liggja sum nr. 2 í sínum bólki. - Vit hava vunnið nógvar dystir, og stutt síðani vunnu vit heili 6-0 á SÍ. Vit duga í øllum førum at gera maal!, siga teir ídnir á málinum. Vit hittu teir ein seinnapartin í [...] hvønn einasta sunnudag, tá KÍ spælir í Klaksvík. Men sum so mong onnur, eru teir higartil farnir rættiliga vónbrotnir heim til hús hesar seinnapartarnar, tí úrslitini ikki hava verið teimum eftir vild [...] og kanska komandi stjørnur á KÍ-liðnum hava tó langt frá mist mótið um, at tað fer at venda. Eingin teirra ivast í, at KÍ hoyrir heima í bestu fótbóltsdeildini. Tá er øðrvísi hjá teimum sjálvum í FM-kappingini
sum helst. Tá hann setir sær eitt mál, so vil hann gera alt fyri náa tí. Nú kann hann gott hugsa sær, at føroyingar skulu hava breiðband, sum er fleiri túsund ferðir skjótari enn tað, vit hava í dag, og [...] eitt innanhýsis net, sum arbeiðir við eitt gigabit ferð. Finn Helmer vil hava, at vit skulu hava eitt alnetarsamband heima við hús, sum er tíggju ferðir so skjótt sum tað. Kostar ein undirsjóvartunnil Men [...] fipurnet leggjast í samstundis. - Høvdu vit gjørt tað, hevði fipurnetið longu verið um helvtina av Danmark, og vit høvdu spart eina rúgvu av pengum. Nú mugu vit í staðin grava serliga fyri at leggja fipurnetið
Hvalvík. Tað gingu so nøkur ár, tá seta vit aftur jørðina til sølu. Tá er tað ein annar maður, sum bjóðar kr. 7.500 fyri jørðina. Vit fingu so hesa upphædd og lótu Sámal sítt, tá vóru 4.500 kr. eftir. Tað má [...] hesar vit og Vesturvarði. So út aftur triðja túrin. Tað var á sama hátt. Vit fingu skjótt uppí Norðbúgvan fyri triðju ferð. Tá fóru vit heim. Nú hevði eg verið tríggjar túrar í tríggjar mánaðir. Vit vóru [...] dagin eftir, og vit fóru so avstað. Norðbúgvin hevði verið ein túr á Suðurlandinum, og tann 12. mai fóru vit eystur eftir í Barentshavið. Mánaður um fulla last Vit vóru í Tromsø, har vit skuldu taka kol
varðveitt áhugavert brævaskifti við teir avvarðandi vísindaligu stovnarnar í Danmark. Tá Sámal var drongur vóru bert 4-5 hús í Kirkjubø. Undan hansara tíð var handil í bygdini. Men fyrst hann minnist, fingu [...] eginleikar. Tey eru bæði sera dámlig og skilagóð og eru ímyndin av teimum góðu eginleikum hjá fólki, vit kunnu hava álit á. Hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum! ó. [...] Sámal var Frederikka, sum eisini var úr Kirkjubø. FF-blaðið hevði í 2003 eina frásøgn um tey bæði, og tá skrivaði Elisabeth, kona Sámal, eina lýsing av vermammuni. Frásøgnin kann lesast á heimasíðuni: www
í rættlag, áðrenn vit fara út í bilinum. Vit seta okkum inn í lítla bilin við pakkum aftanfyri. Bjarki bindur seg ikki í seðla. Postmenn eru nevniliga undantiknir í ferðslulógini, tá teir fara út við pakkum [...] Jólamánaður Vit eru steðgaðir. Standa uttanfyri goymsluna hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal hava nógvar pakkar. Bjarki fer nærum húsvandur inn eftir einum vogni, sum hann byrjar at leggja pakkar uppá. Tá hetta [...] So fara vit, og Bjarki byrjar at greiða frá. – Tað er blivið nokk so nógv umskipað, so nú eri eg kurér og koyri mest við anbefalaðum brøvum, pakkum og so eru tað summi, sum framvegis vilja hava postin um
Føroyum, er Tjóðveldi. Tað seinasta, sum vit í Føroyum hava brúk fyri, er ein nýggj ABC-samgonga, ið hevur sum høvuðsmál at køva allar batar, ið vit sum samfelag hava so stóran tørv á, og heldur fast í verandi [...] eftir valið. Vónandi fer hann at halda orð, men vit hava sæð dømi um, at hann sigur eitt, men ger nakað annað. Tað er harmiligt, og tí mugu vit eisini staðfesta, at einasti garanturin fyri, at ein heilt [...] andstøðuna – Javnaðarflokkurin kann fara báðar vegir Tjóðveldi heldur sítt orð, og tá ið vit lova okkurt, so er tað tí, at vit ynskja at føra tað út í verki. Tað kann ein fáa vissu um, við at samanbera útsagnir
heilsumynduleikarnir mæla til. Vit ætlaðu at hava uppskriftina uppá suppukurin við á hesari síðuni, men eftirsum tey serkønu mæla frá at fara uppá hendan kurin velja vit at ikki prenta hann her. Suppu [...] apelsin til morgunmat. Sindur fátæksligt, men eg eri væl fyri, tá eg fari til arbeiðis. Øgiliga nógv at gera. Arbeiði sum eitt ørt til klokkan 11, tá hungurskenslurnar gera vart við seg. Eti eina salat - veit [...] tikið uppá. PUHA! Sindur svong um kvøldið, men eti ein tallerk av suppu og nógva frukt. Havi tað gott tá eg leggi meg. Dagur 2 Byrjaði dagin við einari gularót Kururin: Eta so nógv av suppuni og grønmeti
gjøgnum góð vinfólk í Íslandi, og so førdu vit okkum annars fram fyri rest, minnist Jan og bæði flenna. – Tá vit høvdu bílagt ein ordra, spurdu vit, um tey vildu hava pengarnar kontant ella hvat. Men tey søgdu [...] vási. Elsuba og Jan hava heldur ongantíð gingið í býnum ella í vertskapi, og hava sum heild dugað væl at hugna sær saman við børnunum, tá tey endiliga høvdu frí. Mánadag var ball. Tá komu donsku bløðini [...] havt áhuga fyri innrætting og móta. Tá eg valdi mótan, var Jan í fyrstu atløgu ikki so heitur fyri tí. Sum bókhaldari visti hann, at vit kundu risikera at missa bæði hús og heim, um tað miseydnaðist, fortelur
15. desember 1974. - Uppgávurnar hava verið ymiskar og skiftandi. Tað er sjálvsagt, at eftir so nógv ár í starvi, hevur tú holla vitan um nógv viðurskifti, og tí fáa vit onnur mangan gagn av. Tú hevur eisini [...] hevur nógv áhugamál. Umframt arbeiði, hús og heim og urtagarð, er hon virkin ymsastaðni. Hon er limur í Kiwanisfelagnum Rósuni og nevndarlimur í Starvsmannafelagnum. - Vit, sum arbeiða saman við tær, vita, [...] ymisk viðurskifti, og tú letur okkum vita, hvat tú heldur. Tú kanst vera rættiliga harðmælt við hvørt, tá tú heldur tað vera neyðugt. Hin kvinnan, sum varð heiðrað í dag, var Dorrit Nolsøe, ið byrjaði at arbeiða
uppvaksandi ungdóm: “Vit hava ikki álit á tykkum. Vit hava ikki álit á, at tit megna at skapa virðini her og at býta tey javnt. Og vit hava ikki álit á tí landi, vit stíga á ella á ti sjógvi, vit sigla á. Øll [...] danskar pengar. Til dømis hoyra vit landdsins hægstu menn og kvinnur siga, at vit hava ikki ráð til okkara veikastu um vit ikki fáa danir at gjalda. Og samstundis hava tey játtað sær sjálvum pening til [...] partapolitiskt fjantispæl. Og vit skulu gera alla tjóðina hefta og leggja ábyrgdina frá okkum.” Hvussu skal nakar hava álit á tykkum og á okkara aldargamla tingi, tá tit ikki hava álit á fólkinum og á tí stóra