Keypiorkan hjá ófaklærdum tímaløntum stendur at kalla í stað, meðan tað hjá øðrum lønarbólkum hevur verið stór framgongd seinastu árini. Hetta vísir nýggj kanning. Tað er búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, sum hevur gjørt kanningina, sum vísir, at arbeiðarar hava havt ein minni vøkstur í keypiorkuni enn flestu aðrir løntakarabólkar í tíðarskeiðinum 2003-2006. Hetta er galdandi, óansæð um talan er um fulla ella niðursetta tíð. Fyri arbeiðarar við niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni.
Hetta stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Samtak, sum hevur tíðindi og kunning frá arbeiðarafeløgum.
Sum heild kann sigast, at tey sum vóru lutfalsliga væl fyri í 2003 eru vorðin nógv frægari fyri í 2006 meðan tey, sum hava nakað lægri keypiorku í 2003 ikki eru ríkari í 2006. Tvørturímóti er keypiorkan hjá einum arbeiðsfólki, sum arbeiðir niðursetta tíð vorðin verri fyri í 2006 í mun til 2003.
Fyri fólk, sum starvast í fiskavirkjum eru nógv, sum ikki arbeiða fulla tíð orsaka millum annað av rávørumangli. Hóast fiskavirkisskipanin hjá ALS munar nakað, so er útgjaldið úr henni einans fyri 4 av 5 arbeiðsdøgum í eini viku, umframt at útgjaldið er í mesta lagi 70 prosent av eini arbeiðaraløn. Tá er talan um fitt av fólki, ið hevur lægri keypiorku í 2006 í mun til 2003.
Úrslitið av kanningini stendur at lesa á heimasíðuni www.samtak.fo.










