Kanna tveir bilar og øsku í Oyndarfirði

Politiið ger framvegis tekniskar kanningar á støðunum, ið áður hava verið umrødd í sambandi við 42 ára gamla Pidda Hansen í Runavík, sum ikki er sæddur síðani leygardagin 5. november.

Sambært Rás2 fara hesar kanningar fram í húsunum, hann hevði í Saltangará, og í húsunum á Nesi, har 32 ára gamli maðurin býr, sum er varðhaldsfongslaður í málinum.

Blóðspor eru funnin bæði har og í einum húsum á Nesi, har skuldsetti maðurin býr, og eisini er funnin ein koddi við blóðsporum, sum skulu kannast fyri DNA.

– Vit halda fram við teknisku kanningunum, og eisini hava vit sett í verk leiting í nøkrum bingjum frá Bakkafrost, sum eru koyrdar til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum við Rás2.

Hann sigur, at eisini er leiting sett í verk í sambandi við nakað av øsku, sum er funnið í Oyndarfirði, men har eru tó ikki teir báðir bilarnir sæddir, sum politiið nú sóknast eftir upplýsingum um.

Talan er um ein koksgráan Ford Mondeo, sum er bilurin hjá skuldsetta, og ein silvurgráan Skoda Fabia, sum er bilurin hjá kvinnuni, hann kemur saman við.

Báðar bilarnar hava verið í túninum hjá Pidda Hansen, eftir at hann síðst var sæddur, og politiið vónar at frætta frá fólki, sum kann hava sæð bilarnar á óvanligum støðum, so sum við tyrvingarpláss, bingjupláss ella á øðrum illgrunaverdum støðum.