Bara Ronaldo kann bjarga KÍ

Smápiltarnir hjá KÍ eru ikki í iva um, hvat skal fáa besta fótbóltslið teirra burtur frá botnin­um: - Keypið Ronaldo og Rooney, so hølva vit øll hini liðini av!, siga kom­andi stjørnurnar í KÍ

Klaksvík: Uppskriftin er einføld: - Tað er bara oytt at gera hjá KÍ. Tað er at lamma bóltin í málið!

Júst hetta hevur higartil verið ein av vansunum hjá Vodafone-liðnum úr næststørsta býi okkara.

Eftir dystirnar 2. hvítusunnudag er onki broytt í so máta.

Teir ungu spælararnir og kanska komandi stjørnur á KÍ-liðnum hava tó langt frá mist mótið um, at tað fer at venda. Eingin teirra ivast í, at KÍ hoyrir heima í bestu fótbóltsdeildini.

Tá er øðrvísi hjá teimum sjálvum í FM-kappingini fyri smá­piltar. Teir liggja sum nr. 2 í sínum bólki.

- Vit hava vunnið nógvar dystir, og stutt síðani vunnu vit heili 6-0 á SÍ. Vit duga í øllum førum at gera maal!, siga teir ídnir á málinum.

Vit hittu teir ein seinnapartin í farnu viku undir venjing. Teirra partur av KÍ-framtíðini skal so ikki liggja eftir - hóast teir eru á B-liðnum hjá smápiltunum!

 

Sálarlig ávirkan

Hóast tað ikki hevur gingið sum ætlað hjá besta mansliðnum higartil í kappingini, so hevur felagið kortini fleiri trúfastar áskoðarar og aðrar stuðlar í felagnum Bláa Bylgjan.

Heldur ikki sunnudagin kom nakað burtur úr, tá NSÍ úr Runa­vík var á vitjan. Tá skoraðu klaksvíkingar einki mál, meðan gestirnir skoraðu tvey. Soleiðis tapti KÍ enn ein dyst og er fram­vegis niðast í deildini.

Um tað fer at ganga teimum væl ella ikki teir komandi dystir­nar í Vodafone-deildini, so hava teir ungu leikararnir altso ikki mist vónina um, at tað aftur skal fara at bragda hjá KÍ í Vodafone-deildini.

Smápiltarnir hjá KÍ hava tó gjørt sær sína hugsan um, hví tað gongur so illa og ikki minst, hvat gerast skal fyri at venda gongdini:

- Teir eru ikki góðir, tí teir skora ongatíð, er eitt av góðu boðunum frá fóltshugaðu klaksvíkingunum.

Ein annar heldur, at venjarin dugir ikki at manna liðið. Hann hevur sett tað púra skeivt saman:

- Hygg her: Heðin á Lakjuni skuldi verið í álopinum, meðan Kristoffur Jacobsen skuldi heldur spælt í verjuni. Men, siga teir. - Heðin má venja seg betur til brotsspark, so hann ikki brennur fleiri enn tað sum hann gjørdi í dystinum ímóti HB.

- KÍ hevur heldur ongar peng­ar, heldur ein triði. Eftir hansara meting hevur fíggjarliga støðan altso sálarliga ávirkan á spælihugin hjá KÍ-liðnum.

 

Mangla málskjútta

Umframt tað at teir sjálvir venja og spæla dystir, eru flestu teirra á vøllinum hvønn einasta sunnudag, tá KÍ spælir í Klaksvík.

Men sum so mong onnur, eru teir higartil farnir rættiliga vónbrotnir heim til hús hesar seinnapartarnar, tí úrslitini ikki hava verið teimum eftir vild.

- Trupulleikin er, at liðið fær ikki mál, endurtekur tann eini av smápiltunum.

Ein av stóru leikarunum hjá KÍ gjøgnum árini - og ein sum eisini veruliga dugdi at skjóta mál í hópatali - er Rógvi Jacobsen.

Hann er ikki partur av liðnum longur, men er farin til ÍF. Tað er ein spælara av slíkum klassa sum vantar á liðnum.

- Tað hevði verið nógv betri, um hann spældi við KÍ. Ella teir bara keyptu bæði Ronaldo og Rooney frá Manchester United.

- Tá hevði KÍ blivið gott!, eru teir allir samdir um.

–––––––––––––––––––––––––––––

He’s my brother

 

Ein viðkomandi spurningur til hesar komandi stjørnurnar hjá KÍ er, hvør er besti spælari á Vodafone-liðnum.

Her eru metingarnar sera ymiskar: Onkur heldur Heðin á Lakjuni, ein annar Kristoffur Jacobsen ella málmaðurin Jákup Mikkelsen, meðan ein triði heldur Jógvan Isaksen vera tann besta.

Grundgevingarnar fyri hesum eru sera ymiskar: Kristoffur er góður, tí hann dugir at skjóta mál. Jógvan er ein íðin leikari. Uttan Jákup í málinum hevði verið reint galið, og Heðin er tann besti, tí hann er giftur við roknilæraranum hjá tí eina smápiltinum.

At fótbóltshugurin liggur til summar familjur, man kortini svarið frá einum teirra vera besta prógvið um: Besti spælarin hjá KÍ er eftir hansara Niels Pauli Bjartalíð Danielsen.

- Hví hann er tann besti? Tað er sjálvandi tí at hann er beiggi mín!, er greiða svar hansara.