Sum tað framgongur aðrastaðni á síðunum, so er Finn Helmer ikki hvør sum helst. Tá hann setir sær eitt mál, so vil hann gera alt fyri náa tí. Nú kann hann gott hugsa sær, at føroyingar skulu hava breiðband, sum er fleiri túsund ferðir skjótari enn tað, vit hava í dag, og við tí í huganum, hann hevur fingið av skafti aðrastaðni, er tað als ikki óhugsandi, at tað gerðst veruleiki.
Tað, Finn Helmer hevur ført fram í fleiri ár eftir hondini, er, at telefonfyritøkurnar tveita pengar út í gjøgnum vindeyga við, at framvegis royna at umvæla og varðveita gomlu koparkáplarnar, sum alt fjarskiftissamband í dag er grundað á.
- Tað er eitt risa mistak, at vit áhaldandi halda fast um avoldaðu tøknina, sum telefyritøkurnar brúka, sigur Finn Helmer. Áður hevur Finn Helmer sagt, at TDC í Danmark átti at gravað allar koparkáplarnar upp og selt teir sum gamalt jarn. Tað sigur ikki lítið um hugburð hansara mótvegis tøknini, sum telefonfyritøkurnar brúka.
Hevði tað staðið til hansara, vóru allir gamlir koparkáplar langt síðani skræddir upp, og í staðin hevði hann lagt fipurnet niður. Fipurnet, sum millum annað tryggjar tær alnetarsamband, ið er 4000 ferðir skjótari enn vanligt ADSL-sambandi, sum vit dagliga brúka. Talan er um 10 gigabit breiðband.
Sum eitt dømi um ótrúligu ferðina hetta breiðbandið hevur, so kunnu vit nevna, at ein sera vælútgjørd skrivstova hevur í dag eitt innanhýsis net, sum arbeiðir við eitt gigabit ferð. Finn Helmer vil hava, at vit skulu hava eitt alnetarsamband heima við hús, sum er tíggju ferðir so skjótt sum tað.
Kostar ein undirsjóvartunnil
Men alt kostar pengar, og tað ger fipurnet so sanniliga eisini. Tí hevur Finn Helmer eisini mangan argast inn á, at tað ikki varð ásett við lóg fyri fimm árum síðani, at hvørja ferð gravað varð onkustaðni í Danmark, skuldi fipurnet leggjast í samstundis.
- Høvdu vit gjørt tað, hevði fipurnetið longu verið um helvtina av Danmark, og vit høvdu spart eina rúgvu av pengum. Nú mugu vit í staðin grava serliga fyri at leggja fipurnetið, og tað ger tað heila dýrari, sigur Finn Helmer.
Hann heldur at, at vit avgjørt ikki mugu lata okkum ræða av kostnaðinum.
- Her í Føroyum verða tunlar gjørdir alla tíðina og at leggja fipurnet fyri alt landið kostar ikki meiri enn ein undirsjóvaltunnil, sigur Finn Helmer og vísir á, at ein tunnil kostar nógv meiri enn ein ferja, men at tað avgjørt loysir seg í longdini við at hava tunnil. Á sama hátt er tað við at leggja fipurnet út, tað kostar nógv at leggja, men tað er ein íløga inn í framtíðina og loysir seg avgjørt, heldur Finn Helmer.
Samsvarar við Visjón 2015
Finn Helmer hevur í fleiri ár víst á, at 10 gigabit fipurnet eigur at verða lagt út í hvørt heim. Tann boðskapin hevur hann ført fram í Danmark í nógv ár, og nú vendir hann sær eisini til Føroya, har hann sær nógvar fyrimunir.
- Ætlanin hjá landsins politikkarum er, at Føroyar skulu vera millum heimsins fremstu lond í 2015. Verður fipurnet lagt kring alt landið, hava vit tikið eitt risa fet rætta vegin, tí tá verða Føroyar ikki millum heimsins fremstu lond á økinum, men Føroyar verða langt fremst í deildini, greiðir Finn Helmer frá.
Hansara greiða fatan er hon, at tað ber ikki til yvirhála, við at ganga í fótasporunum hjá øðrum.
- Einasti máti at yvirhála upp á er við at seta ferðina upp, og tað gera vit við at leggja 10 gigabitnet út í hvørt heim. Møguleikin er har, og tað er bara at taka av honum, sigur Finn Helmer.
Føroyar á heimskortið
Orsøkin til, at Føroyar eru áhugaverdar fyri Finn Helmer og hansara 10 gigabit verkætlan er, at tað eru fleiri ymiskir fyrimunir við Føroyum í mun til Danmark og onnur lond.
Fyrimunurin við at royndarkoyra nýggja netið í Føroyum er, at teir kunnu vísa á, at her er eitt heilt land har øll hava 10 gigabitnet í húsinum, og tað riggar.
- Tað riggar minni væl, tá vit siga, at í Danmark er tað ein partur av landinum, har tey brúka hetta slagið av breiðbandi, í staðin fyri, at eitt heilt land hevur tikið hesa skipan til sín. Tú kanst ætla, at tað hevur størri slagkraft, greiðir Finn Helmer frá.
Við øðrum orðum merkja orðini hjá Finn Helmer eisini, at íbúgvatalið í Føroyum er til at hava við at gera, har vit ikki eru ov smá til at vera onkisigandi, og samstundis ikki ein ov stórur biti hjá teimum at gloypa í einum.
Eitt annað, sum gera Føroyar áhugaverdar, er góða fjarskiftissambandið við umheimin, vit hava í FarIce-kaðalinum, ið var lagdur tikin í nýstlu í 2004.
- Taka føroyingar sum teir fyrstu undir við ætlanunum, so setir tað tykkum í eina heilt serstaka støðu, tí tey, ið koma út við ætlanunum fyrst, kunnu vera við at lyfta tað, fortelur Finn Helmer og leggur so aftrat, at sjálvandi fær eitt land ágóðan av at vera við at lyfta eina slíka skipan sum hesa.
Helmer aftur í august
Samrøðan við Finn Helmer varð gjørd fyri einari tíð síðani, tá hann var í Føroyum. Greitt er, at hann tá tosaði við bæði Formula, Føroya Tele og umboð fyri Føroya Landsstýrið. Av tí, at summarfrítíð er, vísir tað seg at vera ógvuliga trupult at fáa fatur á røttu fólkunum at gera viðmerkingar til málið.
Sosialurin hevur tó fingið váttað, at gongd er í málinum og eisini greitt, at Finn Helmer hevur ætlanir um at koma aftur til Føroya síðst í august mánaði, og um ikki annað verður helst okkurt nýtt at frætta tá.









