síðani teir í 2. umfari á heimavølli vunnu á Fram. Rógvi Jacobsen átti stóran leiklut í stórsigrinum. Eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar orsaka av skaðum hevur verið á verjukendum miðvallarplássi [...] Hjartason, átti síðsta fótin á, og Rógvi átti næstsíðsta fótin á. Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Rógvi til 2-0. KR heimasíðan vil vera við, at málið var meinlíkt tí, sum Rógvi á sama vølli í 2003 skoraði [...] kærkomna stórsigurin á útivølli rimmar fastan við langskoti, sum brast í stólpan, áðrenn bólturin fór í málið. Í hinum dystinum í 11. umfarinum, sum var á skránni sunnudagin, vann þróttur 1-0 á útivølli ímóti
yvir á konu sína. Uppi yvir henni á vegginum hongur ein broderað mynd. Andor stendur á, vekt, longd, dagfesting og klokkutíð. Við síðuna av myndini hongur ein tekning av lítla Andori í vøgguni á lands [...] at fara á landssjúkrahúsið. Foreldrini hjá Poulu fara við. Tey koyra sjálvi. Biltúrurin til Havnar fer stillisliga fram, og Poula og Kári minnast hann sum sera strævnan. Men vónin um, at tey á landssj [...] og hyggja upp á hvønnannan. Tey halda fram, at tað helst hevði verið gott læknaliga at staðfest deyðsorsøkina, men tey bæði hava góðtikið, at soleiðis skuldi tað bara vera. Tey eru tó á einum máli um,
hevur gjørt tað neyðugt at spara eina millión um dagin á útreiðslusíðuni hjá tí almenna, um man vil tað ella ei. Hóast man neyvan kemur niður á 13% í skatti, um vælferðarsamfelagið skal varðveitast, so [...] áhugaverda samrøðu her í blaðnum, har tveir ungir føroyskir vinnulívsmenn, ið hava sera góð avrik at vísa á uttanlands, viðmerkja ætlan løgmans, um at Føroyar skal gerast heimsins fremsta land í 2015. Hesir menn [...] eru sáttmálar og handilsavtalur, sum eiga at fáa hægsta prioritet, um vit skulu verða komin nakran veg í 2015. Ungu vinnulívsmenninir ráddu eisini til eitt skattaprosent uppá 13% í Føroyum og eina minking
luktin av nýslignum grasi og ljóðið av fuglasangi. Oftast nevndu orsøkirnar til stress vóru ferðslan á veg til arbeiðis, sjálvt arbeiðið og at koma upp úr songini. Larmur tykist eisini at vera ein afturvendandi [...] gnum er ein stórur trupulleiki fyri 30 % av íbúgvunum í einum miðalstórum býi. Heili 84 % vístu tó á, at tað at vera út í náttúruni alt fyri eitt fekk tey at slappa meir av. Av øðrum góðum mátum at forða [...] larm og óljóð seinastu seks mánaðirnar. Samstundis vísir kanningin, at bara 19% av teimum, sum búgva á bygd, uppliva stress regluliga. Sambært hagtølum arbeiða bretar umleið ein heilan arbeiðsdag í yvirtíð
fjør øll og alt á bóli og endaði á einum fjórða plássi í Premier League, ið eisini gevur atgongd til Champions League. Fleiri søgur hava verið at hoyrt um leikarar, ið skuldu veri á veg til Everton. Men [...] hevur eydnast ymisku feløgunum at finna røttu leikarnar. Meðan summi feløg longu hava fingið fatur á leikarunum, tey hava dyrgt eftir, gongur heldur truplari hjá øðrum. Styrkt Chelsea Chelsea hevur aftur [...] United. Higartil er bara Alexander Hleb komin úr týska Stuttgart. Í farnu viku skrivaði størsta stjørnan á liðnum seinastu árini, Patrick Vieira, undir við Juventus, og fyrr í summar mistu teir braslianska
stendur á einum vegamóti. Trý ára long bachelorútbúgving í sangi á Thames Vally University í London er júst farin aftur um bak, og Sigrið hevur gjørt av, at hon ikki fer í holt við yvirbygningin á unive [...] niðurtúrar og harðir dagar hava verið á menuini, men eisini nýggjar, spennandi og mennandi upplivingar. Og hon setti punktum við at verða kosin besti sangari á stóra og viðurkenda universitetinum. Beiskar [...] í Føroyum fer Sigrið til Noregs at royna nýggjar leiðir á gomlum gøtum. Hon hevur búð í Noregi frá 1995 til 2001, og ørindini eru at fáa ferð á tónlistarligu yrkisleiðina. Við eini rúgvu av royndum í
Eingin hugsningur var um at taka 5-1 tapið á heimavølli aftur, men tað sást á øllum brøgdum, at B71 var sinnað at stríðast fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum tað á nakran hátt kundi bera til. Teir løgdu [...] Tað var ikki stórvegis munur á næstbesta liðnum í 2. deild og miðliðnum í bestu deildini. Sandoyingar, sum í summar hava verið á venjingarlegu í Danmark, vóru ikki komnir í Sarpigerði fyri at lata seg [...] fylgdi við. Atli Gregersen stóð á dómaraseðlanum at vera ímillum teir fyrstu ellivu, men tað var hann kortini ikki. Í staðin spældi Bjarni Justinussen í miðverjuni undir liðini á Kaj Ennigarð, meðan pólverski
Ennigarð hondina upp og steðgaði bóltinum, sum annars hevði kós ímóti Jóhan Peturi Poulsen, sum var á veg at gerast púra leysur. Dómarin fór í reyvalumman, og so vóru fuglfirðingar undirmannaðir. Frísparksstøðan [...] hann varð settur inn, og hóast hann leingi hevur verið illa skaddur, so vísti Bárður á Lakjuni lítlu løtuna, hann var á vøllinum, at fótbóltsevnunum bilar einki. B68-ÍF 0-1 (0-1) 0-1: Bartal Eliasen 13. [...] Tað var undan dystarbyrjan í góðveðrinum á Svangaskarði púra opið, um tað skuldi verða ÍF ella B68, sum skuldi spæla finaluna ímóti GÍ. ÍF endaði omaná. Teir vunnu 1-0 og harvið samantalt 3-1. Toftamenn
fara útferð við. Tygara útsendi og myndamaðurin leiða tey tí upp á tekjuna á Hafnia til myndatøku og vísa teimum á Norðlýsið, sum er á veg inn eftir Havnarvág. Se din by fra fra tånets top sungu donsku Gasolin [...] Lizzy verður at hoyra á ólavsøkukonsertini. Tim er væl nøgdur og væl fyri, tá vit hitta hann á Hafnia júst eftir komuna til Føroya. Hann og hinir í bólkinum gleða seg til at sleppa á pall í Føroyum og annars [...] Høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini í ár er óivað maðurin handan stór hitt millum ung og eldri, sum t.d. Right Next to the Right One frá sjónvarpsrøðini Nicolaj og Julie. Á middegi týsdagin skrivaði Tim C
og Shetland Coastguard. Teir hoyrdu sostatt, at tyrlan leitaði eftir teimum. Og bátur var eisini á veg út ímóti teimum. - Vit settu okkum so í samband við teir og spurdu, hvat hetta gekk út uppá, tí um [...] ikki tímir, sigur hann avgjørdur á málinum. John Erik sigur, at hann hugsaði nógv um, hvat fólk mundu fara at siga, at teir góvust so stutt frá málinum, men hann leggur dent á, at ikki eitt øvugt orð er fallið [...] Fýra mans sita í yvirlivilsisdraktum umborð á Havrenningi slakar 20 fjórðingar úr Hetlandi. Tað er bølaniða og nógvur vindur. John Erik Frederiksberg, Fróði Waag, Símun Esmar Vágsá og Livar Nysted sita