarnar um at varðveita posthúsið í bygdini.
Í farna mánaði tóku bygdaráðið og ein áhugabólkur í Sandavági hetta málið uppaftur, nú broytingar skulu gerast í Postverkinum.
 Fyri ikki so langari tíð síðani lótu peningastovnarnir sínar deildir aftur her í bygdini. Og tí kunnu vit als ikki góðtaka, at posthúsið nú eisini verður afturlatið, verður sagt í hesum seinasta mótmælinum.
Hetta mótmælisskrivið varð eisini sent løgmansskrivstovuni, flokkunum í samgonguni og til løgtingsmenninar í Vágum.

Stúra ella ikki stúra
At fólk í Sandavági nú  í veruleikanum á øðrum sinni!  hava sagt frá ynski sínum at varðveita posthúsið í bygdini kemur ikki av ongum.
Í skrivinum vísa tey á, at fyri meiri enn einum ári síðani varð ein lóg samtykt í tinginum um varðveitslu av posthúsum kring landið.
Millum hesi støðini var Sandavágur, og sagt varð eisini, at soleiðis kom at verða í nógv ár aftrat: Sandavágsfólk høvdu onga orsøk at stúra fyri posthúsinum í bygdini.
Men fyri stuttum bórust aftur tíðindi um eitt uppskot at broyta løgtingslógina, nú Postverkið sjálvt skal umskipast. Her verður m.a. skotið upp, at strika nakrar av teimum bygdunum har posthús framhaldandi skuldi verða. Millum hesar var Sandavágur.
Men hetta hvørki kunnu ella vilja sandavágsfólk góðtaka, og hava tí tikið stig til hesi bæði mótmælini. Tað seinna varð handað Bjarna Djurholm, vinnumálaráðharra fyri sløkum mánaði síðani.

Eingin almenn tænasta
Í Sandavági er støðan hon, at bygdarfólkið hevur havt góðar umstøður at fáa ørindi sínum avgreidd í peningastovnunum.
Eitt skifti høvdu allir teir størru peningastovnarnir hvør sína deild í bygdini, men í dag er eingin peningastovnur. Allar deildirnar eru afturlætnar, og nú óttast fólk fyri at lokala posthúsið verður tað næsta  ella kanska tað seinasta.
Soleiðis sum fólkið skilir støðuna, er ætlanin, at tey í framtíðini ikki skulu hava nakað stað, har tey kunnu fáa eina almenna tænastu.
 Eldri og gomul fólk kunnu ikki fáa greitt síni ørindi her. Ikki so frægt sum tey kunnu fáa eitt glas av heilivági ella greitt síni pengamál, uttan at leiga sær bil av bygdini.
 Tað eru ikki øll sum eiga nútímans tøkni. Og tí er tað ófatiligt fyri okkum, at eitt so stórt afturstig skal henda í 2006, sigur fólkið.

Dýr afturlating
Posthúsið í Sandavági heldur í dag til í hølum, har ein peningastovnur áður helt til.
Fólkið í bygdini eru sera væl nøgd við ta tænastu, sum posthúsið veitir teimum. Men tey óttast fyri, at henda tænastan verður ikki eins góð, um posthúsið verður afturlatið.
 Væntandi verður eisini dýrari at geva tænastu úr eini aðrari bygd, verður sagt.



FAKTA
Í 1918 lat upp brævstøð í Sandavági
Í bygdini búgva nú 766 fólk. Bara í fjør vaks íbúgvaratalið við 28 fólkum
21 nýggj hús eru bygd ella verða bygd í næstum. Ein størri útstykking stendur fyri framman
13. september 2004 vórðu handaðar 340 undirskriftir sum mótmæli móti eini afturlating av posthúsinum í bygdini. At kalla hvørt mansbarn, sum hevði valrætt og sum var heima, skrivaði undir.
23. januar 2006 sendir Sandavágs kommuna og ein áhugabólkur enn eina áheitan til landsstýrismannin í vinnumálum um at varðveita posthúsið í bygdini.