Tim Christensen komin til Føroya

Á middegi í týsdagin skrivaði Tim Christensen seg inn á Hotel Hafnia í Havn saman við bólki sínum. Hann skal á pall á ólavsøkukonsertini í kvøld og á skránni er bæði nytt tilfar og gott gamalt frá tíðini í Dizzy Mizz Lizzy

Høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini í ár er óivað maðurin handan stór hitt millum ung og eldri, sum t.d. Right Next to the Right One frá sjónvarpsrøðini Nicolaj og Julie.
Á middegi týsdagin skrivaði Tim Christensen seg inn á Hotel Hafnia saman við manning síni.
Seinnapartin í gjár var tíðindafundur, men vit hittu Tim tá hann kom til Havnar á middegi, og spurdu hann millum annað um fyrstu metingarnar, nú hann fyrstuferð vitjar í Føroyum.
- Eg eri bilsin, so vakrar Føroyar eru, sigur Tim, sum ikki kennir stórvegis til Føroyar frammanundan, men nøkur í ferðalagnum hjá Tim hava vitjað her áður.
Tim sigur í stuttari viðmerking, at á skránni á ólavsøkukonsertini verður nakað av nýggjara tilfarinum. Hann er tó ikki heilt greiður yvir, hvussu væl føroyingar kenna tónleikin, men tá vit siga honum, at føroyingar eru væl við í so máta, gerst hann fegin, tí so koma áhoyrararnir at kenna nakað aftur.
Men eisini okkurt frá tíðini í kenda bólkinum Dizzy Mizz Lizzy verður at hoyra á ólavsøkukonsertini.
Tim er væl nøgdur og væl fyri, tá vit hitta hann á Hafnia júst eftir komuna til Føroya. Hann og hinir  í bólkinum gleða seg til at sleppa á pall í Føroyum og annars at sleppa at vitja landið.
Kvinnuligi tourfyriskiparin spyr eftir klædnahandlum og hon og Tim fregnast forvitin eftir skipinum, sum tey ætlandi fara útferð við.
Tygara útsendi og myndamaðurin leiða tey tí upp á tekjuna á Hafnia til myndatøku og vísa teimum á Norðlýsið, sum er á veg inn eftir Havnarvág.
Se din by fra fra tånets top sungu donsku Gasolin í sjeytiárunum og vit vístu donsku stjørnuni Tim Christensen Havnina frá tekjuni á Hafnia týsdagin, innan Tim í kvøld skal hertaka og bergtaka ólavsøkubýin við tónleiki á ólavsøkupallinum.