Bara gráturin manglaði

- Tað var sum ein vanlig føðing. Bara gráturin manglaði, og vit kundu hugsað okkum at sæð eyguni á Andori, siga Poula og Kári Poulsen úr Klaksvík, sum fyri góðum ári síðani fingu ein deyðføddan son. Um ein knappan mánað skal hon føða teirra annað barn

Klaksvík:
Dagurin er 18. mai 2004. Poula Poulsen er farin út yvir ásettu dagføstingina fyri, nær hon skal eiga fyrsta barnið. Klokkan 11 hendan týsmorgunin fer hon sum vant til kanning hjá jarðarmóðurini. Alt hevur gingið væl, meðan hon hevur verið við barn, og Kári og hon gleða seg nógv. Ta seinastu vikuna hevur hon tó verið ring av smáverkjum.
Men jarðarmóðurin finnur ikki hjartaljóðið á barninum hendan morgunin. Hon sendir boð eftir einum lækna, sum heldur ikki finnur tað.
- Alt var sostatt í lagi....líka til tað brádliga ikki var tað meira, sigur Kári og hyggur niður.
Poula og Kári verða biðin um at fara á landssjúkrahúsið. Foreldrini hjá Poulu fara við. Tey koyra sjálvi. Biltúrurin til Havnar fer stillisliga fram, og Poula og Kári minnast hann sum sera strævnan. Men vónin um, at tey á landssjúkrahúsinum fara at finna hjartaljóðið livir í teimum allar teir knapt 80 kilometrarnar suður til Havnar.
- Eg haldi ikki, at vit søgdu nakað serligt. Bara, at tey nokk skuldu fara at hoyra hjartað hjá honum har, sigur Poula, sum var sera ring av verkjum, meðan tey koyrdu.
 
Onki lív
Komin til Havnar verður Poula kannað. Men heldur ikki jarðarmóðirin í Havn hevur góð boð at geva teimum.
- Poula varð skannað, og har sóu vit, at har var ongin aktivitetur. Hjartað stóð púra stilt, sigur Kári og hyggur yvir á konu sína. Uppi yvir henni á vegginum hongur ein broderað mynd. Andor stendur á, vekt, longd, dagfesting og klokkutíð. Við síðuna av myndini hongur ein tekning av lítla Andori í vøgguni á landssjúkrahúsinum.
Tey greiða frá, at tað var hart at fáa slík boð, men halda kortini, at tey tá høvdu verið í óvissuni í so nógvar tímar, var tað nærum ein lætti at fáa endalig boð.
- Sjálvandi var tað hart, og vit grótu nógv, siga tey tó við ein munn.
Aftaná at Poula var blivin kannað, fingu tey frágreiðing um, hvussu alt fór at ganga fyri seg. Jarðarmóðirin segði, at tey vildu bíða eitt sindur fyri at vita, um føðingin fór at fara í gongd av sær sjálvum, tí Poula hevði nógvar verkir um hetta mundið.
- Eg helt, at tað var løgið, at eg skuldi eiga hann sjálv, men í dag eri eg glað fyri tað, sigur Poula stillisliga og leggur hondina á búkin.
 
Í góðum hondum
Tað gekk nærum eitt samdøgur, áðrenn Andor varð føddur. Klokkan 13.37 mikudagin tann 19. mai 2004 føddi Poula teirra fyrsta son. Hon fekk nógva doyving, meðan hon stríddist. Sjálv sigur hon, at hon ikki hugsaði so nógv um, at hann var deyður, meðan alt fór fram.
- Nú vita vit ikki, hvussu tað eigur at fara fram til eina vanliga føðing, men tað mundi vera, sum tað plagar. Bara gráturin frá honum manglaði, sigur Kári. 
Andor varð máldur og vigaður, áðrenn Poula fekk hann í sín favn. Á landssjúkrahúsinum mæltu tey teimum til at geva honum navn, um tey ikki høvdu eitt.
- Vit høvdu gjørt av langt áðrenn, at um vit fingu ein drong, skuldi hann eita Andor, greiðir Poula frá. Eftir pápa hennara.
Hjúnini bæði hava bert gott at bera landssjúkrahúsinum og starvsfólkunum. Kári greiðir frá, at alt gekk sera professionelt fyri seg. Tey fingu einastovu at vera í, har Kári eisini kundi sova og sjúkrasystir og sálarfrøðingur vóru tøk til teirra allatíðina.
- Hvørjaferð tað var vaktarskifti, kom ein sjúkrasystir inn og presenteraði seg fyri okkum, og yvirhøvur vóru vit í góðum hondum allatíðina, eru tey bæði á einum máli um.
 
Fingu fýra dagar
Poula og Kári høvdu lítla Andor inni í stovuni hjá teimum frá mikudegi, tá hann varð føddur til leygardagin, tá jarðarferðin skuldi verða.
- Vit ringdu norður og boðaðu familju og vinum frá, at um tey høvdu hug at koma suður at síggja hann, vóru tey vælkomin, greiða tey frá.
Mong vóru tey, sum nýttu høvi til tess, og tað hevur lætt øgiliga nógv um hjá Poulu og Kára, tá tey síðani hava tosað við onnur um Andor og tað, tey vóru úti fyri.
- Eg veit ikki, um eg hevði dugað at tosað við nakran av teimum, um ikki tey høvdu sæð hann, sigur Poula.
Hesar fýra dagarnar komu nógv fólk á vitjan, og tað var sera kensluborið fyri tey. Onkuntíð vóru tað Poula og Kári, sum troystaðu gestirnar, tí tey høvdu vant seg við at síggja deyða son teirra.
Men fríggjadagurin og serliga leygardagurin vóru tungir hjá teimum at koma ígjøgnum.
- Tá vistu vit, at tíðin var komin at siga farvæl. Vit valdu kistu, lótu hann í og løgdu hann í hana. Tað var so hart, men av stórum týdningi fyri okkara eftirtíð, at vit vóru við til tað, siga tey mest sum við ein munn.
Jarðarferðin var hildin leygardag, og Andor varð grivin í kirkjugarðinum úti í Grøv.
 
Orsøkin ikki staðfest
Nógvar royndir vórðu tiknar av Andori, fyri at finna út av deyðsorsøkini. Men allar royndirnar vóru í lagi, tá tær komu aftur. Sostatt fingu Poula og Kári ongantíð nágreiniliga at vita, hví sonur teirra doyði, meðan hann lá í móðurlívinum.
- Tað hava vit ikki havt ilt av, tí hvat skuldu vit nýtt ta vitanina til, spyrja tey bæði og hyggja upp á hvønnannan. Tey halda fram, at tað helst hevði verið gott læknaliga at staðfest deyðsorsøkina, men tey bæði hava góðtikið, at soleiðis skuldi tað bara vera.
Tey eru tó á einum máli um, at tað hevur hjálpt teimum sera nógv at hava Andor hjá sær hasar dagarnar.
- Tað var terapi fyri okkum, og vit fingu sagt farvæl við hann á rættan hátt, siga tey.
 
Bangin fyri at tosa
Kropsliga merkti Poula ikki nógv til, at hon hevði átt eitt barn. Hon fekk tablett fyri, at mjólkin ikki skuldi seta til. Men sálarliga var tað hart hjá hjúnunum at koma heim aftur í íbúðina við ongum barni. Tey høvdu tó ikki gjørt nakað tilreiðar, áðrenn hon fór út til jarðarmóðurina týsdagin frammanundan, so tað lætti nakað um hjá teimum.
- Men ta fyrstu tíðina mátti eg venda mær móti Kára, tá vit fóru í song, tí eg orkaði ikki at síggja, at har var onki við síðuna av songini. Eg hevði jú havt Andor við mína lið í fýra dagar á landssjúkrahúsinum, greiðir Poula frá.
Fyrstu ferð tey fóru útaftur, var mánadagin aftaná. Tey vóru bilsin av, hvussu lætt tað var, tí tey høvdu ímyndað sær, at tað fór at verða hart.
- Tað vísti seg at vera lættari fyri okkum at fara út millum fólk heldur enn at sita heima tvey eini. Vit vóru nærum bangin fyri at vera einsamøll inni, heldur Kári fyri.
Hann heldur fram, at eitt kvøldið, tá tey vóru á veg út, støðgaðu tey í hurðini og vendu innaftur.
- Vit blivu samd um, at vit noyddust at fara innaftur at tosa um tað, sum vit høvdu verið ígjøgnum, tí tað bar ikki til at renna undan tí longur.
Tey fóru so innaftur og fingu tosað alt ígjøgnum. Eftir tað var tað ikki longur torført at sita heima. Eisini fóru tey aftur til sálarfrøðing í Havn.
 
      Blandaðar kenslur
Poula og Kári gjørdu av at royna aftur beinanvegin, og tann 19. august er hon sett at eiga aftur. Hesin barnsburðurin hevur verið harðari fyri Poulu enn tann fyrri. Men hon hevur tað gott, og barnið eisini.
- Vit eru øgiliga spent, men vit vilja ikki vera tað. Tí tankin um Andor spøkir allatíðina í bakhøvdinum. Hóast tað er lítið sannlíkt, at tað sama endurtekur seg, so kunnu vit ikki lata vera við at hugsa um tað til tíðir.
Poula skal suður á landssjúkrahúsið, nakað áðrenn hon er sett at eiga, so eftirlit kann verða við henni og barninum allatíðina. Tað er hon glað fyri, tí tað gevur henni tryggleika.
- Eg geri tað við gleði fyri at kenna meg trygga. Tað er ongin trygd fyri tað, at alt fer at ganga væl, men tað sálarliga í tí telur, siga tey bæði.
Mong vita, hvussu tað gekst hjá Poulu og Kára við fyrsta barninum, so nógv fólk hava góð ynski at bera teimum. Men Poula heldur ikki, at tað altíð er so hugaligt.
- Eg veit, at fólk meina tað væl, men tað kann vera irreterandi, tá fólk siga, at hesuferð fer tað at ganga væl. Tað kunnu tey ikki siga, tí tey vita tað ikki. Vit høvdu ikki hugsað soleiðis, um Andor ikki var deyðføddur, men tað var hann. Tí vita vit betur enn nakar annar, at tú veitst ikki, hvussu væl ella illa nakað kann ganga fyrr enn aftaná. Ikki fyrr enn alt er yvirstaðið í øllum góðum, er alt gott, siga tey bæði, Poula og Kári Poulsen.