Oljan slúkar vinningin

Hóast sølan av streymi øktist við 5,4% frá 2005 til 2006, er samlaða ársúrslitið hjá el-felagsskapinum seks milliónir verri enn árið fyri

Á aðalfundinum í dag hjá SEV varð sum vant ársroknskapurin lagdur fram. Tølini vísa, at inntøkurnar eru vaksnar við 12 milliónum, úr 226 milliónum í 2005 til 238 í fjør.
Hesin vøkstur er fingin hóast elprísirnir eru teir somu, sum teir vóru í 2005. Vøksturin stavar sostatt frá øktari sølu, Góðar 10 milliónir stava herfrá, meðan áleið 2 milliónir koma av øktum inntøkum av føstum gjaldi, íbinding og øðrum.
Men hóast inntøkurnar altso eru vaksnar, er endaliga úrslitið verri enn árið fyri. Hetta kemst serliga av vøkstri í oljuprísunum. Hesin posturin vaks úr smáum 52 milliónum upp í 70 milliónir, ella smáar 19 milliónir krónur.
Hinvegin eru lønarútreiðslurnar kvinkaðar eitt vet niðureftrir, og tað man vera heilt óvanligt – hóast talan bert er um 600.000 krónur, úr 49,3 niður í 48,7 milliónir krónur.
Samlaðu útreiðslurnar vóru góðar 222 milliónir, sum altso gav eitt úrslit upp á góðar 16 milliónir í avlopi fyri 2006.

Varislig meting
Vónirnar fyri árið í ár er varisligar. Tí hóast roknað verður við eini øktari sølu upp á 3% og somu elprísir, væntar stýrið fyri SEV bert við einum avlopi upp á 100.000 krónur.
Hendan varisliga meting byggir fyrst og fremst á óstøðugu og alsamt vaksandi oljuprísunum. Hóast tað, er ætlanin at gera íløgur í ár fyri 74,5 milliónir krónur. Hendan íløgan skal ætlandi fremjast uttan lántøku.
Hinvegin er ikki tikin hædd fyri einum møguligum falli í elprísunum. Og tann møguleikin er ikki so fjarur, nú SEV tapti sakarmálið móti Kappingarráðnum, um at lækka elprísirnar við18 oyrum kilowatttíman pluss mvg.
Roknskapurin vísir eisini, at ein lítil, men støðugt vaksandi útreiðsla stavar frá keypi av streymi. Her er talan um streym framleiddur við vindorku, og umboðar hesin útreiðslupostur 2,7 milliónir krónur av teimum samlaðu 222 milliónunum.