Mótvindur herdi yndisliga sangfuglin

Mótgongd í London hevur ment hana, og við eini rúgvu av royndum í viðførinum fer føroyska songkvinnan Sigrið Rasmussen nú undir ein nýggjan kapittul í Noregi. Í samrøðu við Sosialin greiðir Sigrið frá beiskum men mennandi royndum í London, arbeiði hennara við neyðstøddum børnum, tíðini í norska gentubólkinum Grace og nýggju ætlanum hennara í Noregi

- Onkuntíð føli eg, at eg ikki eri nakrastaðni yvirhøvur, er tað fyrsta, hon sigur, tá hon verður spurd, hvar hon er stødd í síni tónlistarligu yrkisleið.
                      Songkvinnan úr Tórshavn, Sigrið Rasmussen, stendur á einum vegamóti. Trý ára long bachelorútbúgving í sangi á Thames Vally University í London er júst farin aftur um bak, og Sigrið hevur gjørt av, at hon ikki fer í holt við yvirbygningin á universitetinum í London. Í øllum førum ikki í fyrstu atløgu.
Og Sigrið hevur upplivað eitt sindur av hvørjum seinastu trý árini í Eysturlondon. Vónbrot, niðurtúrar og harðir dagar hava verið á menuini, men eisini nýggjar, spennandi og mennandi upplivingar. Og hon setti punktum við at verða kosin besti sangari á stóra og viðurkenda universitetinum.
 
Beiskar royndir
Sigrið letur ongan iva vera um, at hon er glað fyri seinastu trý árini og metir, at hon er ment sera nógv, tí umframt at syngja hevur hon eisini lært at skriva, komponera, framleiða og samskipa tónleik. Hon greiðir frá, at hon í dag í nógv størri mun kann framføra sítt egna tilfar, og tí hevur hennara tónleikur fingið enn størri týdning fyri hana persónliga.
- So ein kann róliga siga, at eg fari úr Onglandi við eini rúgvu av royndum við í viðførinum, sigur Sigrið við einum smíli. Men samstundis ger hon greitt, at lívið sum tónleikari ikki bert er ein dansur á rósum, og at talan eisini hevur verið um mótgongd í stórbýnum.
- Tónleikaheimurin er ein harður og náðileysur heimur, og nógvir vandar liggja og lúra. Kappingin millum øll talentini er hørð, og tú kanst sera lætt verða útnyttaður, sigur Sigrið.
Hon greiðir frá, at hon av og á hevur varnast, at fólk bert eru úti eftir at útnytta hana við persónligum vinningi fyri eyga, og hesar upplivingar hava verið ræðandi, samstundis sum tær eisini hava ment hana.  
- Tað kann vera hart ikki at hava álit á fólkunum kring teg og teimum, tú samstarvar við, staðfestir Sigrið. Spurd, hvat hon ítøkiliga meinar, tá hon tosar um mótgongd og vónbrot, fer hon at greiða frá, at hon fyri stuttum var fyri einum stórum vónbroti.
                      - Síðani á jólum havi eg arbeitt við eini fløgu, og eg havi havt ein sáttmála við eitt sokallað underground plátufelag í London. Alt var klárt at geva út, men tað vísti seg tíverri, at hetta plátufelagið hevði lovað meiri, enn tað megnaði at halda. Ósemjurnar og misálitið fekk meg at siga stopp, og tað var ein torfør avgerð sjálv at avlýsa eina verkætlan, sum eg hevði lagt so nógva orku í, greiðir ein opinskárað Sigrið Rasmussen frá.
 
Hjálpti neyðstøddum børnum
Umframt hennara skúlagongd, virðisløn fyri besta sangara og fløguætlanir hevði Sigrið onnur jørn í eldinum í London. Í tilafturskomna økinum Hackney tók Sigrið sær av einum barnakóri í eini samkomu, og undirvísti Sigrið teimum í sangi. Felags fyri hesi børnini, sum vóru frá 11 til 16 ára gomul, var, at tey øll høvdu eina trupla fortíð og livdu undir hørðum umstøðum. Sigrið greiðir frá, at flestu teirra válaðu svikin, forsømd og einsamøll í fátæka býarpartinum. Sigrið røkti hesa uppgávu av sínum eintingum, uttan at undirvísingin hevði nakað tilknýti til skúlagongdina.
                      - Tað hevur stóran týdning fyri meg at kunna hjálpa øðrum, sum ikki hava somu møguleikar sum eg. Hesi børnini vóru so evnarík men høvdu onga vegleiðing og ongan at taka sær av teimum, og arbeiðið í hesi samkomuni fekk størri og størri týdning fyri meg persónliga, tí eg fekk so nógv burturúr sjálv, greiðir Sigrið frá. Gospelkórið hjá Sigrið við myrku børnunum úr London framførdi eisini í eini stórari kirkju, og henda dagin minnist Sigrið sum eitt hæddarpunkt gjøgnum tey trý árini í Onglandi.
                      - You touched some hearts today, søgdu áhoyrararnir aftaná konsertina, og hetta var ein fantasisk uppliving, minnist Sigrið aftur. Og tá hon aftur fer at vitja London, leggur hon fyrst og fremst leiðina framvið hjá børnunum, sum hon knýtti so sterk bond til.        
 
Nýggjur kapittul
Men London er nú fyribils fortíð, og eitt nýtt kapittul byrjar. Eftir summarfrítíðina í Føroyum fer Sigrið til Noregs at royna nýggjar leiðir á gomlum gøtum. Hon hevur búð í Noregi frá 1995 til 2001, og ørindini eru at fáa ferð á tónlistarligu yrkisleiðina. Við eini rúgvu av royndum í viðførinum byrjar sostatt eitt nýtt tíðarskeið fyri hennara viðkomandi, og sjálv sigur Sigrið, at tað heila í veruleikanum er rættiliga opið.
Hon greiðir frá, at hon hevur samband við fleiri topp-professionellar tónleikarar og fingið nógvar nýggjar kontaktir í Noregi, og væntandi fer ein fløga at spyrjast burturúr í framtíðini. Endamálið er at fáa ein sáttmála við eitt plátufelag og kunna liva av tónleiki, men grundleggjandi hevur Sigrið bæði beinini á jørðini og sigur, at ambitiónirnar eru einfaldar.
- Tað týdningarmesta er at gerast ein betri tónleikari. At kunna vera til íblástur fyri onnur og geva fólki nakað. Um onkur steðgar mær á gøtuni og takkar fyri eina framførslu, eg havi havt, ja, so havi eg langt síðani gjørt mín dreym til veruleika, sigur Sigrið við einum smíli.
Í løtuni hevur hon ætlanir um at geva út eina fløgu, men fíggjarligi parturin er altíð tað, sum voldir mest høvuðbrýggj fyri ein sáttmálaleysan tónleikara.
- So tú mást endiliga skriva, at eg søki stuðul til mína nýggju fløgu, sigur Sigrið flennandi.
Í samband við undanfarnu fløguætlan, sum ikki gjørdist veruleiki, hevur Sigrið nógv nýtt tilfar liggjandi, sum hon sjálv hevur gjørt, og tí hevur hon góðar møguleikar at kasta seg út í nýggjar ítøkiligar ætlanir. Áhugin er til staðar, neyðugu kontaktirnar eru har, og grundleggjandi fer Sigrið við áræði undir uppihaldið í Noregi.  
- Grundleggjandi eri eg bjartskygd, og eg haldi á, eisini í mótgongd. Mín sál livir og andar fyri tónleik, og mítt ynski er at gera tónleikin til mítt livibreyð. Men trúgvin á Gud hevur stóran týdning fyri meg, og Hann havi eg við mær allastaðni, har eg fari, leggur Sigrið dent á.  
 
Countrygirl
Á tónlistarliga økinum hevur Sigrið roynt eitt sindur av hvørjum. Frá hennara bakgrund í brøðrasamkomuni Ebenezer í Havn er gospeltónleikurin hennara uppruni, sum hon eisini hevur tikið við sær inn í vaksnamannalívið, og hon hevur havt óteljandi framførslur á gospeltónlistarliga økinum.
Í 1997 tók hon tey flestu av fótum og gjørdist partur av gentubólkinum Grace. Popp-bólkurin fekk nógva umtalu, ikki minst heima í Føroyum, og ferðaðust tær víða við sínum tónleiki. Tær tríggjar kvinnurnar vóru eisini á MTV, men bólkurin fór í søguna í 2001. Spurningurin er so, hvønn tónleik Sigrið sjálv ynskir at gera og framføra í framtíðini?
                      - Gospel er tað, sum stendur mær nærmast, men satt at siga føli eg, at eg ikki rættiliga havi funnið mína egnu hill ella niché. Eg eri opin fyri øllum og leiti helst eftir eini fusión av ymsum genrum, og t.d. havi eg seinastu tíðina roynt eina kombinatión av country og rock, greiðir Sigrið frá. 
Spurd, um tað er haðani, cowboyhatturin stavar, er Sigrið skjót at svara.
                      - Nei nei, tað er bert tí tað er modernað, sigur Sigrið flennandi.
 
Kostnaðurin
Við mongu royndunum gjøgnum árini veit Sigrið, hvat krevst, um tað skal eydnast henni at fullføra síni ynski um eina tónlistarliga yrkisleið burturav. Hon er í rætta umhvørvinum og hevur samband við tey røttu fólkini, bæði í Noregi og í London. Men krøvini eru stór, tí tað er ein ørgrynna av evnaríkum tónleikarum, sum stríðast fyri at fullføra dreymin. Sigrið greiðir frá, at kostnaðurin fyri eina tilveru í glamourøsa tónleikaheiminum kann vera, at tú av og á í ov stóran mun kennir teg noyddan at gera kompromis við tínar egnu meginreglur. Hetta var t.d. hennara uppliving í gentubólkinum Grace.
- Eg upplivdi í tíðini í Grace, at eg varð noydd til at syngja ymiskt, sum eg í veruleikanum ikki kundi umboða, og tí var verkætlanin í ein mun dømd frammanundan, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. Sum tónleikari mást tú duga at siga stopp, tá tú metir, at tú ikki kanst umboða tað, tú gert. Tað merkir ikki, at tú skal vera ómøguligur og ongantíð kunna gera nøkur kompromis, tí so tú kemur tú jú ongan veg. Men tað snýr seg um at finna eina javnvág, sigur Sigrið Rasmussen. Spurd, um tað var ímóti hennara sannføring at vera promoverað sum eitt sex-súmbol í Grace, er Sigrið avgjørd.
- Tað, at onkur finds you attractiv, er ein erlig søk, og tað er eftir mínum tykki ikki ein trupulleiki. Trupulleikin í Grace var fyri mítt viðkomandi meiri tónlistarliga innihaldið, slær sangfuglurin fast.
                     
Miðlahúsið bíðar
Sigrið Rasmussen hevur í ár sagt nei takk til báðar teir stóru festivalarnar í Føroyum. Hon sigur seg vera perfektionist og metir, at tað tilfarið, hon hevur í løtuni, hóskar betri til friðarligari og minni tiltøk, og einasta høvið at hoyra Sigrið í Føroyum í summar verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni tann 28.-29. juli. Saman við hennara yndispianisti Gunnari Guttesen og guitaristinum Rúna Eysturlíð fer Sigrið at framføra nógv av tí allarnýggjasta í Vágsbotni á ólavsøku.
                      - So talan verður um eina frumframførslu av spildurnýggjum tilfari hjá mær, sigur sangfuglurin at enda, sum nú fer at royna nýggjar leiðir á ferð síni mót himni.
  
Fakta:
Sigrið framførir í Miðlahúsinum í Vágsbotni 28. og 29. juli frá kl. 22.30-23.30 bæði kvøldini. Tónleikarararnir afturat Sigrið vera pianisturin Gunnar Guttesen og guitaristurin Rúni Eysturlíð. Kostnaðurin verður 70 kr.