Á mikkjalsmessu andaðist Jutt. Hann varð føddur 24. november 1916 og var sostatt 86 ára gamal. Hann varð ikki kallaður annað enn Jutt, men dópsnavnið var Justinus Michael Fr. Justinussen.
Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi í Húsi í Svínoy. Pápin doyði longu í 1924, tá Jutt var 8 ára gamal, og mamman Annika sat so við festinum, til Jutt kundi festa. Seinni fekk hann eisini Yvirstovufestið eftir mammubeiggjan Sivart, sum var ógiftur og doyði í 1957. Nú hevur Regin, bróðursonur Jutt, bæði festini.
Teir vóru tríggir brøður Uppi í Húsi. Jutt var sum nevnt elstur. Næstelstur var Poul Justinussen, Poul á Fuglberg, sum doyði 1. mai í ár, 84 ára gamal. Poul var giftur við Bettu Højgaard, ættað úr Rituvík og lærarinda í Klaksvík frá 1942 til 1978. Frammanundan hevði hon verið lærarinda í Svínoy í 5 ár. Hon doyði 10. september í ár, 90 ára gomul.
Yngsti bróðirin var Karl, sum doyði í 1972, 52 ár gamal. Hann var giftur við Thurid Lindahl úr Kunoy. Hann var lærari í Svínoy í 23 ár.
Jutt giftist í 1963 við Petru. Stutt var ímillum hjúnini - Petra, sum varð fødd 4. mai í 1920, doyði 20 desember í fjør. Petra var næstyngst av børnunum hjá Malenu, sum var dóttir Miðlinga-Símun úr Gulaksstovu, og Mikkjal Olsen úti á Bø í Svínoy.
Systkinini hjá Petru vóru Rasmus (í Sjóvinnubankanum), sum var giftur við Juttu á Lava, tey búðu í Havn; Símun búði í Svínoy, hann var giftur við Berlinu Jacobsen av Skála; John var giftur við Berthu, tey búðu í Svínoy; Marin Katrina doyði longu í 1946, hon var gift við Johan Stenberg úr Sumba, og Elsebeth Malena, sum doyði í august mánaði í fjør, var gift við Rósing Rasmussen úr Sørvági, tey búðu á Argjum.










