Bronsan er framegis spennandi

Kyndil hevði leingi leiðsluna, men eftir eitt langt hál eydnaðist kortini Stjørnuni at fáa annað stigið við sær heimaftur

Kvinnuhondbóltur

Eftir Stjørnan hóskvøldið hevði mist oddin úr eygsjón, ráddi tað um at vinna nakað av sjálvsálitinum aftur, tá tær sunnudagin vitjaðu hjá Kyndli. Kyndil hevur hinvegin eisini havt sínar trupulleikar, og sum krúnan á hesum gjørdi venjarin hjá liðnum í farnu viku at siga seg sjálvan úr starvinum.

Spenningurin heldur sær
Við nýggja venjaranum, Petur Martin Johansen, var leingi líkt til, at Kyndil skuldi vinna ein hart tiltrongdan sigur í bronsudystinum. Toluliga skjótt í fyrra hálvleiki kom eitt skott millum liðini, og sum hálvleikurin leið, tóktist Kyndil bara royna at økja um hetta.
Í steðginum var munurin komin upp á seks mál, og soleiðis skuldi ligið væl fyri hjá Kyndli at toga stigini heim, men Stjørnan vildi tað tó øðrvísi. Allan seinna hálvleik drógu teir eitt langt hál, og góðar fimm minuttir fyri leiklok vóru tær komnar upp á javnt.
Kyndil royndi at svara aftur, og tær lovaðu ongan tíð Stjørnuni framum, men hinvegin fingu tær heldur ikki togað seg leysar. Stjørnan svaraði hvørja ferð aftur, og endin var eisini, at tær fingu løn í form av einum einstøkum stigi.
Soleiðis er spenningurin um triðja plássið á stigatalvuni framvegis intaktur. Tað hevði hann sum so verið kortini, men enn er so eingin, sum hevur avgerandi fyrimun í tí stríðnum, og nú tykist StÍF eisini at koma aftanífrá í hesum.

Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 28-28 (18-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 9(7), Annika Ljósstein 6, Ileana Manolesco 5, Sonja Smiljic 3, Marjun Tróndarson 1, Heidi Maria Akselsen 1
Stjørnan: Danijela Ercevic 10(3), Natasha Stamenkovic 7, Jastrid Gullaksen 4, Bára S. Klakstein 3, Joan M. Joensen 2, Una Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 7, Stjørnan 4
Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 7
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trygvi Mortensen.