ílætnar búnar, sum tað sømir seg røttum flogbóltsleikarum ? um ein er kvinna og sær tað við eygunum hjá altjóða flogbóltssambandinum. Soleiðis er tað nú einaferð og tað at kubanar leiktu í teimum búnum tær [...] ikki mætari enn at stinga av við gullinum. Lítla landið í Europa, sum á fótbóltsvøllinum hevur víst tenn, gjørdi nú eisini bart á flogbóltsvøllinum. Í innleiðandi umfarinum vóru hálendingar bólkaðir saman
til ber sjálvi, til dømis at pussa vindeygu, binda lissur, klippa negl, smyrja seg inn í krem, busta tenn, sláa grasplenuna, brúka trappur, vaska hár, keypa inn, elta deiggj, hanga út á snór, mála stakitt [...] ir eru óteljandi, alt frá gongufeløgum til ryggfimleik í kvøldskúla. Eg vil enda við nøkrum orðum hjá Henning Kirk, sum granskar í tí at eldast og hugburðinum til ellisárini. "Tann livandi kroppurin hevur
Í dag vóru aftur átta dystir leiktir í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, ið er í Danmark, Noregi og Svøríki í hesum døgum. Týskland, Montenegro, Niðurlond og Frakland vunnu sínar innleiðandi bólkar [...] Smits 3, Estavana Polman 3, Yvette Broch 2, Kelly Dulfer 2, Dione Housheer 2, Angela Malestein 2, Yara Ten Holte 1, Kelly Vollebregt 1. Kekkia : Charlotte Cholevová 6, Veronika Malá 5, Marketa Jerabkova 3,
fylti nógv hjá Jørleifi. Uppvaksin í Losjuni var tað sjálvandi Kyndli, hann spældi við og helt við líka til tað síðsta. Jørleif var ein opin og útvendur persónur og dugdi sera væl við fólki. Tí var tað [...] tað nátúrligt hjá honum at vera ferðaleiðari. Hann hevði verið nógv hjá ommunu úti á Reyni og sitið undir hvørjum orði har, og hann kendi gomlu Havnina sum sín egna buksulumma. Kønur í máli, sum Jørleif [...] Jørleif var, lá tað sera væl fyri hjá honum at fanga áhugan hjá ferðafólki. Jørleif var giftur við Thoru f. Bærentsen av Tvøroyri. Tey eiga børnini Randi og Hanus, sum eigur børnini Kristian og Thoru.
koksgráan Ford Mondeo, sum er bilurin hjá skuldsetta, og ein silvurgráan Skoda Fabia, sum er bilurin hjá kvinnuni, hann kemur saman við. Báðar bilarnar hava verið í túninum hjá Pidda Hansen, eftir at hann síðst [...] nøkrum bingjum frá Bakkafrost, sum eru koyrdar til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum við Rás2. Hann sigur, at eisini er leiting sett í verk [...] síðst var sæddur, og politiið vónar at frætta frá fólki, sum kann hava sæð bilarnar á óvanligum støðum, so sum við tyrvingarpláss, bingjupláss ella á øðrum illgrunaverdum støðum.
It was great," sigur Mladen við heimasíðuna hjá Kyndli. Eisini í Danmark og í Íslandi var stórur áhugi fyri steypafinalunisigrinum hjá Kyndli. Familjan hjá David Edvardsen hugdi í Danmark, meðan áhugin [...] Skyldsfólkini hjá serbiska málverjanum sóu Mladen og Kyndil vinna steypafinlauna leygardagin. Mladen hevur fyrr spælt fyri stórum áskoðarafjøldum, men intensitetin sum tann leygardagin hevði hann ikki [...] ikki roynt áður. Les eisini: Kyndil byrjaði og endaði steypaveitsluna - Høllin var full av fólki, og tey sótu sera tætt við vøllin. Hetta gjørdi upplivingina sera intensa, men tað dámar mær. Tað besta er avgerandi
latínskan andaligan tónleik, sum ikki kundi framførast alment, men sum bert varð framførdur heima hjá fólki. William Byrd verður av mongum mettur sum eitt tað besta enska tónaskaldið frá sein-renessansuni [...] svenska kamarkórið hjá Eric Ericsson endaði við at vinna fram um 11 onnur norðurlendsk kór. Tarira fer eisini at framføra verk eftir Johan Sebastian Bach og fleiri nýggjar útsetingar hjá Sunleifi Rasmussen [...] týdning fyri framtíðar tónleikin í Onglandi, Týsklandi, Hollandi og Belgia. Byrd var annars næmingur hjá Thomas Tallis, sum kórið Tarira hevur havt á skránni á fleiri konsertum. Tarira hevur saman við kó
ararnir høvdu undanval í South Carolina í gjár. Hetta var fimta undanvalið hjá republikanska flokkinum – og fimti sigurin hjá Trump. Greiningarfyritøkan Edison Research sigur, at tá ið 99 prosent av atkvøðunum [...] rætt til eitt val, og eg havi skyldu at geva fólki hetta val, segði Nikki Haley. Hon ætlar at stríðast fram til sonevnda Super Tuesday, tá ið val verður hjá bæði demokratum og republikanarum í 16 statum [...] Nikki Haley, sum er einasti avbjóðarin í republikanska flokkinum, hevði fingið 39,5 prosent. Tapið hjá Haley kennist serliga svárt, tí South Carolina verður roknað sum heimastatur hennara, men hon gevst
Keypiorkan hjá ófaklærdum tímaløntum stendur at kalla í stað, meðan tað hjá øðrum lønarbólkum hevur verið stór framgongd seinastu árini. Hetta vísir nýggj kanning. Tað er búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss [...] anin hjá ALS munar nakað, so er útgjaldið úr henni einans fyri 4 av 5 arbeiðsdøgum í eini viku, umframt at útgjaldið er í mesta lagi 70 prosent av eini arbeiðaraløn. Tá er talan um fitt av fólki, ið hevur [...] niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni. Hetta stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Samtak, sum hevur tíðindi og kunning frá arbeiðarafeløgum. Sum heild kann sigast, at tey sum vóru
leikur fyri fólki. Eingin veruligur skattalætti kom, og hann atkvøddi ikki fyri skattalætta-uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Sambadsflokkinum. Heldur ikki atkvøddi hann fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokinum [...] Fyrr í vikunu fall uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um aftur at seta rentustuðulin upp í 48 prosent. Eftir lógini lækkaði hann niður í 44. prosent á nýggjárinum. Grundgevingarnar fyri [...] rentan er hækað nakað. Men bara uppskotsstillararnir atkvøddu fyri, hóast Óli Breskmann, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum, rósti uppskotinum, tá tað var til 1. viðgerð. Hann næstan skuldsetti Karsten Hansen