Skamm fái tykkum!

At bidda meira blokkstuðul úr Danmark inn í næsta valskeið er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútiðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum. Og tað gongur beint ímóti okkara málum um at skapa frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd

Høgni Hoydal
---

Beint ímóti teimum lyftum, sum flokkarnir góvu Før­oya fólki í 2011, hava nú eisini Fólkaflokkurin og Mið­flokkurin samtykt, at so­nevndi blokkstuðulin úr Danmark skal hækka kom­andi trý árini – inn í næsta valskeið. (Hendan upp­hæddin átti av røttum at itið “olmussugjald fyri at selja sjálvræðið og sjálvsvirðingina frá okkum”). Hesir flokkar hava sostatt boðað greitt frá, at teir hava gjørt ein sam­bands­blokk í føroyskum poli­tikki.
Og hvørjar eru avleið­ing­arnar? Við hesum siga tit við Føroya fólk og okkara uppvaksandi ungdóm: “Vit hava ikki álit á tykkum. Vit hava ikki álit á, at tit megna at skapa virðini her og at býta tey javnt. Og vit hava ikki álit á tí landi, vit stíga á ella á ti sjógvi, vit sigla á. Øll skulu bara hugsa um egnar lummar og partapolitiskt fjantispæl. Og vit skulu gera alla tjóðina hefta og leggja ábyrgdina frá okkum.”
Hvussu skal nakar hava álit á tykkum og á okkara aldargamla tingi, tá tit ikki hava álit á fólkinum og á tí stóra ríkidøminum í hesum landi? Eitt er tykkara egna ómegd. Men við hesi avgerð gera tit eitt heilt fólk til biddarar og taka sjálvræði frá okkum øllum.

Ein skarnsgerð
Hetta er ein skarnsgerð ímóti fortíðini, nútíðini og framtíðini hjá fólkinum í Føroyum.
Ein skarnsgerð ímóti for­tíðini og øllum tí ómetaliga stríði og hugsjónunum hjá tí fólkinum, sum hava bygt og ment hetta landið gjøgnum meira enn 40 ættarlið.
Ein skarnsgerð ímóti nú­tíðini, har vit hava so ser­staka góðar møguleikar at reisa okkum sum tjóð og at gagn­nýta okkara ríkidømi – heldur enn aftur at leggja okkum og aftur lata heima­stýris-ábyrgdarloysið blaka alt burtur aftur í egingirnd og umberingum.
Og ein skarnsgerð ímóti fram­tíðini, har okkara upp­vaksandi ættarlið skal gerast meira heft búskaparliga og politiskt – og skal missa møguleikar at skapa eitt trygt og sjálvstøðugt samfelag.

Alternativið er ítøkiligt
Upp móti hesum seta vit í Tjóðveldi sjálvandi okk­ara uppskot (sum hevur verð­ur á tingi minst seks ferðir seinastu árini) um, at so­nevndi blokkstuðulin verður minkaður við helvtini av hvørjari eyka krónu, sum landskassin fær í inntøku, so hvørt sum búskapurin veksur. Hin helvtin verður nýtt til raðfestingar í samfelagnum. Vit hava eisini skotið upp – sum eina roynd at finna semjur - at upphæddin, ið verður minkað, kann fara í Búskapargrunn Føroya.

Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd
Og upp ímóti sambands­blokk­inum seta vit í Tjóð­veldi okkara hugsjónir og mál: Frælsi, fólkaræði, javn­rættindi, samhaldsfesti og burðardygd.
Lat okkum viga avgerð­ina um at bidda meira blokk­stuðul á eini vekt við hesum málum:
1. Skapar hetta frælsi? – Nei, tað ger okkum heft og vit missa ábyrgd og sjálvs­virðing.
2. Skapar hetta fólkaræði ? Nei, beint tvørturímóti. Hetta leggur avgerðirnar í hendurnar í øðrum, sum vit ikki sjálv hava valt.
3. Skapar hetta javnrættindi? Nei, tað gevur okkum verri møguleikar at virka á jøvn­um føti við aðrar tjóð­ir úteftir – og tað skap­ar ikki somu rætt­indi og skyldur mill­um føroyingar innan­hýsis, tí vit leggja ábyrgd­ina frá okkum av týdningarmiklum sam­fe­lags­økjum.
4. Skapar hetta samhalds­festi? Nei, beint tvørtur­ímóti. Heldur enn at standa til svars fyri at skapa vælferðina sjálv og at býta virðini javnt, so elvir blokkstuðulin til, at tey fáu gerast ríkari og ábyrgdin móti øðrum verður løgd á danskar pengar. Til dømis hoyra vit landdsins hægstu menn og kvinnur siga, at vit hava ikki ráð til okk­ara veikastu um vit ikki fáa danir at gjalda. Og samstundis hava tey játtað sær sjálvum pening til ein nýggjan Mercedes ella eini nýggj hús – uttan at hava arbeitt ein tíma eyka ella skapt eitt einasta nýtt virði.
5. Skapar hetta burðar­dygd? Nei, ein studnings­búskapur skapar ongantíð varandi virði. Hann ger kappingarstøðuna hjá vinnuni verri og hann skap­ar altíð ójavna kapp­ing. Hyggið bert at, hvat søgan hevur víst okkum. Heldur enn at brúka ork­una til, hvussu vit kunnu skapa varandi virðir í Føroyum og at fáa meira burturúr okk­ara egna tilfeingi, so verður kapping um, hvør kann bjóða mest pengar úr Danmark. Og onki sam­svar verður millum tað, ið vit skapa, og tað, ið vit brúka.

Tí er bara eitt at siga um av­gerðina hjá sambands­blokkinum á tingi: Skamm fái tykkum!