Dagsins leikari – Lukaz Cieslewicz

Tað vóru fleiri góð boð upp á dagsins leikara hjá B36. Millum teirra var Lukaz Cieslewicz, sum saman við Jákupi á Borg mannaði álopið hjá B36. Uppteljingin hjá Sosialinum vísti, at Lukaz Cieslewicz hevði heili 33 rættar avleveringar í dystinum, meðan bólturin seks ferðir ikki kom fram. Eisini royndi Lukaz Cieslewicz seg við 16 driblingum og átta ferðir eydnaðist honum at seta í minstalagi ein mótstøðumann av og avlevera bóltin. Tað gevur greið tekin um ein leikara, ið er tryggur á bóltinum og tekur stóran lut í spælinum.

Heldur undurnarvert, so hevði hann onga roynd á HB málið. Í samrøðu við 3.hálvleik helt Jákup á Borg fyri, at hetta er eisini eitt tekin um góða og flótandi spælið hjá B36 í løtuni, har tað framherjarnir flyta seg nógv og eru í størri mun partur av uppspælinum. Átta ferðir var Lukaz Cieslewicz í beinleiðis nærdysti við HB verjuna, men her tapti hann sjey av teimum nærdystinum. Tað er ikki óvanligt, at framherjar hava tað trupult tá ein langur høgur bóltur verður sendur frá verjuni og tað krevur nógv at fáa tamarhald á bóltinum. Her er tó ikki talt við, tá hann hevur fingið eina stutta sending eftir jørð við manni í rygginum. Tí samsvara tølini í nærdystinum ikki heilt við avrikið hjá B36 framherjanum, sum fleiri ferðir megnaði at sleppa sær skilagott av við bóltin hóast HB verjan var gramm á honum.

Lukaz Cieslewicz byrjaði dystin væl og var ágangandi fram til at HB kom á odda. Síðani datt hann úr dystinum til 39. Minutt, tá hann við frálíkari sending átti triðj seinasta fótin á útjavnandi málinum. Í seinna hálvleiki var Lukaz Cieslewicz aftur ein stórur partur av B36 uppspælinum og við 19 røttum avleveringum og fimm dribblingum var hann ein av høvðusorsøkunum til, at B36 vann so sannførandi sum teir gjørdu.