Trump vann tryggan sigur

Donald Trump vann greitt á Nikki Haley í South Carolina, men Haley gevst kortini ikki við valstríðnum

(Mynd: Win Mcnamee/Ritzau Scanpix)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vann greitt á avbjóðaranum Nikki Haley, tá ið republikanararnir høvdu undanval í South Carolina í gjár. Hetta var fimta undanvalið hjá republikanska flokkinum – og fimti sigurin hjá Trump.

 

Greiningarfyritøkan Edison Research sigur, at tá ið 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Donald Trump fingið 59,8 prosent og Nikki Haley, sum er einasti avbjóðarin í republikanska flokkinum, hevði fingið 39,5 prosent.

 

Tapið hjá Haley kennist serliga svárt, tí South Carolina verður roknað sum heimastatur hennara, men hon gevst kortini ikki við uppstillingini.

 

– Eg eri ein kvinna, sum heldur orð. Eg gevi ikki upp. Fólk hava rætt til eitt val, og eg havi skyldu at geva fólki hetta val, segði Nikki Haley.

 

Hon ætlar at stríðast fram til sonevnda Super Tuesday, tá ið val verður hjá bæði demokratum og republikanarum í 16 statum. Í ár er Super Tuesday tann 5. mars.

 

– Vit vunnu størri sigur, enn vit høvdu væntað. Vit kunnu feira sigurin í 15 minuttir, men so skulu vit aftur til arbeiðis, segði Donald Trump, tá ið hann helt røðu, eftir at valstøðini í South Carolina høvdu latið aftur.

 

Viðmerkjarar halda, at nú skal nakað púra óvæntað henda, um Donald Trump ikki verður republikanskt forsetavalevni. Joe Biden, sum vann á Trump á forsetavalinum í 2020, verður valevni hjá demokratunum.

 

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

 

(Mynd: Win Mcnamee/Ritzau Scanpix)