kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. Tað ber ikki til nú - fyri tað um [...] føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera [...] Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum
navn til. Eru tað tá viðurskifti, sum viðkomandi kortini ikki vilja hava sín persón við í, eigur og skal bera til hjá miðlunum at taka hesi upp til viðgerðar í blaðnum. Sosialurin bjóðar sær til at taka [...] blaðnum umhugsaði at taka stig til ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum í blaðnum. Tíðin nú er búgvin til at taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd lesarabrøv ikki longur at síggja í Sosialinum [...] aldargamlan sið. Og tí verða tað helst nøkur, sum ikki fegnast við okkum um hesa avgerð. Tað verður harvið. Vit halda, at tíðin er búgvin til, at ikki bert vit, men eisini øll onnur bløð taka hetta stigið
seg seg um at fáa sum mest burtur úr til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit [...] Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga politiska mál? Sambandið hevur í hvussu [...] samgongupartnari við tøgn tykkara ikki nettup givið honum tykkara fulla stuðul? SAMBANDSFLOKKURIN og fólkaflokkurin hava misbrúkt bankamálið nú uppundir eitt val. Hvør veit, um ikki hesir flokkar hava tutlað saman
flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða loysn. At løgmaður ætlar sær til Danmarkar at samráðast uttan at hava eitt samt [...] í eini tíð, har øll tjóðin stóð samd og saman um at fara til Danmarkar, setti løgmaður eisini kílan í hjólið, skapti øsing og ónøgd millum ikki bert sínar egnu men millum allar politikararnar, sum annars [...] útskrivað. Sama kann ikki sigast um samgongupartnaran og medseka fólkaflokkin. Formaður floksins hevur latið stavnamann sín koyra løbið, tí sjálvur skal hann spara sær krútið til valið. Men fólkaflokkinum
reka samfelagið fyri, tí ein dag er spurningurin, um samfelagið hevur ráð til summar vælferðartænastur. Tá spyr fólkaflokkurin ikki, um solidariteturin skal valda, men setir í staðin brúkaragjøld á tænastur [...] ringastu tíðina, tá tjóðveldisflokkurin hevði ábyrgdina av fíggjarmálum í seinnu helvt av valskeiðnum 90 til 94. HER er einki sammetingargrundarlag. Tað eigur Óli Breckmann at vita, men hann undirmetir vitan [...] bara ein síða. Á hinum bógnum er fiskiskapurin øktur munandi, men henda rávøra er komin alt ov lítið til sættis her á landi, og virðisøkingin í útflutningi er alt ov lítil vegna atgerðarloysi borgarliga
millum Føroyar og Danmark. EINAFERÐ sá út til, at her fór at verða ein polarisering millum tjóðveldi og samband. Nú sambandsflokkurin hevur valt Edmund Joensen aftur til formann og harvið hevur givið sera sambandsku [...] EINGIN ivi er um, at hetta valið til løgtingið verður eitt av teimum mest spennandi. Við kreppuni og bankamálinum í kjalarvørrinum er greitt, at nógv stórpolitisk mál fara at verða fremst á valskránni [...] uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur at verða undan einum vali. Tað er rætt og slætt ikki inn longur at fasthalda alt tað gamla, sum sambandið við løgmanni á odda hevur staðið sum felagsnevnari
hesin persónur hevur lagt navn til. Nettup hetta at hesi úttalilsi koma frá næstu monnum løgmans, teimum, sum hann er í flokki saman við, ger, at vit onnur, sum ikki hoyra til henda flokk, eiga at taka tey [...] oyðimarkargongd. Hví! Helst tí at løgmanni ikki dámdi Árna Olafsson. Slík avgerð løgmans er kanska eitt hitt besta dømið um, at løgmaður dugur ikki og vil ikki gera brúk av sínum bestu og mest kvalifiseraðu [...] at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara. ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat
ein maður er ein maður. Jóannes Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í tinginum. Av tí at hin føroyski [...] veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At valið av formanninum er danskur innanríkispolitikkur kann eftir okkara meting ikki vera nakar ivi um. Tá hevði rað væl heldur ikki havt so [...] , sum so aftur nú verður gjørdur til tann stóra syndaran í allari hesi politisku telvingini á Christiansborg. Var tað ikki júst Nyrup sum reypaði sær av, at hann ikki hevði brúk fyri atkvøðuni hjá Eidesgaard
umboðið fór ikki at fella eina javnaðarstjórn átti at verið nóg mikið. Tað má standa fólkatingsmonnum frítt at velja, hvussu teir annars atkvøða ella ikki. Krøvini hjá Jóannesi Eidesgaard fyri ikki at fella [...] fólkatingsmaðurin , Jóannes Eidesgaard hevur gjørt av ikki at atkvøða í sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk [...] hann og javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu eina dygga álitisváttan frá veljarunum afturfyri. HETTA er sama støða hann tók eftir valið, tá hann gjørdi av ikki at leggja sína atkvøðu í hvørki
fólkaflokkin og hansara afturvendandi fríggjarí til sambandið. Er fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann til, ella er ein hann ein sjálvstýrissinnaður [...] hesin framherji og fremsti talsmaður fólkafloksins skal hava so frítt spæl til at reka sína sambandsku linju. Hvussu ber tað til, at eingin talar at. Eru Anfinn Kallsberg, John Petersen og allir aðrir f [...] sambandsflokk, ið hevur sagt kortnei til alt, sum luktar av sjálvstýri!!! JÓGVAN SUNDSTEIN hevur ongantíð verið bangin fyri at siga sína hugsan og greiðu meining - heldur ikki tá tað ræður um sínar egnu. Hetta