Tað var ikki stórvegis munur á næstbesta liðnum í 2. deild og miðliðnum í bestu deildini. Sandoyingar, sum í summar hava verið á venjingarlegu í Danmark, vóru ikki komnir í Sarpigerði fyri at lata seg fleingja.
Eingin hugsningur var um at taka 5-1 tapið á heimavølli aftur, men tað sást á øllum brøgdum, at B71 var sinnað at stríðast fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum tað á nakran hátt kundi bera til. Teir løgdu fyri í 4-24 uppstilling, og harvið var greitt, at teir ætlaðu at leggja dent á álopspartin. Tað eydnaðist eisini, men tað var ikki frítt, at tað gekk út yvir sentrala miðvøllin, har Gert Lydersen og Sverrir Kjærbo vóru heldur enn ikki einsamallir. Tað hjálpti væl, tá ið Eli Hentze fimm minuttir undan hvíldini varð skiftur inn at hjálpa til á miðvøllinum.
Hjá GÍ snúði tað seg mest sum at fáa dystin avgreiddan. Súni Olsen var komin til Føroya, og upp undir finaluna ólavsøkudag skal hann venja saman við liðfeløgunum. Sunnudagin stóð hann uttanfyri vøllin og fylgdi við.
Atli Gregersen stóð á dómaraseðlanum at vera ímillum teir fyrstu ellivu, men tað var hann kortini ikki. Í staðin spældi Bjarni Justinussen í miðverjuni undir liðini á Kaj Ennigarð, meðan pólverski Robert Rzeczycki, sum plagar at vera fastur fúsur í miðverjuni, heldur ikki var við.
Longu í fyrsta minutti hevði Popczynski stóran møguleika at leggja heimaliðið framum, men hann var ikki so neyvur, sum hann onkuntíð hevur verið. Og so var tað B71, ið sammett við, tá ið teir vóru upp á tað besta, spældu við fullkomuliga nýggjum liði, sum hevði góðar málmøguleikar.
Símun Hansen royndi at lyfta upp um Meinhard Joensen, sum vardi GÍ málið undan steðginum, men bólturin fór upp um málið, og royndin hjá Tummas Paula Olsen fór dygst framvið.
Stutt eftir steðgin fekk B71 mál. Tummas Pauli Olsen royndi seg úti frá. Bólturin tók í Hans Jørgen Djurhuus og fór í málið. Spælararnir vildu vera við, at talan var um sjálvmál, tí bólturin hevði kós við síðuna av málinum, áðrenn hann tók í GÍ spælaran. Men dómarin skrásetti Tummas Paula fyri at hava skorað.
Stutt eftir leiðslumálið hevði B71 aftur upplagdan málmøguleika. Clayton Soares gjørdist púra blankur, men hann tøvdi eitt sindur, og so spurdist einki burturúr.
GÍ málini
Hans Jørgen Djurhuus hevur áður spælt við B71. Undan summarsteðginum var hann í AB. Bæði í Gundadali næstsíðsta mánakvøld og aftur sunnudagin vísti hann seg at vera dyggan styrk hjá GÍ í vinstra verjuborði.
Hans Jørgen javnaði til 1-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Næstan av síðulinjuni og einar átjan metrar frá baklinjuni smekkaði hann til, og bólturin tók í handara stólpan og dygst undir samankomingini, áðrenn hann fór í málið. Kanska tóktist hetta ætlað sum innlegg, men talan var undir øllum umstøðum um framúr mál.
So var spenningurin heilt burtur. GÍ fekk sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Sámal Joensen stríddi seg ígjøgnum. Fleiri ferðir tóktist tað sum um, at hann skuldi fara um koll í brotsteiginum, og dómarin var á veg at bríksla fyri brotssparki, men fyrimunurin varð givin veteraninum, sum at enda smekkaði í málið.
GÍ-B71 2-1 (0-0)
0-1: Tummas Pauli Olsen 51.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 64.
2-1: Sámal Joensen 90.
Dómari: Lassin Isaksen
GÍ: Meinhard Joensen (Mortan Joensen, 46.) Jónreid Dalheim, Kaj Ennigarð, Bjarni Justinussen (83.: Leivur Hansen), Hans Jørgen Djurhuus Símun Louis Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 44.), Sam Jacobsen, Sámal Joensen, Poul Henning Jacobsen, Hanus Jacobsen - Krzysztof Popczynski.
B71: Símun Rógvi Hansen Eirikur Poulsen, Jákup Sørensen, Kári Sørensen, Hanus Clementsen Gert Lydersen (74.: Gudmund Nielsen), Sverrir Kjærbo René Clementsen (40.: Eli Hentze), Tummas Pauli Olsen, Clayton Soares, Símun Hansen (74.: Mikkjal Hentze).
Gult kort: Gert Lydersen
GÍ samantaldur vinnari í hálvfinaluni við málmuninum 7-2.