fyri, hvussu vit hjálpa avvarðandi, og hvussu vit fyribyrgja sjálvmorði. Hetta tiltakið verður frá kl 17:30 til 20. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum leggur fyri. Síðani verður [...] við evninum: »Munurin á sorg við sjúku og sjálvmorði«. Eyð Hansen Høyer, sálarlækni, sum hevur granskað nógv á økinum, fer at greiða frá um evnið »Vandabólkar og sjálvmorðstekin«. Tórmóður Stórá, sálarlækni [...] at taka saman um, hvat vit vita, og hvat verður rátt til fyri at byrgja fyri at fólk taka seg av døgum. Hesin parturin av tiltakinum, sum byrjar kl 17:30, er almennur, og neyðugrt er ikki at tekna seg til
við eini øktari sølu upp á 3% og somu elprísir, væntar stýrið fyri SEV bert við einum avlopi upp á 100.000 krónur. Hendan varisliga meting byggir fyrst og fremst á óstøðugu og alsamt vaksandi oljuprísunum [...] Vøksturin stavar sostatt frá øktari sølu, Góðar 10 milliónir stava herfrá, meðan áleið 2 milliónir koma av øktum inntøkum av føstum gjaldi, íbinding og øðrum. Men hóast inntøkurnar altso eru vaksnar, er [...] milliónir, ella smáar 19 milliónir krónur. Hinvegin eru lønarútreiðslurnar kvinkaðar eitt vet niðureftrir, og tað man vera heilt óvanligt – hóast talan bert er um 600.000 krónur, úr 49,3 niður í 48,7 milliónir
halda fast um stigið, sum teir høvdu, tá farið varð á vøllin, og hetta tóktist eisini eydnast. Ikki minst tí heimaliðið sýndi lítið hugflog, og fyri tað nógva satsaði upp á langar bóltar fram til áleypararnar [...] bóltin yvir í handara síðunet til 1-0. Hetta kom sjálvandi sum vátur vøttur hjá fuglfirðingunum, sum nú fullu púrasta í fátt. Tað gav samstundis rúm hjá vertunum at spæla, og teir fýra minuttirnar, sum lagdir [...] Stongum at økja um leiðsluna til 2-0. Og so var fagnaðurin kring Mølina ovurhonds stórur. Áskoðararnir vistu av, at dysturin í Havn var endaður við javnleiki, og við sigrinum hevði EB/Streymur soleiðis
umráðandi hjá Ìrlandi at reisa seg eftir javnleikin móti Ísrael, og tað eydnaðist eisini. - Vit vistu, at tað fór at verða trupult, og veðrið og vøllurin gjørdu ikki fyritreytirnar hjá okkum betur. Men við [...] neyðuga hepnið, ið onkuntíð skal til fyri at vinna ein dyst, og tað hevur Írland mangan manglað. Eg haldi tó, at vit høvdu uppiborið sigurin, og tey trý stigini var tað, ið vit komu eftir, segði hann. Ógvuliga [...] vit hava verið í gongd nú í 10-11 mánaðar. Tá ið vit spæla móti fraklendingum eru vit akkurát farnir í gongd aftur, so tá eru spælararnir vónandi eitt sindur meiri neyvir og frískir, segði Roy Keane, sum
í 67. minutti, og eitt lítið korter seinni noyddist hann av vøllinum. Hann stóð ella lá skaddur, tá ið B36 javnaði. Í gjár roknaðu teir á Skála við, at álopsspælarin var vøddaskaddur, og so er lítið sannlíkt [...] dagarnar: - Vit vóru moyrir, og intensiteturin var ikki tann sami, sum tá ið vit spældu móti HB. Hvussu við málunum? -Vit megna eina ferð enn at fáa mál í deyðbóltsstøðu, og so hevði fluktarin hjá Boga [...] miðjuna, og teir í B36 vóru framúr effektivir, tá ið teir fingu møguleikan. Ert tú nøgdur við úrslitið? - Tað er altíð keðiligt at missa, tá ið tú hevur verið á odda. Vit høvdu bóltin meiri enn teir, og vit
Fyri steðgin stóð KÍ fyri tí mesta, og tó at eitt kanska heppið hornaspark skuldi ferðast beinleiðis í netið, áðrenn tær komu á odda, so var leiðslan fult uppiborin. Og tað var eins uppiborið, at Rannvá [...] trýsti. Halltóra Joensen minkaði um munin, og eftir hetta varð spælið av álvara trýst omaneeftir, men hóast nær við, so gekst striltið at fáa nakað burturúr. Og tá Vivian Bjartalíð so kundi økja til 4-1 [...] Føroyar móti Oyl-gullinum. Í aðrar mátar fingu bæði AB og EB/Streymur sín fyrsta sigur um halguna. Fyrst vann AB útidystin móti EB/Streymi við 2-1, og fáar dagar seinni átti EB/Streymur so tørn, tá tær vitjaðu
2003 hevur verið støðið undir eini hugburðsbroying. Fólk, feløg og stovnar hugsa øðrvísi, tá tað ræður um atgongd og javnrætt. Bæði privatir og almennir stovnar gjørdust meira tilvitað um tørvin hjá brekaðum [...] langtíðar og skipaðan politikk á økinum. -Árið í fjør átti at verið støðið undir einum langfreistaðum politikki, men hann er ikki at fáa eyga á. Tað neyðugt hjá politikkarum at seta eina 5-10 ára ætlan [...] Vit fingu gjørt børnini meira tilvitað um tey brekaðu, og samanumtikið eydnaðist evnisvikan ómetaliga væl, greiðir Marjun Sigurðsdóttir frá. Heilsa og aldur Seinastu tvey árini hevur Marjun Sigurðsdóttir
ókeypis og opið fyri øllum. Dr. Eyðun Andreassen professari í fólkalívfrøði við Fróðskaparsetur Føroya heldur fyrilestur um føroyska dansin (á skandinaviskum) Havnar dansifelag sýnir ymiskan dans og gestir [...] umheimin/Ísland og stovnan av Flogfelag Føroya Føroyskur dansur, øll eru vælkomin uppá gólv Leygarkvøldið 17. mai verður 60 ára hátíðarveitsla í Víkingasali á Hotel Loftleiðum. Húsið opnar kl. 18.30 og farið verður [...] verður til borðs kl 19.30. Boðið verður upp á durasnaps og borðreitt við trimum rættum og kaffi. Ernst Olsen verður veitslustjóri. Aftaná borðhaldið spæla Twilight til dans. Ymsir gestir vera saman við
fyrra hálvleiki kom eitt skott millum liðini, og sum hálvleikurin leið, tóktist Kyndil bara royna at økja um hetta. Í steðginum var munurin komin upp á seks mál, og soleiðis skuldi ligið væl fyri hjá Kyndli [...] øðrvísi. Allan seinna hálvleik drógu teir eitt langt hál, og góðar fimm minuttir fyri leiklok vóru tær komnar upp á javnt. Kyndil royndi at svara aftur, og tær lovaðu ongan tíð Stjørnuni framum, men hinvegin [...] aftur, tá tær sunnudagin vitjaðu hjá Kyndli. Kyndil hevur hinvegin eisini havt sínar trupulleikar, og sum krúnan á hesum gjørdi venjarin hjá liðnum í farnu viku at siga seg sjálvan úr starvinum. Spenningurin
24. november 1916 og var sostatt 86 ára gamal. Hann varð ikki kallaður annað enn Jutt, men dópsnavnið var Justinus Michael Fr. Justinussen. Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi [...] 1924, tá Jutt var 8 ára gamal, og mamman Annika sat so við festinum, til Jutt kundi festa. Seinni fekk hann eisini Yvirstovufestið eftir mammubeiggjan Sivart, sum var ógiftur og doyði í 1957. Nú hevur Regin [...] giftur við Bettu Højgaard, ættað úr Rituvík og lærarinda í Klaksvík frá 1942 til 1978. Frammanundan hevði hon verið lærarinda í Svínoy í 5 ár. Hon doyði 10. september í ár, 90 ára gomul. Yngsti bróðirin