hevur mist ein av sínum frændum, sum altíð kom inn á gólvið og fegnaðist um tað minsta, hann varð spurdur ella biðin, sum fjálgaði um tað við tí góða orðinum. Húsið verður ikki tað sama eftir Carl. Pápi, [...] Men týsmorgunin 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað [...] útgerðarmannin Jóhan Nolsøe á Marknoyri. Og nú maðurin eldist gingu øll hesi á Marknoyri, í Vági og har um vegir í huganum. Carl var ættkærur sum fáur og var tað honum ein fragd at siga frá fólki sunnanfjørðs
venjingini hjá Chelsea-leikarunum, og eykamannin Mikael Forssell. Hetta var eitt greitt signal til heimin um, at Chelsea ikki ætlar sær at dansa eftir pípuni hjá UEFA. UEFA umboðsmaðurin var ikki blíður eftir [...] móti Mourinho. Dysturin Men aftur til dystin (tá Mourinho er í nánd endar tað mangan við, at man tosar um tað, ið hendir uttanfyri vøllin). Bayern München vann dystin 3-2, eftir at Chelsea hevði verið frammanfyri [...] Liverpool. Veikleikin hjá Chelsea er heilt einfalt, at ov nógv mál fara ígjøgnum, og spurningurin er, um tað ikki kann raka teir meint, tá teir eventuelt møta tí traditionelt sterka italska verjuspælinum
tóktist talan alt meira at gerast um ein sannan 0-0 dyst, har hvørki av liðunum megnaði at bróta ígjøgnum, soleiðis at talan skuldi gerast um veruligar málmøguleikar. Um sama mundi, sum Todi varð skiftur [...] øllum førum frøast um, at okkara menn fyrstu løtuna vóru meira framsóknir, og hóast yvirvágin ikki gav úrslit í nøkrum stórum málmøguleikum, so tóktist hetta bert at vera ein spurningur um tíð. Øvugtan vegin [...] Jákup bjargaði, men sæð burtur frá hesum var eingin ivi um, at okkara skuldu fáa trý týdningarmikil stig við sær. Eingin ivi tóktist heldur at valda um hetta á áskoðaraplássinum, har harðmæltu føroyingarnar
tøkir. Ingi Højsted er um at vera tað, og Súni Olsen verður tað ikki fyrrenn næsta ár! Størstu trumfarnir Pinnurin hevði ikki verið fleiri ferðir runt, tá ið fyrstu ábendingarnar sóust um, at hetta fór at verða [...] neyðugt longu í 1. hálvleiki at gera tvær skiftingar, fór føroyski miðvøllurin ikki um koll. Bogi Løkin loysti skadda Jákup á Borg av, og tað var sonn fragd at síggja samanspælið millum Jónas, Atla og Boga, sum [...] fer at vera dreyma mótstøðuliðið hjá føroyingum, og at Føroyar fara at vera marran hjá eysturríkarum. Um heilt væl hevði vitað við, so kundi tað kanska havt enda við sigri. Bogi Løkin skoraði føroyska málið
uttanfyri. Men tað man vera lítil ivi um, at Rógvi Jacobsen verður ein av monnunum, sum kann tveitast inn, um tørvur er á tí. Partvíst gevur tað lítla meining – um hann er tøkur – at hava dragsa mannin [...] hinvegin gjørdar fleiri broytingar. Partvíst tí bæði Jákup á Borg og Mikkjal Thomassen nú eru skaddir, og partvíst tí talan eisini verður um varnari spælskipan enn hana, sum vit sóu móti Eysturríki. Símun [...] Neyðugt við stuðuli Tá talan bert er um ein áleypara, verður alneyðugt, at hesin fær stuðul frá miðvøllinum. Og tann týdningurin verður eyka stórur, tá talan er um júst Christian Lamhauge Holst. Fremstu
) 1850 15.5 fik min Forlovede Renterne fra Davidsen 18 Rd. (Brøðurnir vuksu upp hjá Jens Davidsen. Hon man tískil hav verið umfatað av hansara vælvild.) 30.10 giftedes Andreas Karbek. Min Søster Line [...] í Føroyum. Dagbókin, sum lýsir lívið í Havn Tað er so heppið, at tað er nógv, sum kann greiðast frá um Christoffer og hansara. Hann fór 20 ára gamal at føra dagbók í 1842, og tað gjørdi hann fram til 1881 [...] til 1856. Frá 1856 og mong ár fram arbeiddi hann í Restorffs handli í Vágsbotni. Hann búði í húsunum yviri í Trøð, sum mostir hansara Jomfrú Müller hevði latið byggja í 1830. Christoffer átti bátar og
ikki í ár, tí sigursvanda felagið stóð seg so illa í fjør. Um HB næsta summar verður partur av europeisku kappingunum fæst at síggja seinni í ár. Um tað skal eydnast, so skal liðið vísa meiri, enn HB gjørdi [...] seta bóltin í málið, at økja um leiðsluna, og harvið at skapa góðar fyritreytir fyri sigrinum. Svaraðu ikki aftur HB megnaði ikki at svara aftur og harvið at skapa spenning um úrslitið. Sigfríður Clementsen [...] og HB aftur í Fløtugerði í Fuglafirði. Spurningurin er, um HB tá hevur megnað at vinna seg fram á pláss, sum ber altjóða luttøku í 2013 við sær. Um tað skal eydnast, so skulu aðrir bollar á suppuna, enn
Tað vóru fleiri góð boð upp á dagsins leikara hjá B36. Millum teirra var Lukaz Cieslewicz, sum saman við Jákupi á Borg mannaði álopið hjá B36. Uppteljingin hjá Sosialinum vísti, at Lukaz Cieslewicz hevði [...] gevur greið tekin um ein leikara, ið er tryggur á bóltinum og tekur stóran lut í spælinum. Heldur undurnarvert, so hevði hann onga roynd á HB málið. Í samrøðu við 3.hálvleik helt Jákup á Borg fyri, at hetta [...] hetta er eisini eitt tekin um góða og flótandi spælið hjá B36 í løtuni, har tað framherjarnir flyta seg nógv og eru í størri mun partur av uppspælinum. Átta ferðir var Lukaz Cieslewicz í beinleiðis nærdysti
Petersen, hjálparvenjari hjá B36. Stutt inn í seinna hálvleiki fór Lukasz Cieslewicz um koll í KÍ brotsteiginum. Jákup á Borg umsetti úr ellivu metrum. KÍ tekur ikki av Eina løtu í seinna hálvleiki hevði KÍ [...] fullførdi Finnur Justinussen hattrickið, tá hann fyri triðju ferð upp í slag skoraði. Reint hattrick upp á 28 minuttir. André Olsen minkaði um munin evstu løtu við góðum máli. Víkingur hevur í ár vunnið allar [...] um vit hava, segði Thomas Hans eftir dystin. Gudmund Nielsen og Thomas Hans minkaðu um munin fyri B71 og tað var um reppið, at Gudmund eisini javnaði. – Gudmund hevur ein flúktara á fimm metrinum, men
rin og Sjálvstýrisflokkurin, stilla upp. Sambandsflokkin fær 13 tingmenn valdar og Sjálvstýrisflokkurin 10. Næsta valið er í 1928, tá stillar Javnaðarflokkurin upp fyri fyrstu ferð. 1924: Ramsay MacDonald [...] Um 22. januar: Jóngerð Purkús, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyllir 80 ár, og Danmark skrivar undir EF limaskapin 22. januar: Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza. Píndur til deyða [...] Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli, skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«. Um dagin er at siga: 1840: Bretskir kolonistar búsetast fyri fyrstu ferð í New Zealandi fyri at tryggja