Tað var tann tíð, tá tú mátti vaska klæðir hvønn dag, hanga tey út á snórin, taka tey niður, leggja tey saman og inn í skáp og skuffur við teimum.
Tað var tann tíð, tá tú mátti tíðliga upp hvønn morgun, vaska tær, lata teg í, knappa skjúrtuna, gera morgunmat til fleiri, eta, vaska upp, lata teg í -eisini í skógvar og boyggja teg niður at binda lissur, fyri síðani t.d. at ganga teinin út á Bacalao til í minsta lagi ein harðan arbeiðsdag upp á minst 8 tímar.
Tað var tann tíð, tá tú mátti boyggja teg niður fleiri ferðir um dagin fyri at seta barnaskógvar og gummistylvar upp á pláss.
Tað var tann tíð, tá tú mátti bera og lyfta børnini eins og barnabørnini.
Alt tú kropsliga mátti var so nógv, tað var dagurin og kvøldið við.
Tað var eisini tann tíð, tá tú ikki mátti, tíðin, tá tín barnakroppur ikki kundi lata vera.
Tað var tann tíð, tá barnaspølini løgdu seg í hvørja nervakyknu og funnu sær veg yvir til eina aðra, við tí úrsliti at tú knappliga kundi lofta við fýra bóltum, súkkla, hoppa á steinum yvir um ánna, hoppa elastik, skoyta ella spæla við í bóltspæli, bólta rút, standa á høvdinum og mangt mangt annað.
Dømini eru nógv, nógv fleiri - tit kenna tey øll. Alt hevur sína tíð!
Tíðin tá tað kendist, sum alt hendi av sær sjálvum, tá tú gjørdist klárur til tíðina har tú mátti, arbeiðsárini og árini tá børnini høvdu 100 prosent tørv á tær.
Síðani boyttist alt - alt ov skjótt, alt ov knappliga.
Tað ber ikki til at tosað um "tey eldru" sum ein bólk. Tann stóra bólkin av eldri kenni eg í mínum arbeiði onki til, tí tey ferðast í stóru verð, eru á háskúla, ansa barnabørnum í Danmark, spæla golf og fiska síl, granska og skriva bøkur.
Eg kenni hini. Tey, sum eru dottin, tey sum hava fingið varandi sjúku, tey sum í langa tíð ikki hava boygt seg niður at binda lissur vegna ryggpínu, tey sum í langa tíð ikki hava snara høvdinum á, tí nakkin er so illa farin av sliti.
At glíða í hálkuni sum vaksin, tað setir seg, ikki bert sum pína, men so sanniliga í tað kropsliga minni, tað liggur og krógvar seg í minninum og órógvar títt gongulag, tað ger at tú fert at hugsa um hvørt fet, tað sjálvirkandi gongulagið er ikki har longur.
Hesi, eins og fleiri onnur dømi eru nokk til at tilveran sum eldri verður strævin, so strævin at møði gerst ein dagligur fylgisveinur.
Tí er tað stórur munur á at vera "eldri" og so at vera "sjúkur eldri"
Vit mugu tí umgangast, at sjúk menniskju gerast varandi sjúk (yvir 3 mánaðir), umgangast at varandi sjúk gerast handikappað, og vit skulu umgangast at sjúk og handikappað fáa tørv á at koma á røktarheim.
Hvat skulu vit so gera?
Vit skulu halda áfram við tí áður nevnda. Tað sum hendi av sær sjálvum sum barn, hetta "ikki at kunna lata vera", saman við tí vit í vaksinlívinum máttu, tað skal samantvinnast við ellisárini.
Nú skulu vit onki tú mást er til meira; men egin tilvitan sigur tú skalt. Og tað eru tað bert góðar grundir til.
Uttan orðini eg skal so forferst kroppurin. Har er onki mitt í millum, væl vitandi at talan í síðsta enda er um eitt persónligt val. Hetta er týdningarmikið í yngri árum; men lívsneyðugt tá vit eldast.
Heilin skal brúkast, so vit varðveita evnini til at hugsa kreativt so leingi sum gjørligt. Aftrat hesum stýra nervarnar frá heilanum okkara rørslum. Um vit ikki brúka hesa skipanina dagliga við at røra okkum, møðist skipanin, við tí avleiðing at vit vera heldur sein, pøst og ótrygg, tá vit røra okkum og fáa harvið trupult við at halda javnvágina (balansuna).
Daglig venjing og rørsla eru við at tryggja, at rørslurnar vera sjálvvirkandi (automatiskar) og at balansan er nakað, vit yvirhøvur ikki nýtast at hugsa um.
Sjálvandi er stuttligari at ganga, um tú hevur onkran at fara til - sum tú hevur hug at fara til. Sjálvandi skal rørsla ikki kennast sum ein plága, og
sjálvandi skal tað geva meining at liva aktivt.
Tað kann vera strævið at varðveita ein vælvirkandi kropp uttan ein jaligan hugburð til lívið.
Tað er so skjótt at sjúkur og løstir (skavankir) koma við árunum; men vit skulu nokta at geva upp. Vit skulu.
Tað ið er okkum nærmast, eru tær dagligur funktiónirnar, ADL-funktiónirnar, sum á enskum merkir Activities of Daily Living. At vit gera so nógv sum til ber sjálvi, til dømis at pussa vindeygu, binda lissur, klippa negl, smyrja seg inn í krem, busta tenn, sláa grasplenuna, brúka trappur, vaska hár, keypa inn, elta deiggj, hanga út á snór, mála stakitt og alt tað tit nú sita og hugsa um.
Hugaligt er eisini at motionera saman við øðrum. Kanningar vísa, at meira kemur burtur úr, tá fleiri venja saman. Møguleikarnir eru óteljandi, alt frá gongufeløgum til ryggfimleik í kvøldskúla.
Eg vil enda við nøkrum orðum hjá Henning Kirk, sum granskar í tí at eldast og hugburðinum til ellisárini. "Tann livandi kroppurin hevur krav upp á venjing; men trupulleikin er bara tann, at eigarin av kroppinum hevur gloymt, at tað er so. Fyrst tá ein er doyggjandi skal kroppurin fáa loyvi at vera í frið".
www.fysio.fo